bilarnir, sum koma til Føroya í november, eru umbygdir til elbilar, meðan Mitsubishi iMiev er ein upprunaligur elbilur. Ein Mitsubishi iMiev var í Føroyum í juni í fjør í sambandi við at samstarvsavtala [...] Ætlanin er, at fyritøkur, stovnar og privatpersónar, ið vóru við í royndarkoyringini hjá SEV við trimum umbygdum Citroen-elbilum fyrr í ár, eisini skulu fáa høvi at royna teir nýggju bilarnar. Møguleiki [...] liður í samstarvinum millum SEV og Dong Energy, stendur fyri føroyska partinum av hesi verkætlanini. Higartil hava fýra mans frá SEV mannað henda bólkin, men nú hevur Jarðfeingi eisini fingið sæti í bólkinum
rættuliga óvart, at Berg Motors í Havn ikki longur hevur Mazdaumboðið í Føroyum. Í tíðindaskrivi sigur Berg Motors, at fleiri broytingar eru farnar fram á bilamarknaðinum í Evropa, eitt nú tað, at Ford hevur [...] hevur fingið so stóra ávirkan á leiðsluna í Mazda International. Hetta hevur havt við sær, at í Føroyum skal Mazda í framtíðini seljast av einum umboð undir danska Ford/Mazda innflytaranum. Tí kann beinleiðis [...] beinleiðis innflutningurin av Mazda hjá Johannes Berg úr Japan ikki halda fram, sigur felagið. Berg Motors hevur tí tikið yvir Suzuki umboðið frá Eyðbjørn Hansen í Havn. ? Fyri at tryggja eina høga tænastu
heimavølli í Svøríki sat hann á beinkinum teir fyrstu dystirnar, men vann sær so pláss á liðnum, og fekk heiðurin at spæla tann størsta fótbóltsdystin í svenskari søgu. Svøríki vann HM-bronsu í 1950 og í 1994 [...] Svenski HM-silvurvinnarin, Reino Börjesson sum spældi við í HM-finaluni millum Svøríki og Brasil á Råsunda-leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958 er deyður 94 ára gamal. Nú eru bert tvær av svensku HM-hetjunum [...] umboðaði undir HM-endaspælinum í 1958), og Göteborgs-liðnum, Örgryte. Havnarmaðurin, Poul Johan Poulsen var millum áskoðararnar til HM-finaluna á Råsunda leikvøllinum í 1958. Til ber at lesa um tað HER
vunnið seg í eina HM-hálvfinalu í manshondbólti. Í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo vann Portugal í HM-fjórðingsfinaluni 31-30 á Týsklandi aftaná longda leiktíð. Portugal var á odda 13-9 í steðginum. [...] Liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, málverjin, Andreas Wolff helt við 21 bjargingum Týsklandi inni í dystinum, og týskararnir áttu eisini seinasta álopið í vanligu leiktíðini, men megnaðu ikki [...] ikki at gagnnýta tað. 26-26 endaði tað aftaná vanliga leiktíð. Í teimum allarseinastu sekundunum skoraði Martim Costa, ið hevði brent nógvar málmøguleikar sigursmálið hjá Portugal, og so kundu portugisarnir
Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vóru í ringum skørum í útidystinum móti Akranesi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag. Í steðginum var Víkingur aftanfyri 0-2, og í 86. minutti legði Akranes [...] Víkinga-vøllinum í Reykjavík, tá Víkingur tekur ímóti Breiðablik í tí seinasta umfarinum. Áttanda dystin á rað byrjar Patrik Johannesen ikki inni fyri Breiðablik. Gunnar Vatnhamar spældi í dag sum vant allan [...] mál, og harvið vinna dystin 4-3. Sigursmálið hjá Danijel Dejan Djuric var skotið seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Víkingur hevur nú 59 stig og málmunin pluss 38 undan seinasta umfarinum
taptu EM-dystin í kvøld 33-27 fyri Turkalandi, eftir 19-13 í hálvleikinum. Turkararnir vóru stórir og tungir og høvdu okkara trupult við at halda teimum í verjustøðu, samstundis sum neyvleikin í álopinum sveik [...] mitt í fyrra hálvleiki og komu upp á 10-13. Hareftir skrædnaði aftur og var støðan 19-13 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk heldur frægari og endaði seinni hálvleikur javnur 14-14. Eins og í gjár [...] Fløtum Mittún 3, Rani Højgaard 3, Høgni Zachariassen 2, Tróndur Wardum 2, Jóni Guttesen Viderø 2, Johan í Garðastovu 1, Vilhelm Poulsen 1, Málmenn: Hørður Trygvason 29% Uni Petersen 17%
Nevndin í Sinnisbata heitti í gjár á landsins myndugleikar, um at steðga gongdini í Fámarámálinum, soleiðis at Rakul og Johan Dalsgarð framyvir fáa møguleikan at standa á odda fyri serstakari verkætlan [...] psykiatriska royndarverkætlan í fyribils 5 ár, so at núverandi námsfrøðiliga átak, við Rakul og Jóhan Dalsgaard, kann halda fram. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata sigur við Rás2 í morgun, at tey ikki hava [...] verkætlan, sum skal koma sálarsjúkum til góðar. Nevndini í Sinnisbata vísir á, at mong sálarsjúk hava fingið ágóða av at búgva í Fámará, og tí vil nevndin, at Fámaráfestið verður karmur um og umskipað til eina
skari, eydnusom var teimum dagsins gerð, um tað mangan strævið var í garði. Starv sítt víða tey um lívsins pall intu væl í vinnu og í verki, kendu samanhald sum lívsins kall undir felags ættarskjaldramerki [...] faðirs vakra vív, minnir góð vit eiga her í rúgvu. ----- Latið oss so hvørt sum lív várt fer, okkar eydnuløtur ikki gloyma, men í hugans afturundirgerð tær í hjartans loynikømrum goyma. Vit – øll tíni [...] pápa, verfaðir, abba og langabba okkara, Johannes Andreas Næs, á 100-ára minningardegi hansara 16. september 2020 Lag: Holli eingil, fylgisveinur mín ... Aldist upp í Nes eitt fólkaferð, kvinnur, menn, ein
frá lívinum í Gamlagerði, har omma og abbi teirra búðu. Fyri at skapa størri áhuga millum ættarfólk við tilknýti til hesi serligu hús, skipa vit fyri, at eftirkomarar hjá Manellu og Johan í Gerðinum hava [...] vitja inni í húsunum og síggja, hvussu forfedrarnir búleikaðust. Tað siga Doris Djurhuus og Tórður Mikkelsen, sum hava tikið stig til eitt hugnaligt og upplýsandi ættartiltak í Tofta skúla í morgin klokkan [...] Húsini í Gamlagerði á Nesi eru aftur komin til heiður og æru og eru nú eitt satt prýði til minnis um forfedrarnar. Men, framvegis eru tað nógv í ættini, ið vita lítið ella einki um Gamlagerði og enn minni
2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at [...] Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu [...] Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13-15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.