bundin av ættarbandið, uppvøkstri, stað ella arbeiði? Sum oftast vil svarið vera: Passión! Hetta er eisini svarið uppá, hví seks sera ymiskar kvinnur fyri aðru ferð hava framsýning saman: eldhugað passión [...] passión fyri grafiskum prenti. Tilvildin vildi, at 5 kvinnur hittust fyri fyrstu ferð, tá tær høvdu framsýning saman í februar 2021. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eydnaðist á so nógvar mátar ótrúliga væl [...] Marjun J. Hentze, Rakel Helmsdal og Rikke Bak og spennið er vítt innan prentteknikkir og myndaevni. Hesaferð eru so ymiskir teknikkir sum skurðprent, gelprent, carborundumprent, turrnál og cyanotypi við á
skrúvaður saman, sum eg jú eri – ein kendur maður segði eina ferð: Her standi eg og kann ikki annað Luther. Kirkjan er ikki partapolitisk ella eigur ikki at vera tað, men hon hevur eina rødd í hesum heimi [...] tað nakað tú hevur hugsað um? – Eg hugsi at tað eru nógv atlit at taka. Øll tjóðin er í kvirru hesa løtu meðan prædikan verður hildin, og landsins myndugleikar sita í kirkjuni, tí er hetta eitt serstakt [...] Afrika og gerast trúboðari. Hann segði: annars verður tú einans ein vanligur prestur antin í Noregi ella í Føroyum. Hetta setti gongd á eina tilgongd, sum endaði við at vit bæði við børnum fóru til Tansania
frá í førum sum hesum, var vanliga ikki tendraður á Vesturbúgvanum – og tað var hann heldur ikki hesa ferð. Skipararnir á Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum tosaðu ikki saman sum teir plagdu tá ið teir kastaðu [...] kanal. Skiparin á Eysturbúgvanum hevði nokk at gera tí teir kastaðu og varnaðist ikki, at vandi var á ferð, fyrrenn tað var ov seint. Sjógvur kom inn á verksmiðjudekkið og tískil sakk Eysturbúgvin. Var sjógvurin [...] ikki til at siga við vissu, hvussu verksmiðjudekkið fyltust við sjógvi, antin vóru hurðar ikki aftur, ella vórðu tað brostnar upp av trýstinum. Ein onnur forkláring kann vera, at skansaklædningurin til fa
Hvørja ferð, ætlanin at gera ein Suðuroyartunnil hevur verið til umrøðu í Løgtinginum, hevur næstan eingin endi verið á vælvildini, tí eingin hevur sagt annað enn at tað er rætt at gera hann. Men spurningurin [...] tað ikki longur sjálvsagt, at Løgtingið fer at taka undir við ætlanini. Rentan er hækkað eitt sindur hesa seinastu tíðina og útlit eru fyri enn fleiri rentuhækkingum. Og Bill Justunissen sigur, at tað, hann [...] at gera undirsjóvartunnilin, tí so verða rentuútreiðslurnar ov høgar. Akkurát hvar pínumarkið er, ella hvørjar politikarar, talan er um, sigur hann einki um. Men sjálvur vissar Bill Justinussen um, at
av, at bløðini ikki eru komin heim til tíðina, og serliga hesa seinastu vikurnar hevur gingið illa í hond. Orsøkin liggur hvørki hjá okkum ella Posta, sum stendur fyri flutninginum heim, og heldur ikki [...] Orsøkirnar eru ymiskar, hesaferð var ikki fólk í Kastrup at lasta flogfarið við postfrakt, og tí fáa flestu haldararnir ikki bløðini fyrr enn mánadagin Einki er so troyttandi sum ikki at fáa eina vøru [...] sortera bløðini og bera tey út fríggjadag. Tað gongur, um tey koma hóskvøld, men koma tey fríggjadag – ella enn verri fríggjakvøld, so er eingin kjansur at haldararnir fáa bløðini. Sjálvt um tað í flestu førum
enn einaferð kannað. - Løgreglan kann vátta, at vit hesa vikuna hava gjørt eina nýggja ástaðarkanning. Vit hava gjørt nakrar einfaldar endurgerðir ella rekonstruktiónir, nakrar tilvísingar og hava mett um [...] oktober í 2018, vita ivaleyst eisini, at maður hennara, Tom Hagen, framvegis er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Í langa tíð varð hildið, at konan var rænd, tí í heiminum, tá hon [...] um kanningar, vit áður hava gjørt. Gjermund Hanssen sigur, at endamálið hesaferð eisini var at síggja kriminalteknisku sporini í einum ávísum samanhangi og finna út av, um aðrar kanningar skulu gerast
kunnugt hava nógvar atfinningar verið av graslíkisvøllum, tá um gummigranulatið viðvíkur, tvs. fyllan ella hetta leysa tilfarið oman á vøllinum, og sum kann dálka náttúruna. Graslíkisframleiðarar hava tí eisini [...] eisini lagt seg eftir at menna umhvørvisvinarligar loysnir, og UEFA hevur eisini eggjað til hesa gongd. Sum kommuna og saman við fótbóltssamfelagnum skulu vit sjálvandi taka ábyrgd av umhvørvinum. Og tað [...] altíð góður og altíð hjálpast tey um venjingartíðir, tá vøllur ikki er tøkur nakrar vikur, hvørja ferð graslíki verður skift. Takk skulu tey hava fyri tað. - Tá hetta árið er runnið, er alt sum bendir
svenskan lutt, og tað er helst fyrstu ferð, at hetta ljóðføri er upptikið í Føroyum, so her skrivaði Niels aftur søgu. Tíverri náddi Niels ikki at uppliva hesa útgávu, hann fór um sýnina áðrenn. Holgar [...] runnið síðani Tulipanærin ljómaði í 1970, og árini frameftir. Men til ber at rógva aftur á aftur, ella gera come back, og tað ger Jaspur nú. Hann gevur nú eitt lag út. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði
hátíðardagur, tá føroyingar bjóða tjóðfuglinum vælkomnum heim úr fjarskotnum londum. Eftir drúgva ferð lendir tjaldrið aftur á okkara veðurbardu oyggjum. Nú er tíðin komin at hvíla seg og savna sær megi [...] hevur einstaklingurin tvinnar møguleikar: hann kann antin tillaga seg eftir broyttu viðurskiftunum, ella hann kann leggjast uppi og onki gera. Koronatíðin var ein slíkur ófriður, ið órógvaði tilveruna, og [...] seg sjálvan, hvussu kann eitt evarska lítið virus megna at leggja allan heimin lamnan. Fyri fyrstu ferð í okkara vaksna lívið upplivdu vit eina herviliga kreppu nær okkum, og máaði hon samstundis grundarlagið
spurdir ella hoyrdir um siðvenjurnar á skúlanum. Spurningar til skúlastjóran verða ikki svaraðir. Verða spurningar settir á lærarastevnuni, verða teir ikki svaraðir har, men privat til spyrjaran - ella slett [...] num í Vestmanna og Lærarafelagnum. Tað eru einir 26 lærarar á skúlanum og av teimum hava teir 18, ella ein stórur meiriluti, skrivað undir brævið, sum ein av teimum kallar bæði eina klagu og eitt neyðarróp [...] tiltøkum á skúlanum, hvørki í samband við framløgur, vitjanir, føroyskan dans, føstulávint, konsertir ella sjónleik. Teir næmingar, ið fara úr skúlanum, hava sett orð á, at teir kenna ikki persónin, sum skal