hevur lært nógv av at vera við í sendingini. - Eg eri blivin betur til at baka, og havi roynt ymiskt. Gav mammu síni eitt lyfti Anna Røskva hevur sæð allar tær undanfarnu sendingarnar av Den store badedyst [...] Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift, og í trimum litum. - Mamma náddi at gera hana lidna, beint áðrenn hon fór. Av tí at troyggjan [...] baka í henni, skuldi okkurt komið uppá hana. - Men eg hugsaði, hvussu ofta fái eg hendan møguleikan? At vera í troyggjuni hevði eisini tann fyrimunin at Anna Røskva ikki bleiv køld, tí tað var kalt í teltinum
ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi. Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, og síðan hevur blágula flaggið fingið serligan [...] var við til hátíðarhaldið í Kyiv saman við ukrainskum hermonnum, politikarum og útlendskum gestum. Við hátíðarhaldið varð eisini mint á tey, sum hava latið lív í verjuni av Ukraina. ##med2## Ukrainski [...] Ukrainski tjóðarflaggdagurin varð settur á stovn í 2004. Dagurin sipar millum annað til 23. august 1991, tá ein bólkur av tjóðartingslimum bar blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum. ##med2##
krossvegnum við Nýggjaveg mitt í býnum, tá ein bilur rendi á ein annan. Sambært løgregluni var talan um nakað av skrokkskaða, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan sigur, at sýnið í krossinum er eitt sindur [...] Vanliga fær ein bilførari í minsta lagi eitt klipp í koyrikortið fyri at bróta víkiskylduna. Endar brotið við einum samanstoyti, kann tað eisini hava við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
sluppini, Golden Harp, eins og modellið av henni hongur í kirkjuni í Skopun. ##med2## Sverri Láadal leggur aftrat, at Golden Harp rak á land í Hvalvík í 1924 og gjørdist vrak. - Vrakið gjørdist okkara besta [...] Í gjár var Sverri Láadal framvið hjá Gerhardi Lognberg, fyrrverandi borgarstjóra í Skopun. Ørindini vóru at handa Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini [...] mynd av Sverra og Gerhardi, har Gerhard stendur við einari heilsan, sum Sverri hevur skrivað - og stóra naglanum. - Nú er tað so, at eg havi eitt sindur við Skopun at gera, og skopuningar áttu í sluppini
letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað endaði [...] bóltin framvið 17 ára gamla Markusi Johansen í FC Hoyvík málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at hann vardi málið í 1. deild, og hetta var triðja ferðin, at hann fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið skoraði [...] so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe
setanina av mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag. Í uppskotinum [...] Andrass Midjord 2018 Edmund Joensen 2017 Leguhúsið í Nesvík 2016 Hósvíkar Róðrarfelag 2015 Nicolina av Kamarinum 2014 Johannes Johannesen 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 2012 Asfinn Sigvardsen 2011 Esmar Dahl [...] gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer
andevni, sum virka móti beta-amyloid, ið legst í heilan hjá fólki og verður mett at vera ein av orsøkunum til demenssjúkuna. Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í 2025. Tað er tó upp til einstøku londini at taka [...] høgur í mun til gagnið av viðgerðini. Hini Norðurlondini eru komin til somu niðurstøðu. Danska Heilsuráðið viðger í løtuni, um Donanemab skal viðmælast. Avgerðin verður væntandi tikin 26. november í ár. [...] finnast, um heilivágurin verður tikin í nýtslu. – Samanumtikið eru vit í Føroyum sostatt í eini bíðistøðu, sigur landsstýriskvinnan. Tá danska Heilsuráðið hevur tikið støðu í november, fer føroyska Ráðið fyri
lagnum í 22 ár, legði frá sær fyrr í ár vegna aldur. Síðani hevur Eirik Mørkøre, fíggjarleiðari í felagnum, røkt stjórastarvið fyribils. Hann heldur fram sum fyribilsstjóri tað, sum eftir er av árinum [...] við í Fjarhitafelagnum. Av umsøkjarunum eru 23 menn og tvær kvinnur. Tað skrivar Kringvarpið. Nýggi stjórin skal eftir ætlan taka við starvinum 1. januar 2027. Hans Christian Dam, sum var stjóri í Fja [...] árinum. Fjarhitafelagið varð stovnað í 1988 og er felags ogn hjá SEV og Tórshavnar kommunu. ##med2##
Tað var longu í desember í fjør, at øll kampingplássini til Norð Festivalin, sum verður á Viðareiði hin 29. august, vórðu útseld. Tí hava fyrireikararnir roynt at víðkað um útboðið av kampingplássum, og [...] - Stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk ætla sær at leggja leiðina til Viðareiðis seinasta vikuskiftið í august, siga fyrireikararnir av Norð Festivalinum. ##med3## [...] mugu bara ásanna, at áhugin fyri festivalinum og kampingplássum er metstórur í ár. Fyrireikararnir eru púrasta ovfarnir av, at áhugin fyri kamping er vorðin so stórur, og tí hevur verið arbeitt við at