nakað at gjørt, nógv ungfólk, sum hava verið full, sum løgreglan hevur hjálpt heim, í summum førum at koyra tey heim og í øðrum førum við at fáa familju ella vinar at koyra tey heim. Stutt fyri klokkan [...] førum vóru pengar og rúsdrekka stolin. Vakmyndatól vóru á støðunum, og løgreglan hevði tí góð spor at ganga eftir. – Vit fingu skjótt ein mistanka um, hvørji tey vóru, sum framdu innbrotið, og út á se [...] klokkan trý í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Kollfjarðadali, har førarin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Í morgun var eitt lítið óhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har ein bilur hevði koyrt á eina
júst hetta vit fara at arbeiða við, sigur Jonas N. Nielsen akademistjóri við heimasíðuna hjá KÍ. Uppgávan sum høvuðsungdómsvenjari er fjølltottað, og er fyrst og fremst at tryggja at ungdómsliðini frá U11 [...] fylgja tí venjingarleisti, KÍ hevur sett. – Tað er gott at koma hoym. Eg gleði meg at koma í gongd og eri sera spentur uppá uppgávuna og vóni at kunna geva felagnum, leikarum og øllum rundan um nakað, [...] heimasíðuna hjá KÍ. KÍ skrivar eisini soleiðis á heimasíðu síni: Tað at høvuðsungdómsvenjari fyri dreingja síðuna er settur merkir at okkara akademileiðsla við Jonas á odda nú er fullsett. Limatalið er
Kroatia, og heiðurlig avrik móti Sveis og Danmark. Um hondbóltskvinnurnar vinna tveir HM Play Off dystir móti Litava í apríl vinna tær seg í HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum, ið verður leikt dagarnar [...] dagarnar millum 26. november og 14. desember í ár. Í takkarsamrøðuni við KVF staðfesti Bjarta O. Johansen, at menningin hevur verið sera stór hesi undanfarnu árini.
umrødd í nútímans ljósi, og tú fært møguleika at seta spurningar og at kjakast um týðandi evni í tryggum umstøðum. Tey sum ynskja at luttaka, skulu tekna seg við at skriva ein teldupost til tummas@kirkjan.fo [...] Fólkakirkjan skrivar, at uttan mun til um tú hevur eina avmarkaða ella breiða vitan, so ert tú væl komin til eina forvitnisliga ferð í kristnu trúarlæruni. Tummas Lykke Kannuberg skipar fyri tímum í Fríðrikskirkjuni
Poul E. Petersen á ársins ítróttafagnaði. Heiðurskjalið verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt í ein mansaldur. Tað var ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir [...] r Joensen sum handaði Niclasi heiðursskjalið í Løkshøll í Runavík. "Tað er ófatuliga sjáldan at ein dómari fær ein heiður", segði Niclas eitt sindur speiskliga í takkarsamrøðuni í KVF. Niclas sum nærkast
Joensen er fluttur til Aalborg í Danmark fyri at kunna mennast enn meira sum elitusvimjari. Petur Heðin á Fløtti, svimjivenjari helt fyri í stuttari samrøðu í KVF, at framtíðin hjá Líggjasi sær bjørt út. Hini
Eliasen heiðurin í Løkshøll í Runavík. Hildigarð sum hevur tikið nógv tøk fyri ÍF er upprunaliga úr Lamba. Hildigarð slapp at klippa snórin, tá nýggja ÍF-húsið var tikið í brúk, og nú hevur hon fingið
meir enn so, at tá fólk koma at keypa, at tey lata eitt sindur eyka fyri træið, og hetta eru vit í Kiwanis ógvuliga takksom fyri, tí tað ger, at avlopið verður størri. Kiwanis heldur fyri, at nógvar søgur [...] frá líður kunnu gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini. Berin bjóðar ráðgevandi [...] ein drongur, sum kom at keypa eitt træ í ár, og tá hann fekk at vita, at yvirskotið fór til Beran í ár, so fór hann niður í lumman og tók teir smápengar, hann hevði leysar og segði, at hetta skuldu vit eisini
Viljormi Davidsen, Helsingborg, ið spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist Hillerød at vinna dystin 3-2. Helsingborg legði seg á odda 1-0 í 20. minutti, men 10 minuttir seinni javnaði Monday [...] fýra minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin økti Mathias Veltz til 3-1. Helsingborg megnaði bert at svara aftur eina ferð, og so kundi føroyingaliðið fegnast um ein góðan sigur á útivølli. Komandi leygardag
tillagingar at gera, og næsta stigið er so at fara til Litava at vitja virkið, soleiðis at vit lættari kunnu samskifta og tryggja, at vit fáa eina góða byrjan uppá samstarvið. Eg eri ordiliga spent at koma í [...] møguleika at fara undir framleiðslu av jakkum og frakkum úr føroysku ullini, sum er endamálið við verkætalnini. PROSJEKT BRYNJA hevur nevniliga sett sær fyri at skapa vørur úr føroysku ullini, sum er at rokna [...] hjá okkum. – Kanska tað kann geva íblástur til onnur at nýta føroyska ull og vekja ein áhuga fyri føroyskum ullvørum, so vit fara at duga betur at gagnnýta hana, og hon soleiðis kann blíva til ein týðandi