úttalar seg til Føringin, er Uni Næs, sóknarprestur í Vestmanna. Hann vísir á, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Kirkjan stendur á einum álvarsomum vegamóti. Hvat við teimum pedufilu, skulu [...] at gifta samkynd³. Tað er heitið á grein í Føringinum herfyri. Í greinini tosar Dánjal Højgaard við fleiri føroyskar prestar um evnið at gifta samkynd. Niðurstøðan í greinini er, at stórur meiriluti av [...] vestmannaprestur. Tað er hesin seinasti spurningurin, um tey pedofilu, ið hevur fingið ilt í Hera Eysturlíð. Í einum lesarabrævi í Sosialinum og Dimmalætting spyr Heri Eysturlíð, um Uni Næs er í ørviti. ?Góði
Sambært nýggju skipanini er løgtingsformaðurin hægsti politiski myndugleiki, og tað er tað eisini hann, sum í síðsta enda ger av, hvussu gingið verður á ólavsøku. Eg haldi, at tað er av sera stórum týdningi [...] Nevndin mælir til at gera broytingar, men tá álitið er eitt innanhýsis arbeiðsskjal hjá formansskapinum í løgtinginum, fari eg ikki at almannakunngera, hvat nevndin mælir til. Eg fari at taka málið upp á fundi [...] týdningi, at vit fáa lagt ólavsøkuskrúðgonguna í fasta legu, sigur Jógvan Ingvard Olsen. Men eyðsæð er, at hon má skipast á besta hátt fyrst, leggur hann afturat. Jógvan Ingvard Olsen sigur, at broytast
halda ofta, at um annað forhjólið er slitið skeivt, so er tað sporingini, ið galið er við. Men so einfalt er tað kortini ikki, sigur Fríðrikur Bláhamar. Hann vísir á, at her er tað so nógv annað, ið spælir [...] ímillum dekkið og asfaltið soleiðis, at bilurin missir takið, og tá er tað sum at koyra á ísi. Á motorvegnum er ferðin sera nógv og vandin er tí stórur, eru dekkini ikki í lagi. Fríðrik Bláhamar vísir á, at [...] eisini avbalanserað. Tað merkir, at kannað verður, um javnvágin í hjólinum er í lagi. Er hon ikki tað, fer hjólið at rista, tí hjólið er tyngri í øðrum stað - ella at miðpunktið ikki verður í sentrum á hjólinum
hetta lítla samfelagið. Samarbeiði er lyklaorðið Og lyklaorðið her er samarbeiði. Longu frá byrjan av rendi Suni á Dalbø seg inn í júst henda trupulleikan: at tað er so torført at samarbeiða í Føroyum [...] og altavgerandi tað er - skulu vit fáa nakað burtur úr oljuvirkseminum - at vit arbeiða saman heldur enn at mótarbeiða hvørjum øðrum. Tað er sjálvandi sunt við kapping, men tá talan er um eina risastóra [...] oljuvinnu, so er neyðugt at seta seg niður saman og leggja saman ráð um, hvørjir møguleikarnir eru og hvat vit vilja - ikki bara hvør einstøk kommuna - men alt samfelagið sum heild. Burtur úr hesum er hann so
Í kvøld byrjar stevna á eystara armi á Skálafjørðinum. Tað er NSÍ, sum skipar fyri Skálafjarðastevnuni, men felagið hevur boðið fimleikafelagnum Støkk, Forna og Høganesi at samstarva um stevnuna. Hetta [...] á odda fyri Moirae til Runavíkar at spæla til dans í ítróttarhøllini. Á tivoliøkinum fer mangt og hvat at henda. Hornorkestrið fer at spæla, Jógvan Ingvard Olsen fer at ghalda miðnáttarrøðuna leygarkvøldið
