Tá tú skrivar um smærru oyggjarnar og smáu bygdirnar, er neyðugt at liva seg eitt sindur inn í tað, tú fæst við. Annars kann tað vera trupult at gera sær eina mynd av staðnum. Hin spurningurin er so, um [...] eftirnavnið víðari í ættini. - Tá eg vaks upp, vóru vit fleiri børn í Saksun, og helst vóru enn fleiri fyri mína tíð. Her vóru fýra festir, harav pápi mín hevði tað eina. Tvey festir vóru hvørjum megin, og [...] Einki av systkjunum hevði hug at reka garðin víðari, sum ber umleið 180 áseyðir. Sjálvur heldur Símun fyri, at 180 áseyðir er ikki nóg mikið hjá nøkrum at liva av, men hetta er ivaleysa nógv til at gera tað
til Tjørnuvíkar kann byggjast. Hin longri tunnilin, sum verður 2,5 kilometrar, fer inn stutt norðan fyri Haldórsvík og hin stytri, sum verður stívliga 1,3 kilometrar langur, fer inn væl norðari á Tjørnu [...] ikar og ognarar, sigur borgarstjórin. ##med4## Fólk eym um bøin Soleiðis, sum borgarstjórin sigur seg hava skilt á Landsverki, er ikki óhugsandi, at fyrsta skotið í tunnilsbyggingini kann latast av seinni
seyði sjálvur. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við seyð. - Tá eg byrjaði at røkta í Sjeyndum fyri nógvum árum síðan, vóru vit fýra røktingarmenn, men í fleiri ár hava vit bara verið tríggir. Steinbjørn [...] ógvuliga lúrin ætt, har tú kundi bera livandi ljós úti millum hørðu hvirlurnar. Sjálvur sigur Steinbjørn seg eisini hava upplivað hetta – at tað kann vera púrast stilli millum hvirlurnar slíkar dagar. Børn undir [...] kommununi at selja hesi grundstykki til fólk, sum ikki ætlaðu sær av búgva her. - Her komu nøkur hús, sum fyri tað mesta vera leigað út og tey, sum eiga húsini, eru her bara av og á, sigur hann. Hann sigur, at
almennari festisskipan, sum burdi verið avtikin fyri 300 árum síðani, sigur Torkil Dalsgaard. Hann vísir á, at trupulleikin er, at man sum festari sjálvur má standa fyri rakstrinum og viðlíkahaldinum av bygningunum [...] okkara í veð, fyri at uppihalda ognum, sum vit í síðsta enda onki eiga í, sigur 35 ára gamli bóndin. – Hendan skipanin er ótíðarhóskandi, sigur hann. ##med2## Hvørja loysn sært tú so fyri tær í staðin? [...] landbúnað, sum gevur meining fyri bæði land og fólk. Men har er einki at heinta í erva. Har er eingin politisk visión. – Eg haldi, at politiska skipanin má gera upp við seg sjálva, um man vil halda fram
uga stóran týdning fyri Klaks víkina. Karl Johansen ásannar, at uttan fiskivinnuna var Klaksvík ikki tað, sum býurin er í dag. – Fiskivinnan hevur velduga stóran týdning fyri Klaksvík og Norðoyggjar [...] stásiliga skipi kunnu bera bringuna høgt, sigur hann. ##med3## Fíggjarlig styrki Borgarstjórin sigur seg fegnast um góðu gongdina í vinnulívinum í Klaksvík, bæði tá ræður um flakavinnuna í Barentshavinum
Mikudagin er seinsti filmur í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin. Tað er bretski holocaustfilmurin One Life við Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum. One Life sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um [...] bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938, og við egnum eygum sá, hvussu jødar vórðu viðfarnir, gjørdi hann tað, sum hann helt vera [...] sjónvarpssending hjá BBC, That’s Life, møtir øllum børnunum, hann hjálpti og bjargaði, kundi hann læra seg at liva við, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar, sum í Prag 50 ár undan
nakran stóran leiklut í teirri etableraðu føroysku listasøguni. Vit skulu heilt aftur til byrjanina fyri at finna ein blómumálara; slóðbrótarin Flora Heilmann, sum umframt at tekna og mála sítt umhvørvi [...] følir tann mjúka pelsin millum fingrarnar bara av at hyggja at eini tekning av eini kettu, sum rullar seg saman. Fríða dugir eisini sjáldsama væl at fáa sermerkta lyndið fram hjá hvørjum einstakum djóri, ið [...] einum tíðarskeiði í fjør, tá Fríða fekk starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og tískil kundi miðsavna seg um akvarel og tekning í tríggjar mánaðar. Í grikskari gudalæru var Iris gudinna og boðberi millum gudarnar
krónum í vinningi skipar Nám aftur í heyst fyri stuttfilmskapping fyri flokkar og bólkar í hádeild og á miðnámi. Kappingarevnið í ár er heimsmál 6, sum snýr seg um reint vatn og reinføri. Longdin á lidna [...] verður, at inspiratión er at finna á ráðstevnuni First Island Water Congress, sum Jarðfeingi skipar fyri í Norðurlandahúsinum í septembur. Stuttfilmurin verður gjørdur sum partur av undirvísingini, og lidni
at vinnumøguleikarnir eru so fjølbroyttir sum teir eru. Tað ber til at lata seg bóka av onkrum av incoming feløgunum fyri ein fastan takst sum fleiri velja at gera. Men tað eru eisini fleiri av útbúnu
hevur í nógv ár verið í sera vánaligum standi. Fyri nøkrum árum síðani blivu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl. Tað vísti seg, at tilfarið helt ikki, tá veturin kom. Hóast