sum Reeperbahn er, at ein konsert kann skapa sera nógv nýggj sambond. Málið er ikki bara sjálv konsertin í Hamborg, men at hon skal kunna lata dyr upp til aðrar festivalar, til nýggjar samstarvspartar og [...] til konsertina og til møguleikan, hon hevur fingið: "Eg gleði meg til at koma aftur til Týsklands at spæla. Eg havi júst spælt á Norden Festival í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum [...] kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg um nýggjan tónleik. Í septembur savnast fleiri túsund umboð úr altjóða tónleikaídnaðinum í Hamborg, tá
atkvøður. Valluttøkan var 82,5 prosent. Atkvøðugreiðslan snúði seg ikki beinleiðis um, hvørt Ísland skuldi gerast limur í ES. Spurningurin var, um íslendska stjórnin skuldi taka limaskaparsamráðingarnar [...] ætlanini um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Í fólkaatkvøðuni leygardagin søgdu 52,8 prosent nei, meðan 47,2 prosent atkvøddu fyri at halda fram við samráðingunum. Munurin var 12.701 atkvøður [...] Kristrún Frostadóttir, sigur, at stjórnin virðir úrslitið og ikki fer at halda fram við ES-tilgongdini í hesum valskeiðinum. Hon metir ikki, at tapið er eitt álitisbrot móti stjórnarsamgonguni. Heldur
tíðindafundi sambært AFP. Hon staðfesti samstundis, at stjórnin ikki fer víðari við samráðingunum um ES-limaskap í hesum stjórnarskeiðnum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ikki bindandi, men stjórnin hevði [...] Frostadóttir, vil ikki kalla úrslitið av fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig. Hon kallar tað heldur ein sigur fyri fólkaræðið. Tað skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið [...] Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland. Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin aftur við góðkenning frá íslendska Altinginum. Kristrún Frostadóttir vil sambært RÚV enn ikki siga, um stjórnin
Magnus Heri Mørk Hjelm (10.06.1942 – 28.07.2026) Ein velur ikki síni foreldur, men eg var so heppin at fáa júst teg til pápa. Tú lærdi meg so nógv, og tað eri eg so ómetaliga takksom fyri, og tað goymi [...] m at turka í sólini, og tað var øgiligt, sum týskararnir hugdu. Og so allar tær hugnaligu løturnar við klaverinum. Tú hevði heilt serstakar gávur, tá tú spældi, og tað var so vakurt at lurta eftir tær [...] spontant eitt kvøldið og bað okkum koma at hyggja eftir Olsen Banden, ið akkurát var byrjaður, og so lupu vit avstað. Tað var altíð hugnaligt og stuttligt saman við tær. Eg eri so glað fyri, at vit náddu
greiðir tó ikki nærri frá, hvat hetta ítøkiliga merkir. Ferjan var á veg til turkiska havnarbýin Taşucu. Sambært staðbundna miðlinum koppaði hon stutt eftir fráferð úr Kýpros, eftir at hon var farin at taka [...] talan er um. Á upptøkum á sosialu miðlunum, sum staðbundni miðilin Cyprus Mail hevur endurgivið, sæst ferjan liggja á hálvd í sjónum. Bert partar av skrokkinum síggjast oman fyri sjógvin. Enn er ikki greitt
henni verður afturvíst, at talan var um fólkadráp. Grønlendska landsstýrið hevur tó víst frágreiðingini frá sær. Á einum tíðindafundi fríggjadagin varð sagt, at hon ikki lýkur arbeiðssetningin. Hin frá [...] tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag. Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska landsstýrið ikki kunnað staðfest, um danski staturin hevur framt fólkadráp [...] Haag, ICJ. – Naleraq heldur ikki, at tað er gagnligt at fella ein politiskan dóm ella geva eina politiska frídøming. – Bara Altjóða dómstóllin kann taka eina bindandi avgerð um ábyrgdina hjá Danmark sum
fráboðanin um grind kom umleið klokkan 18 í gjár. Tá varð ein grind sædd úti í Djúpunum. Avgjørt varð at lata hana fara. Umleið ein tíma seinni, klokkan 19.15, varð aftur boðað frá grind. Hesaferð var hon út fyri [...] Hvítanes á Streymoynni. Heldur ikki henda grindin varð hildin til eftir avgerð frá sýslumanninum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Sambært fráboðanunum var talan um smærri bólkar av grind.
arbeiða við. - Vit kannaðu um hetta var nakað sum riggaði til okkara ull. 12 kilo av ull bleiv send til einasta mikrospinnarí sum var í Danmark. Ullin bleiv spunnin, fyri at kannað um hon hóskaði til maskinurnar [...] verður hon løgd í kurvar har hon tornar. - Onkur ull er framvegis full í grasið og mosa, onkuntíð er hon tøvd nakað, og má hálast sundur. Tú skalt meta um, handfara og pilka burturúr. Ullin sum ikki er egnað [...] fyri fýra árum síðani, og Guðrun Elttør var við frá byrjan, tá hevði hon, sum so mong onnur, lítlan kunnleika til tað at virka ull. - Tað sum eg helt vera áhugavert var íverksetanin, at fáa hetta at rigga
málinum aftaná, at tað varð samtykt í februar, hetta er ikki so, tó at tónin á sosialu miðlunum er vorðin bæði hvassari og harðari. Longu í 2016 var staðsetingin til hoyringar hjá reiðfeløgunum, tá staðsetingin [...] gongufólk, men eisini reiðfólk og súkklarar. Hon er eitt knútapunkt í tí stóra netið av náttúrugøtum, ið kommunan hevur gjørt í og kring býin. Nú undirtøka ikki longur er fyri verandi uppskoti, fer menta [...] Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini. Tí fara vit á fundi í Mentamálanevndini komandi mikudag, at skjóta upp
Tað var serliga sigandi lógin fyri skúlan ikki kundi fylgjast, tí nøktandi játtan ikki var sett av. Sostatt gav lógin ‘rættindi, ið í roynd og veru ikki góvu nakran rætt’. Hetta má sum heild ikki henda [...] tilmæli eru longu til Tørvurin er ikki ókendur. Álitið um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni frá 2024 staðfesti, at innbúgvið í ovaru lonunum ikki var tíðarhóskandi og ikki hóskandi til eitt heildagstilboð [...] íverksetanarkostnaðurin var um 850.000 krónur, umframt ávísar dagføringar av bygninginum. Tá skúlin í 2026 kortini sigur seg ikki hava ráð til neyðugar leikur, er trupulleikin ikki vantandi vitan. Trupulleikin