Mørkøre skal á skúla í Havn eftir summarsteðgin er sannlíkt, at hann skiftir til HB. Tað er langt síðani greitt, at kenslan av at hoyra til ikki longur er so sterk millum føroysk fótbóltsfólk Gongdin seinnu [...] hvør frálíkur spælari hann er, men tað var eyðsýnt, at orkan gekk undan í seinna hálvleiki. Hetta er ikki nakað, sum hevur verið eyðkenni hjá Øssuri í landsliðshøpi, og tað er fyri at fáa gongd á aftur [...] altíð, og í fjør spældi Jan Dam í KÍ og t.d. runavíkingurin Elian Hansen í VB. Avgerðin er tikin Øssur Hansen er liðugur við B68 fyri í ár, og hann hevur váttað, at hann verður í GÍ restina av kappingini
landavegi verður at koyra við somu ferð, t. d. 80 km/t ella hvat nú einaferð er best hóskandi. Orsøkin til at vit heita á tykkum er, at tað er rættiliga vandamikið at so nógvar »fartgrensur« eru settar [...] myndugleikarnar við hesum trupulleika, men har er einki hent. Vit hava heitt á landsstýrið um at taka ferðslulógina til viðgerðar, tí vit meta, at hon als ikki er tíðarhóskandi. Sakaris Hansen vísir á, at [...] fylgjast Í skrivinum søgdu teir m. a.: » Tað er soleiðis vorðið, at vit ikki fáa útført okkara arbeiði sum ynskiligt hevði verið, tí at hámarksferðin fyri trailarar er bert 50 km/t á landavegi og 50 km/t í bygdum
frágreiðing um Lions Club og hvat endamálið við teimum er, og, eitt sindur um, hvat klubbarnir gera. Suðuroyarkalendarin er ikki bara at fáa í sølubúðum í Suðuroynni, hann er at fáa kring alt landið.... [...] hvønn mánaða er ein teigur, har í fólk kunnu skriva ymiskt upp, tey vilja minnast til. Eydnast hetta tiltakið, er ætlanin at Suðuroyarkalendarin skal koma út hvørt ár. Aftast í kalendaranum er ein stutt [...] álmanakka. Men nú er so ein Suðuroyarkalendari á veg, ein kalendari á suðuroyarmáli við myndum úr Suðuroynni. Kalendarin kemur í sølubúðirnar uppundir jóansøku í komandi viku. Hetta er ein funnin fressur
ongan iva vera um, hvat tey sekstan til átjan ára gomlu vilja hava. Okkara uppgáva er at bjóða næmingunum eina undirvísing, sum bæði gongur ynskjunum hjá næmingunum á møti og samstundis er í tráð við krøvini [...] hvussu væl royndin er fyrireikað: Vit kunnu læra av royndunum, sum aðrir hava gjørt, og vit kunnu umhugsa, hvussu tað kann lata seg gera at fáa sum mest burturúr í ymsu lærugreinunum. Tað er alneyðugt at ansa [...] sína teldu, og telduútbúnaðurin á skúlanum skal útbyggjast. Fíggjarligi parturin er ikki komin uppá pláss enn, men tað er greitt, at næmingarnir skulu sjálvir fíggja ein part, og at skúlin eisini skal hjálpa
tað er torførari at skipa fyri útferðum og ekskurisiónum, uttan at tað órógvar nógvar lærarar og nógvar bólkar, og tað er avgjørt ein vansi. Ov nógv skrivligt arbeið Omanfyri nevndu trupulleikar er tað [...] men rektarin er ikki í iva um, hvør størsti trupulleikin er, og at tað ber til at gera nakað við hann: Vit hava staðfest, at næmingarnir hava ov nógvar skrivligar uppgávur. Og tað er serliga í øðrum [...] foreldrasjónarmiði, og tað er gott. Tað vil siga, at tað er, tí lærararnir siga, at teirra børn hava ov nógv at gera, at skúlaumhvørvið hevur skilt korini hjá næmingunum? Nú er hetta ikki púra fremmant