lærarar. Hetta er annar skottilburðurin á einum skúla í Thailand í ár. Í februar varð ein lærari dripin og ein næmingur særdur í einum skottilburði í Hat Yai í sunnara parti av landinum. Hóast Thailand hevur [...] n fór fram á Debsirin Nonthaburi School í Bang Kruai-økinum í Nonthaburi-landspartinum. Sambært løgregluni drap gerningsmaðurin fyrst ommu sína og abbabeiggja í heiminum, áðrenn hann fór á skúlan og lat [...] strangar vápnalógir, hava fleiri álvarsamir skottilburðir verið í landinum seinastu árini. Versti einstaki hópdrápstilburðurin í Thailand var í 2022, tá ein fyrrverandi løgreglumaður drap 36 fólk við knívi
fólk eru deyð eftir ein harðan jarðskjálvta í Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum [...] Skjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður [...] landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder sigur sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum
Minst 16 fólk eru deyð og meira enn 130 særd eftir eitt russiskt dronuálop á býin Kryvyj Rih í Ukraina. Sambært ukrainskum myndugleikum rakti fyrsta álopið eina handilsmiðstøð. Umleið hálvan tíma seinni [...] ukrainsku upplýsingarnar. Reuters skrivar, at álopið er eitt av teimum harðastu móti býnum higartil í ár.
Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann [...] abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági. Tað er ein serlig søga – frá fyrstu elektrisku ljósunum í Vági í 1921 til Ljósfestina í dag. Ljósfestin verður sett leygarkvøldið kl. 18.30. [...] hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti. Í frítíðini hevur Magnus fleiri áhugamál. Hann syngur
børnum á netinum og støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum eru á skránni. Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin verður á Høvelte [...] hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump fleiri ferðir hevur sett fram móti Danmark og Grønlandi [...] støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum. Sambært danska forsætismálaráðnum verður tosað um »fulla og javnbjóðis luttøku Føroya og Grønlands í norðurlendska samstarvinum«. Leiðararnir skulu
lærutíðina Lærutíðin sum tannatstøðingur er 3 ár og tú skalt í skúla í Danmark í 34 vikur yvir trý skúlaskeið, sum endar við eini próvtøku. Tá tú ert í skúla, býrt tú á einum skúlaheimið, ið hoyrir til skúlan [...] leita eftir einum tænastusinnaðum persóni, ið hevur hug at koma í læru sum tannatstøðingur hjá okkum. Tannlæknastovan er á Lützenstrøð í Havn, og her eru vit tríggir tannlæknar, tveir tannrøktarar, fýra [...] starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólvá Eystberg, stjóra, á telefon 217655. Umsókn Send umsóknina til Sólvá Eystberg, stjóra, á se@tannlakni.fo í seinasta lagi 2. september 2026.
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning. Hann er [...] seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022. Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi [...] hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara. Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum
Hedensted, sum hvarv fyrr í vikuni og sum í gjár varð funnin á lívi í Ungarn. Fyrr í dag upplýsti Sydøstjyllands Politi, at illgruni er um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv [...] mistonkti persónurin ikki til staðar í rættinum. Løgreglan hevur heldur ikki upplýst, um viðkomandi er handtikin í Danmark ella uttanlands. Málið verður viðgjørt eftir ásetingini í donsku revsilógini um grova [...] alment, áðrenn rætturin tekur støðu til, um dyrnar skulu latast aftur. Í hesum førinum varð umbønin um dupult stongdar dyr tó sýtt. Í staðin valdi dómarin at leggja niður referatforboð og síðani at halda
føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] n var framd í samstarvi millum Heilsugranskingareindina (áður Deildina fyri arbeiðs- og Almannaheilsu), Fróðskaparsetur Føroya og det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í Danmark. Verkætlanin
skuldsettur. Gentan fór úr heiminum í Hedensted týsdagin. Mikudagin varð hon eftirlýst bæði í Danmark og uttanlands, og hósdagin boðaði løgreglan frá, at hon var funnin á lívi í Ungarn. Fríggjadagin upplýsir [...] Tað upplýsir Sydøstjyllands Politi í einum tíðindaskrivi. – Vit hava illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv. Eg kann ikki siga meira um umstøðurnar ella smálutirnar [...] smálutirnar av atliti til kanningina, men eg kann vátta, at vit hava onkran mistonktan í málinum, sigur varapolitiinspektørurin Christian Skyt. Løgreglan upplýsir ikki, hvat tað ítøkiliga er, sum fólk eru undir