hesi seinastu árini, ja, bara hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar. Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr ymsum heimskrókum, vit kunnu [...] ganga á kafé um dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keypmannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og drekka irish cofée ella Pina Colada [...] vikuskiftisnætur, at býurin ýddi í fólki. Havnin hevur knappliga eftir nøkur heilt fáum árum fingið ein farra av stórbýi. Og tað er ein góður fjálgur farri, tí hann er jú tíbetur enn í rímiligum mátistokki, og
fara út í minst hálvt ár at menna seg á júst teumum skúlum (ymsastaðni) ið hava allarfremsta kunnleika á ávísum øki.?Vit hava ovmikið av hølum í Føroyum. Bæði (Risa)Fróðskaparsetur, Eftirskúlin í Suðri og [...] við hægri útbúgving. Vit mugu hava búskaparvøkstur fyrst, heldur ein, vit mugu út at læra okkum tolsemi, heldur annar, vit hava ikki ráð, tí vit skulu fyrst byggja skúla í Marknagili, so byggja Fróðskaparsetur [...] umhugsast, so tær byrja í verandi hølum, sýna dygdir og avrik, so skulu campus og høli ivaleyst koma. At siga, at vit ikki hava ráð at skipa lestrarpláss, er sum at siga, at vit ikki hava ráð at seta sleppingarlomb
hildin í fleiri ymsum evropeiskum londum samstundis sunnudagin 10. mai. Tilsamans kappast eini 300.000 børn í øllum Evropa til Pangea-dystin. Í Danmark var kappingin hildin á vinnuháskúlanum Metropol í Ke [...] Í stóru Evropeisku roknikappingini Pangea, sum um vikuskiftið var hildin í Keypmannahavn, vann Sesilia Dalbø frá Norðskála triðju virðisløn í sínum árgangi. Sjey føroysk børn luttóku á stóru finaluni á [...] finaluna hava ungu roknitalentini verið ígjøgnum nakrar rokniroyndir. Fyrst svara tey ymsum rokniuppgávum á egnum skúla og so verða teir næmingarnir, sum fyri hvørt floksstig hava megnað at roknað seg í topp
Á vári í 2002, á leið í apríl, byrjaði av álvara sonevnd føroysk bylgja í Íslandi. Byrjanin var fløgan hjá Týr, har Ormurin Langi rættiliga gjørdi um seg í Íslandi og enn er hon gerandiskostur í íslendskum [...] íslendskum útvørpum og í sjónvarpi. Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, ið fylgir væl við á tónleikaøkinum og eisini hevur tokka til føroyskan tónleik, sigur at Týr í Íslandi hava selt eini 3000 eintøk [...] Springs, Hanus, Enekk og mongum øðrum. Jens metir, at føroyskir tónleikarar eiga at hava hetta í huga. Íslendingar hava ikki hug at hoyra føroyingar syngja á enskum, men vilja hoyra føroyskan tónleik á føroyskum
øll Suðuroy løgd saman í eina kommuna, eiga hvalbingar ikki at verða tvingaðir til at avlevera alla sína uppsparing í ein felags kommunukassa. Tað heldur Tvøroyrar Býráð. À fundi í gjárkvøldið umrøddi býráðið [...] Tvøroyri í gjárkvøldið. Og niðurstøðan í býráðnum er, at tey skilja støðuna hjá hvalbingar, men tey halda ikki, at hetta eigur at verða ein forðing fyri samanlegging. Hóast øll Suðuroy leggur saman í eina [...] at hava eina skiftistíð, har peningurin, sum Hvalbiar kommuna eigur á bók, verður brúktur so at hann kemur sóknarfólkinum til góðar og ikki verður lagdur í felagskassan hjá eini stórkommunu. - Hava hvalbingar
fingurin í jørðina. Lat meg gera formanninum greitt, at undirritaði legði sjálvur uppskotið fram. Sambandsflokkurin virðir, at aðrir limir í flokkinum ikki noyðast at hava somu meining sum flokkurin í øllum [...] fyri sína grein í Dimmu undir heitinum »Søluátak Sambandsfloksins«. Hettar er spírin til eitt kjak, sum formaðurin í uttanlandsnevndini leggur upp til, eg haldi at uppskotið fekk alt annað enn eina syndarliga [...] llarin er ein ógvuliga glaður maður og sær seg hava gjørt eitt lítið ískoyti til kjakið um ES, uttan sjálvandi at tað kemur í nánd av, hvat formaðurin í uttanlandsnevndini hevur fingið á skaftið. Undirritaði
báðir í vaðið. Tongul stendur og gríslar tenn við brýndum knívi í hendi. "Eg haldi, at hvalurin livir enn!" og knívin í bøkslið hann rendi, turkar sær sveittan og svør ein eið og stingur av almakt í blástrið: [...] bardurnar tær sita framman!" Tongul leitar sær burturfrá, man djúpt í huganum grava, heimi í bygdini steðgar hann á: "Jú, víst skal eg bløðruna hava!" Loypur so út aftur sjógv á bak og bløðruna slítur úr kviði [...] tí høvdið var komið í klemmu. Umsíðir liggur alt tvøstið har, men illa tað gongur at býta; báðir vilja teir nøra at sær, teir guva og harka og spýta. Partar tveir og hálvt annað skinn, teir rokna og dividera
eftir, vísir í stuttum, at meira er til at toski í ár enn í fjør, minni er av hýsu – og meira er til av upsa enn somu tíð og á somu støðum sum í fjør. - Upsin hevur allur gýtt, toskurin er mitt í gýtingini [...] yvirlitstrolingarnar í fjør vár vóru munandi betri enn várið fyri, og aftur í ár vísa tølini, at framgongdin heldur fram. - Vanligt hevur verið, at yvirlitstrolingarnar um várið og um heystið hava samsvarað rættiliga [...] Fiskirannsóknarstovan hevur higartil í vár við sínum yvirlitstrolingum kannað 63 av 100 støðum, sum skulu kannast á landgrunninum. Hetta eru tær vanligu støðirnar, sum ár um ár verða kannaðar fyri at fáa eina
landsstýrismaðurin í heilsumálum gongur runt við ljós og lykt og leitar eftir, hvar hann kann spara nøkur oyru í skipanini. Føroyska Helsuverkið skal spara næstan 20 milliónir í ár og hesi næstu fýra árini [...] samstundis sum einasti serlækni í uprologi í Føroyum hevur alt ov lítið at gera, brúka bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið milliónir av krónum upp á at fáa serlæknar í urologi uttanlands til Føroyar [...] at teir hava nakað at takast við um dagarnar. - Læknar fáast ikki st støðast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá ið útlitini eru, at teir lítið og onki hava at gera uttan at sita hendur og favn og bíða eftir at
vit ikki megna at fylgja við. Dvølja vit við hesi orð - og samstundis hava ætlanir landsstýrissins í huga - so kunnu vit ikki annað enn geva honum rætt. Hetta førir okkum so aftur til spurningin um raðfesting: [...] samfelagið? Skulu vit loypa í tað beinanvegin - ella skulu vit tryggja umstøðurnar áðrenn? Í sambandi við fullveldisætlanirnar hevur nógv verið tosað um vælferðarsamfelagið - og fleiri hava víst á, at vit mega [...] Í hesum døgum verður nógv tosað um kor teirra eldru - og er tað serliga eldraárið, sum hevur sett kikaran á eldraøkið. At tosa um eldrapolitikk, familjupolitikk og í heila tikið um kor teirra minni mentu