SEV keypir elbilar

Elfelagið SEV fær seinni í ár tríggjar elbilar, sum felagið keypir til royndarkoyring kring landið.

Talan er um tveir Peugeot Partner og ein Mitsubishi iMiev, sum elfelagið hevur keypt frá føroysku bilasølunum Auto Service og Ivan Bilum.

Peugeot bilarnir, sum koma til Føroya í november, eru umbygdir til elbilar, meðan Mitsubishi iMiev er ein upprunaligur elbilur. Ein Mitsubishi iMiev var í Føroyum í juni í fjør í sambandi við at samstarvsavtala varð undirskrivað millum SEV og Dong Energy um sokallaðu GRANA-verkætlanina.

Ætlanin er, at fyritøkur, stovnar og privatpersónar, ið vóru við í royndarkoyringini hjá SEV við trimum umbygdum Citroen-elbilum fyrr í ár, eisini skulu fáa høvi at royna teir nýggju bilarnar. Møguleiki verður eisini hjá øðrum at tekna seg til eina royndarkoyring.

Elbilabólkurin hjá SEV, ið er skipaður sum liður í samstarvinum millum SEV og Dong Energy, stendur fyri føroyska partinum av hesi verkætlanini.

Higartil hava fýra mans frá SEV mannað henda bólkin, men nú hevur Jarðfeingi eisini fingið sæti í bólkinum. Limir í bólkinum eru nú: Terji Nielsen, Magnus Magnussen, Dánjal Jógvan Hansson, Johan Mortensen (SEV) og Kári Mortensen (Jarðfeingi), skrivar heimasíðan hjá SEV.