Tríggjar kappingar í styrkilyfting fyri framman

So verður aftur kapping í styrkilyfting.

Fyrsta føroyameistarastevnan í styrkilyfting (powerlifting) undir Føroya Styrkisambandi varð hildin á Føroyaleikunum fyrr í summar. Vár Guriarhannsen úr Styrkifelagi Føroya gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum við íalt 365 kilo. Hjá monnum varð Rógvi Sørensen úr Burn Athletics føroyamestari við íalt 580 kilo.

 

Nú verður aftur kapping í styrkilyfting. Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð.

 

Lyftini eru ávikavist beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlift).

 

Byrjað verður við beinbend nú leygardagin 27. august klokkan 13 í Tvørmegi. Bonkpressað verður leygardagin 3. september klokkan 14 í Burn. Rættstøðulyft er leygardagin 10. september klokkan 13 í Yndi. 

 

Møguleiki er fyri at seta føroyskt met í bonkpress. Kappingin er skipað eftir reglumum hjá Føroya Styrkisambandi, tað vil siga góðkendir dómarar og altjóða dopingreglar.

 

– Nakrar tilmeldingar eru komnar, og meldast kann framvegis til við at ringja til Niels Áka Mørk á 223336 ella á https://www.surveymonkey.com/r/5RF9B56, siga tey úr Føroya Strykifelag.