dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum og leggja hald á lutir, sum kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann. Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlen [...] Manningin á Bandero, skipinum hjá Paul Watson-felagsskapinum, er framvegis umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Sundahavn í Reykjavík. Tað skrivar RÚV. Sambært Skúla Jónssyni, yvirløgreglumanni [...] hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av manningini hevur eisini hildið upp á, at løgreglan
kærd til íslendsku kærunevndina í útlendingamálum. Bandero liggur framvegis afturhildið í Akranesi. Hvalur hf. hevur kravt skipið afturhildið sum trygd fyri einum endurgjaldskravi í sambandi við átøkini [...] varð víst aftur. Málið skal tí væntandi fyri héraðsrættin í Vesturlandi. Sakførarin vónar kortini, at ein loysn verður funnin fyrr, so skipið kann fara úr Íslandi. Næstan øll upprunaliga manningin er farin [...] nýggjum skipspappírum úr Panama. Skipið ikki kann sigla lógliga, fyrr enn neyðugu pappirini eru fingin sum prógv.
barnakonur, sum leigaðu sær hotellkamar við klimaanleggi fyri yvirhøvur at halda hitan út. París verður ofta sett í samband við hugna, kaffistovur og romantikk. Men hitin fær býin til at kennast sum ein sauna [...] stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu eiga, noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni. Tað, sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar [...] hóttanin móti føroysku náttúruni er ikki ein vindmylla á einum fjallaryggi – tað er veðurlagsbroytingin, sum vit sjálvi geva okkara íkast til, hvørja ferð vit brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent
einum útryðini av Conakry sunnunáttina. Nógv regn hevði verið, tá ein stór mongd av ruski knappliga rapaði og skolaði oman yvir hús, sum standa tætt við ruskplássið. Sambært AFP hava myndugleikarnir upplýst [...] eru á staðnum. Vanlukkan hendi umleið klokkan trý um náttina lokala tíð. Tað hevði regnað illa, og ein stórur partur av ruskfjallinum rapaði niður á húsini kring ruskplássið. Leitingin eftir fólki helt [...] vanlukkuna, og gravimaskinur vórðu settar inn fyri at grava ígjøgnum ruskið. Dar es Salaam-ruskplássið liggur í einum fólkaríkum øki í Conakry, og hús standa heilt upp at stóru rúgvunum av burturkasti. ##med2##
sunnanfyri. Mitt ímillum liggur myrka Mesak Settafet-háslættin, har nakni hellubotnurin stendur týðiliga fram ímóti appilsingulu sandheyggjunum. Myndin er sett saman úr upptøkum, sum Copernicus Sentinel-2 [...] spjaddur gróður og dyrkað lendi, sum verður vætað nærindis bygdum økjum. Harímillum er býurin Murzuq. Stóru sandøkini umgyrða klettaháslættar og brattar hellingar. Tað skapar ein týðiligan mótsetning millum
an, Nicole Kidman, ferðast við luksusferðaskipinum Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn. Vit hava ikki fingið váttað, um Oscar-vinnandi sjónleikarin Nicole [...] steðgistað er Lerwick í Hetlandi. Nicole Kidman er ein av kendastu sjónleikarakvinnunum í Hollywood. Hon hevur millum annað vunnið Oscar fyri leiklutin sum Virginia Woolf í The Hours og hevur havt høvuðsleiklutir [...] sjónleikarakvinnuni. Úr Íslandi til Havnar Evrima fór úr Reykjavík 18. august á einari tíggju daga ferð, sum eftir Ísland gongur til Føroya, Hetlands og Skotlands og endar í London. Sambært ferðaætlanini kom
hava ein avgerandi leiklut í hesum. Barentshavið liggur norðan fyri Noreg og Russland og eystan fyri Norskahavið. Í samrøðum við embætisfólk úr ES hevur Noreg víst á, at økini í Barentshavinum, sum eru [...] eru latin upp fyri oljuboringum, eru ísfrí eins og Norðsjógvurin. Tí er vandin fyri oljulekum og øðrum umhvørvisárinum minni, siga norðmenn. Noreg hevur eisini ført fram, at virksemið tryggjar arbeiðspláss [...] ss og búseting í norðaru pørtunum av landinum, sum liggja upp at markinum við Russland. Terje Aasland hevur varhugan av, at ES lurtar eftir norsku sjónarmiðunum. Hann leggur samstundis dent á, at Noreg
Professor Moltsjanov, sum liggur í Barentsburg. Í norska uttanríkisráðnum siga tey, at Noreg fer at tryggja russisku borgararnar, sum eru komnir í eina trupla støðu. - Svalbard er ein partur av norska ko [...] fer at gera tað, sum landið megnar, fyri at tyggja russiskar borgarar á Svalbard. Tað var mikukvøldið, at norskir myndugleikar løgdu hald á russiska skipið, Professor Moltsjanov, sum liggur við bryggju í [...] Tað er almenna olju-og gassfelagið í Ukraina, Naftogaz, sum hevur biðið norsku rættarskipanina um at leggja hald á skipið. Í apríl í 2023 álegði ein dómstólur í Haag Russlandi at gjalda ukrainska Naftogaz
út yvir kvøldið. - Hetta er ein samlað meting út frá støðuni, soleiðis sum hon er beint nú, sigur hon. Í dag kunngjørdi norska kongsslottið, at støðan hjá Haraldi, kongi, sum er innlagdur á norska ríki [...] ríkissjúkrahúsinum, er ógvuliga álvarslig. - Vit fara leypandi at bera tíðindi, sum eru knýtt at heilsustøðuni hjá kongi, sigur Sofie Gran Aspunvik.
Fleiri nýggir bilar seldir August var annars ein góður bilamánaður í stórum parti av Norðurlondum. Í Finnlandi vórðu 6.642 nýggir persónbilar skrásettir, sum er ein vøkstur upp á 26,2 prosent samanborið við [...] bilasøluna í Norðurlondum, sum Bilstatistik.dk hevur savnað. Í august vórðu 13.274 nýggir elbilar skrásettir í Noregi. Til samanberingar vórðu bara 64 nýggir dieselbilar og 30 bilar, sum einans koyra við bensini [...] fult elektriskur, sigur Geir Inge Stokke, stjóri í norska Opplysningsrådet for veitrafikken. Noreg liggur langt fremst av teimum fýra stóru norðurlendsku bilmarknaðunum. Í Danmark vóru 85,9 prosent av nýggju