Dagurin í morgin

1. november. Alla halganna dagur. Longu í aðru øld var siður at halda minningardagur hjá hvørjum einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið ár 350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein dag í árinum, og var hann fyrsta sunnudag eftir hvítusunnu.

Pavin Gregorius III ásetti í 731, at dagurin skuldi verða hildin 1. november. Hann varð róptur Festum omnium sanctorum, hátíðardagurin hjá øllum teimum heilagu. Eftir trúbótina varð hann avtikin sum fastur halgidagur og varð í kirkjuárinum ásettur til fyrsta suunudag eftir fyrsta november, men 1. november varð standandi eftir í álmanakkanum. Løgtingið samtykti í 1949, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólætnu.