skrivar ein annar. Ein lesari sigur, at hann bara hevur sæð lús á fiskinum, sum hann hevur fingið innarliga á sjónum. - Tá lús var at síggja á fiskinum, var tað gott tekin, søgdu teir gomlu, tí tá var nógv [...] Ein maður, sum regluliga fiskar við ferðafólki, spyr á sínum Facebook-vanga, um aðrir, sum fiska tosk, hava lagt til merkis, at toskurin er fongdur við lús. - Havi lagt til merkis, at toskurin í summar [...] og eg havi ongantíð áður sæð so nógva lús á toski. Maðurin spyr tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki
1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Hin fremmandi er danski hvalav [...] Filmsfelagnum er "No Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Eiler [...] syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um
hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at talan fór at verða um stóran spenning. Petur Knudsen átti uppleggið, tá ið Marius Kryger Lindh beinanvegin legði heimaliðið á odda, og áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin [...] sær, at NSÍ nú er seks stig undan KÍ, sum er næsti avbjóðarin. Í annaðkvøld fara klaksvíkingar suður á Argir. At tað er serligur lætti í NSÍ leguni kemst av, at heimamenninir og størstu FM favorittarnir [...] hálvrunnin, var tað Sammy Skytte, sum aftur í dag var fremsti maður, sum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Beinir Nolsøe, og so var 2-0. Beinanvegin eftir steðgin sást, at EB/Streymur var ágangandi
Flemmingi kann á ein hátt deilast upp í tvey. Fyrra tíðarskeiðið sum maskinsmiður og seinna tíðarskeiðið sum løgtingsmaður. 21 ára gamal bleiv hann útbúgvin maskinsmiður. Hann lærdi og starvaðist á Garðasmiðjuni [...] var hann eisini av og á við til nakrar av nýbyggingunum í 80´unum í Vágs Skipasmiðju. Flemming Mikkelsen var ein álitismaður. Hann var eisini ein sera fyrikomandi og vælumtóktur maður, hóast stillur og fáorðaður [...] Johan Dahl, løgtingsformaður, hevði á tingfundi mikudagin minningarorð um fyrrverandi løgtingsmannin í Vági, Flemming Mikelsen, sum andaðist herfyri: Flemming Mikkelsen varð føddur 21. novembur 1930 í
annað hitt eldsálir í Vágoynni, á Strondum og á Velbastað, sum arbeiða við felagsveltum og vakstrarhúsverkætlanum. Veltan ynskir í framtíðini at leggja enn størri dent á at deila royndir og vitan og at [...] meira enn at velta grønmeti á einum jarðarstykki á Sandi. Royndirnar úr moldini hava verið grundarlag undir undirvísing, vitanardeiling, samstarvi og politiskari ávirkan. Veltan á einum vegamóti Hóast Veltan [...] matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv á felagsskapum, har vitan og royndir verða bornar víðari. Vit hava tørv á at verja ta jørð, sum kann
Hoyvík og 17 ára gamli, Silas Heinesen, sum býr á Skála, eru vinmenn. Tað, sum teir serliga hava til felags, er hugurin at vera á báti - og ikki bara at vera á báti, men teir hava eisini rikið útróður saman [...] túr til skips, tá framhaldsskúlin er liðugur. Á landingarmiðstøðini á Toftum, har teir hava verið við fiskinum eftir loknan útróðrardag, hevur onkur havt á munni, tá tey hava sæð Løðar og Silas í bátinum [...] hjá teimum. Silas Heinesen deilir ein egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið
tá 20 ára gamal og arbeiddi á skrivstovuni á Bacalao. Hans varð valdur í fyrstu nevndina, og tá nevndin skipaði seg, gjørdist hann skrivari. Hans gjørdist eisini blaðstjóri á Bergmáli, sum var málgagnið [...] sonurin Heðin tók við sessinum eftir hann. Hans var eisini ofta orðstýrari á landsfundum hjá Javnaðarflokkinum. Seinast var á landsfundinum í Sørvági í 2021, har myndin omanfyri er frá. Tá vóru 56 ár liðin [...] alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann. Tá var Hans bara 13 ára gamal. Nøkur ár seinni gjørdist hann sjálvur virkin í politikki. Í oktober
smæðin maður, ið treivst best millum vinir, familju og arbeiðsfólk títt. Her vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar hjá okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka [...] raktu tangentarnar, so hevði eg verið ein heilt onnur, enn tann eg eri í dag. Mangan havi eg sitið á møti í Salinum og bíðað spent eftir, at tú skuldi fara upp og spæla uppá. Tað var hæddarpunktið [...] mong tey 40 árini og meira, tú trúfastur spældi undir í Bethel. Síðan fanst tú saman við Orðið á borðið í Frelsunarherinum, og tað var ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri
enn ein er á Kambsdali. Niðan, niðan og niðan. Jónatan var á ”heimavølli”, og hetta útnyttaði hann, og fór frá Andrass, tá síðstu hæddarmetrarnir skuldu traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu [...] Mirmansvegi, og víðari á mál í Kambsdal. Tað var aftur sterka trio´in - Pauli Poulsen, Bergtór Thorsteinsson og Kostas Garoflos - sum longu á Gøtueiði, ávegis til Runavík, sum setti dám á kappingina, og sum [...] ein mun á smáar tríggjar minuttir. Sannførandi sigur, sum saman við góða Einkultstartinum, ger at Pauli nú liggur klárt á odda samanlagt. Bergtór og Kostas fylgdust líka til fáir metrar vóru á mál. Teir
tað goymi eg altíð í mínum hjarta. Eg vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum [...] ferð á, líkamikið hvat tú gjørdi. Løturnar vóru eisini góðar, tá vit spældu borðspøl. Tú vildi endiliga vera uppií og vildi helst vera í parti við øllum, mangan til forargilsi hjá tí, sum tú spældi á liði [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart so ótrúliga