Skeið um kjarnulæruna í kristnu trúnni

Fríðrikskirkjan bjóðar til áhugavert skeið um kjarnulæruna í tí kristnu trúnni

Fólkakirkjan skrivar, at uttan mun til um tú hevur eina avmarkaða ella breiða vitan, so ert tú væl komin til eina forvitnisliga ferð í kristnu trúarlæruni.

Tummas Lykke Kannuberg skipar fyri tímum í Fríðrikskirkjuni.

 


Vit hittast umleið eina ferð um mánaðin í Fríðrikskirkjuni í umleið 1-1½ tíma.

Hvønn tíma er:

 

o  Andakt

 

o  Sálmur

 

o  Framløga við evnum sum: Ápostolska trúarjáttanin og Luthers lítla katekismus

 

Tímarnir eru fimm ferðir frá januar til mai.

 

  04. februar kl. 19:00

 

  25. februar kl. 19:00

 

  18. mars     kl. 19:00

 

  22. apríl      kl. 19:00

 

  02. mai       kl. 19:00                   

 

 

 

·         Tú ognar tær eina djúpari og breiðari fatan kristnu trúnni.

 

·         Gamlir sannleikar verða endurnýggjaðir

 

·         Trúgvin verður umrødd í nútímans ljósi, og tú fært møguleika at seta

          spurningar og at kjakast um týðandi evni í tryggum umstøðum. 

 


Tey sum ynskja at luttaka, skulu tekna seg við at skriva ein teldupost til tummas(at)kirkjan.fo 

 

Tað, er ókeypis, og øll millum 16 og 100 ár eru vælkomin, sama um tú hevur gingið í kirkju í mong ár ella bert ert forvitin um ta kristnu trúnna.