gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. - Í fjør fór kommunan [...] Miðalsbrekku um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. - Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar [...] na í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku
og tí verður fimleikurin í Vestmanna komandi árið ikki bert í ítróttarhøllini. Nakrir av yngru og eldru fimleikabólkunum skulu nevniliga venja í missiónshúsinum. Tað sæst í kunningini frá fimleikafelagnum [...] skulu venja í missiónshúsinum týsdagar klokkan 17.30. Gentur í 4. og 5. flokki skulu eisini í missiónshúsið týsdagar, meðan gentur í 6. og 7. flokki venja har mánadagar. Hinir bólkarnir halda til í ítróttarhøllini [...] 17.30–18.30 - Gentur í 4.–5. flokki: týsdag kl. 16.30–17.30 - Gentur í 6.–7. flokki: mánadag kl. 17.00–18.00 Ítróttarhøllin: - Gentur í 3. flokki: mánadag kl. 13.30–14.30 - Gentur í 1.–2. flokki: mikudag
samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den
lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin . Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu [...] Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum [...] fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina. Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina. Bjarki – hann úr Hoydølum – framførir tónleikin hesa ferð. Sprotin
millum KÍ stólparnar á Argjum í kvøld. Í summar varð 24 ára gamli Nicolai Christensen keyptur úr Danmark at vera eykamálverji. Í kvøld verður hann fyrstu ferð í KÍ málinum, og Mark F. Jensen er millum teir [...] Síðsti dystur í 19. umfari í Meistaradeildini hjá monnum er í kvøld. Fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum, har Heini Ziska Viðoy er 23. maður á vøllinum, verður nú klokkan 18.30. AB hevur 23 stig og er á [...] seinastu ferðirnar verið løtur í seinna hálvleiki á KÍ liðnum, eftir at hann leingi var skaddur. Í kvøld er René Shaki Joensen millum teir fyrstu ellivu. Hjá AB er Torkil Skála aftur í málinum, eftir at Rói Mørk
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] ættarbond úr Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku [...] heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur
frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar. Tøl frá Í Menniskjum [...] men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava [...] hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í 350.000 krónur. Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella
russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk [...] Eitt spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu [...] døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir. Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia. Í juli vórðu tríggjar
Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin [...] ganga ein seinasta túr eftir kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og kanska finna gomul minnir fram aftur. Gamli skúli varð tikin í nýtslu í 1951. Síðani hava børn lært at lesa og skriva har, fingið [...] tónlistarligu upplivingar í skúlanum. Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur. Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur. Í morgin verður møguligt
verið hjá løgregluni í sambandi við tiltøkini. Í Klaksvík vórðu tríggir persónar í nátt burturvístir frá einum skeinkistaði. Klokkan 21.40 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um eld í einum bili á Velbastaðhálsi [...] eldur var komin í motorrúmið. Tvey fólk vóru í bilinum, men eingin kom til skaða. Um klokkan 16.15 í gjár fór ein persónbilur út av vegnum oman fyri Vestmanna. Bilurin var á veg úr Vestmanna niðan móti Gassadali [...] Í sambandi við regattuna varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót. Viðkomandi var nakað ov nógv ávirkaður av rúsdrekka og bar seg ófantaliga at. Annars hevur lítið verið