byrjaði tilgongdin á einum fundi í SALT 30. desember 2024, sum verandi kommunulæknar og læknar undir útbúgving tóku stig til. Á fundinum varð víst á trupulleikarnar við at manna tey fýra kommunulæknastørvini [...] tær heldur vildu byggja víðari á heilsumiðstøðina í Vági. Tvøroyri, Hvalba og Fámjin samtyktu síðani at halda fram við ætlanini á Tvøroyri. Málsetningurin er 2029 Uppskotið á Tvøroyri fevnir um fimm læknaviðtalur [...] borgarstjórin á Tvøroyri, sum nú greiðir frá gongdini í málinum. – Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð er ikki sprottin úr einum ynski um eina ávísa staðseting, men úr einum fakligum tørvi á at framtíðartryggja
politiskt fokus upp á at fáa gongd á eina føroyska fossila vinnu, sum eftir meira enn 25 ár við oljuleiting, enn ikki hevur framleitt eina einastu tunnu av olju. Níggju leitibrunnar eru boraðir á føroyska lan [...] gassfeltunum á bretska landgrunninum, við eini ætlaðari framleiðslutíð á umleið 25 ár. Í løtuni er støðan tann, at Bretland ikki letur nýggj loyvi at leita eftir nýggjum feltum, tó at verandi halda á fram. Noreg [...] Í løtuni, sær tað út til, at kósin í orkupolitikki landsins er at smikra á knæ fyri oljuídnaðinum. Stuttskygdur vinningur verður settur framum bæði vitan og etiska spurningin um, hvønn heim vit vilja lata
av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði sína [...] tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri [...] groovandi funky tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum
ímóti KÍ. Fyrr í ár javnaði KÍ til 1-1 á Argjum við síðstu atsóknini av øllum, og í kvøld megnaði AB, eftir at hava verið aftanfyri 2-0, at svara aftur og leggja seg á odda 3-2., áðrenn alt síðstu løtuna [...] KÍ, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevði Nicolai Christensen millum stólparnar, er á veg av Argjum við 4-3 sigri, nú punktum er sett fyri 19. umfar í Meistaradeildini. Hetta var so dramatiskt og hendingarríkt [...] skift millum annað Jonn Johannesen og Dávid Reynheim inn, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu tvey tey síðstu málini, ið bóru við sær, at KÍ framvegis er við í FM kappingini. KÍ venjarin skifti spælskipan
Skaale, Erhard Joensen, Fía Selma Nielsen og Steffan Klein Poulsen – tekur undir við uppskotinum. Tey vísa á, at miðalavreiðingin higartil í ár hevur verið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir [...] Harumframt verður landsstýrismaðurin biðin um at hækka markið á 200.000 krónur í avreiðingarvirði fyri at verða flokkaður í bólk 5 A. Eisini markið á 150.000 krónum fyri aðra arbeiðsinntøku eigur sambært me [...] í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 B í ár. 750 dagar býttir millum 350 bátar eru bert
veljarakanningarnar vísa, at lítil og eingin munur er á ja- og nei-síðuni. Í einari kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða [...] svara einum spurningi, sum kann fáa stóran týdning fyri politisku kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar um limaskap í Evropeiska Samveldinum uppaftur [...] enn, men íslendsku miðlarnir fylgja fólkaatkvøðuni neyvt. Fyrstu ábendingarnar eru, at nógv fólk fara á val. Mbl.is skrivar, at útlit eru fyri góðari valluttøku, um tølini úr valdømunum í Reykjavík kunnu
Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki. Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski. Toskur, sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn [...] Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 [...] ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum
Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bill Justinussen, Bjarna Hammer og Eyðgunn Samuelsen, vísir á, at uppskotið upprunaliga var ætlað sum eitt alternativ til tíðaravmarkaðu mvg-frítøkuna av bensini [...] gongdini í oljuprísunum. Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum er frá juni og vísir ein prísvøkstur á 2,4 prosent seinasta árið. Ein nýggj uppgerð kemur í september. Meirilutin heldur, at landsstýrið skal [...] Stenberg er einasti limurin í Fíggjarnevndini, sum mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hon vísir á, at mvg-frítøkan nú er farin úr gildi, og at bensin og diesel eru dýrari enn tá, skipanin varð sett
skuldu flytast yvir á nýggju síðuna. Slíkar verkætlanir krevja bæði tøkniligt innlit og góðan struktur, sigur Signar Nielsen. Hann vísir á, at nýggja síðan hjá Norðlýsinum er bygd á WordPress og block editor [...] men tað ger eisini álop á heimasíður og skipanir meira framkomin og meira automatiserað. ##med2## Fleiri álop krevja meira verju Hjá Lunnar síggja tey í dag fleiri royndir at leypa á heimasíður enn áður. [...] okkum betri, um vit brúka tað rætt, sigur hann. Hann leggur tó dent á, at vitlíki ikki kann loysa allar uppgávur. Tørvur er framvegis á menniskjum, sum skilja kundan, duga at taka ábyrgd, síggja heildina
varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har er so nógv ávirkað av vindmyllum frammanundan, og tí hevði minni ávirkan á økið. Hoyringsfreistin til tilmæli frá yvirfriðing [...] Tórshavnar kommuna hevur samtykt at geva Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon tilsøgn um stuðul upp á 2 mió. kr. og loyvi at fara undir eina oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar og harafturat við gøtum [...] fyri súkkling og triathlon havt ynski um eina hóskandi oyggjaleikabreyt og tí at gera fleiri breytir á økinum innanfyri gøtuna um Vesturvarða. Uppskotið fevndi vítt, og mentamálanevndin gjørdi av, at breytin