verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa. Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá : “Hendan útgávan stendur hjarta mínum [...] konsert á skránna tann 16. oktober. Atgongumerkini til hesa konsertina kunnu nú keypast á NLH.fo Hetta verður fyrsta konsertin í longu konsert røðini, ið liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna
norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja trúskapareið til grundlógina. Hetta verður væntandi gjørt innan fáar dagar. Tá Haraldur gjørdist kongur í 1991, svór hann eiðin í Stórtinginum [...] Jarðarferðardagurin verður ikki almennur frídagur. Einstakir skúlar og arbeiðspláss kunnu tó meta um, hvørt næmingar og starvsfólk skulu fáa møguleika at fylgja jarðarferðini í sjónvarpinum. Norska stjórnin [...] stjórnin hevur lýst landasorg frá fríggjadegnum og til eftir jarðarferðina. Eingar fastar reglur eru um landasorg í Noregi, og tí hevur stjórnin givið út eina vegleiðing. Har verður mælt til at vísa sorgina
samstarva um tulkingina. Leinkja til 3D-myndilin er her: https://skfb.ly/pMNwC Staðfest er, at fyrsta metingin – at orðini „hvílir her“ standa á steininum – var røtt. Enn er tó ógreitt, um eitt persónsnavn [...] ella prýði. Standmyndir av ápostlum ella halgimennum við posabók vóru vanligar í 15. og 16. øld. Hetta samsvarar væl við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í út [...] er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann. Báðir
at varðveita hóskandi dyrkilendi. Hetta gjørdist millum annað aktuelt, tá ætlanir vóru um at gera ein stóran veg í sambandi við kanningar til eina tunnilsverkætlan um økið, har Veltan heldur til. Í hesum [...] tilfeingi í Føroyum. Um Føroyar í framtíðini skulu kunna framleiða ein størri part av sínum egna mati, er tí eisini neyðugt at hugsa um matframleiðslu, tá avgerðir verða tiknar um, hvussu lendið verður [...] eru nevndarlimir. Á aðalfundinum varð eisini eitt uppskot um broytingar í viðtøkunum lagt fram og samtykt. Broytingarnar snúðu seg serliga um endamál og visjón felagsins (§2 og §3), soleiðis at viðtøkurnar
minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið [...] ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt [...] odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt
bygdina. Ein skrá er løgd fyri dagin og kvøldið í Leirvík, og á leinkjuni her niðanfyri kann meira lesast um tiltakið. Lesið - https://in.fo/news-detail/hugnaligt-seglbatatiltak-i-leirvik-friggjakvoeldid
byrjaði við krøvum um alt tað, sum skuldi broytast, men fyrst royndi at byggja samband og álit. Fyrst samband. Síðani álit. Og kanska, við tíðini, eitt ja til hjálp. Hetta snýr seg ikki um at taka sjálvsa [...] at umstøðurnar vóru óvirðiligar. Vit hava ongantíð hoyrt nakað aftur um ta fráboðanina. Eg veit ikki, hvat hendi við henni, ella um hon førdi til nakra viðgerð. Og endamálið við hesum er heldur ikki at [...] ella ein almenn tænasta. Aftanfyri hetta liggur eisini ein familjusøga við umsorganarsvíki, ótryggleika og alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum
leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini [...] døming, ið viðmerkjarar eru samdir um, var púra skeiv. Føroyska álopið kom spakuliga ígongd, men gekk spælið nógv innyvir miðjuna og pakkaðu norðurmakedonar væl saman um Boas á Skipagøtu, Jónas Fossabrúgv [...] byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga væl um miðjan hálvleik, har okkara hálaðu 7 mál inn og komu uppá javnt, 26-26, eftir 46 minuttir. Føroyar
bummgjøldum. Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár Um viji er at fremja verkætlanina, ber til at fara undir at bora í morgin, sum ein annan dag. Tá verður koyrandi í Kalsoynna um fýra ár. Hundratals milliónir eru [...] setti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard spurningin, um Norðoyatunnilin kann byggja Kalsoyatunnilin. Hetta er ein gongd leið. Tunnil sum rekur Norðoya- & Vágatunnilin, eigur yvir 100 [...] mió á bók, og krevur við verandi prísum millum 10 og 15 mió ov nógv inn í bummgjøldum árliga. Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og
evropeiskum høvuðsstaðum. Millum annað hevur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, ávarað um, at beinleiðis amerikanskur fíggjarligur stuðul til politiskt orienteraðar miðlar kann verða fataður [...] greitt hvør fær stuðulin Enn er ikki greitt, hvørjir miðlar, journalistar ella felagsskapir kunnu søkja um stuðulin. Reuters hevur heldur ikki fingið váttað, hvørji lond verða fevnd av skipanini, ella nær [...] konservativ virði og felagsskapir, sum arbeiða við talu- og trúarfrælsi, innflyting og tjóðarræði. Hetta ger ætlanina til eitt mál, sum kann fáa bæði miðlapolitiskan og uttanríkispolitiskan týdning í Evropa