80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum ferðafólki í einum leigubili. Leigubilar eru nýggir og hava [...] hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra [...] avmarkingin endar, verður ikki skeltað við 80 km/t aftur, hóast almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t. Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna. Nýggir
nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen. Men fyri Birgir er Ove Joensen ikki bara ein søga í eini bók [...] hansara, fyri dirvið, hann sýndi, og fyri tann íblástur, sum hann framvegis gevur nýggjum ættarliðum til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Eg fegnist ikki minst um, at nólsoyingar hava gjørt eitt virðiligt [...] n vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í
og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] okkum veggir. Hjálpt við máling, mati, ferðaseðlum, flutningi og øllum tí óvæntaða, sum altíð stingur seg upp. Fólk, sum ikki kendust frammanundan, hava arbeitt saman. Børn og vaksin hava steðgað á, prátað
partin. Ikki øll rossafólk eru samd Guttormur í Skála sigur seg hava tosað við fleiri rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini. – Fleiri halda ikki, at breytin er ein trupulleiki [...] hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka góð loysn, men vísir á, at fjallasúkklarar ikki eru samdir í tí. Hann heldur [...] Guttormur tekur undir við sjálvum boðskapinum, men heldur ikki, at formaðurin altíð ger tað sama. Hann vísir millum annað á, at eldri tekningar, sum sambært honum langt síðan eru sleptar, hava verið tiknar
hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast. Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei. Og eitt nei merkir ikki altíð: „Eg havi ikki tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin [...] alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] Eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og sum ikki megnar at taka ímóti hjálpini, soleiðis sum hon verður boðin. Hvør eigur heildina? Tað eru fleiri partar av skipanini, sum kenna ella hava
eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni. Verkini [...] undirvísing, millum annað eina masterclass hjá Steve McDonald, sum hevur arbeitt sum teknari fyri Pixar og Disney. Endaligu verkini verða prentað sum giclée fine-art prent við pigmentblekki á útvald listapappír [...] Tórshavn UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini
bústaðarskylduni er uppsagnargrund. Tá bústaðurin er ein skylda hjá sóknarprestinum er tað eyðsýnt, at prestagarðurin líkur tey krøv, ið annars er galdandi á bústaðarmarknaðinum. Bústaðarskyldan er ankrað í [...] Tað eru ikki einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið [...] um Tað er Føroya Stiftsstjórn, ið hevur ábyrgdina av prestgørðunum. Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at garðarnir skulu vera í góðum standi. Síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt
bólkum. Ein fiskidagur sigur ikki alt um veiðitrýstið Bólkur 5 B er ein samansettur bólkur. Men høvuðstrupulleikin er ikki, at pensjónistar ella fólk, sum ikki hava útróður sum fulltíðarvinnu, brúka dagar [...] inngongdin má ikki stongjast. Vinna, mentan og lív í bygdunum Útróður er ikki bara eitt roknistykki um tons fyri hvønn fiskidag. Útróðrarbátarnir koma vanliga til lands við fiskinum sama dag, sum hann er veiddur [...] ning er heldur ikki eins fyri øll fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað merkir ikki, at MSC
viðurskifti avgera altíð, nær tað loysir seg at fara til fiskiskap. Men júst tí kann hetta ikki brúkast sum argument fyri fiskidagaskipanini. Endamálið við fiskivinnustýring er ikki at tryggja, at fiskimenn [...] støði, sum verður mett lívfrøðiliga burðardygt. Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotuskipanum undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig [...] avbjóðing, sum ein kvotuskipan má taka hædd fyri. Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga
hann er førur fyri at tola tað. Trupulleikarnir skalerast: meiri aling gevur meiri lús, fleiri sjúkur í umferð og meiri dálking. Tað verður ofta ført fram, at alivinnan nú er býtt upp í øki, sum skulu [...] snýr kjakið seg næstan altíð um laksalúsina ( Lepeophtheirus salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu [...] havinum. Men tað finst ein onnur lús, sum hevur fingið nógv minni ans: Caligus elongatus – seiðalús. Henda lúsin er ikki ein specialistur, men ein generalistur. Hon er skrásett á meira enn 80 fiskasløgum