verkætlanini er at gera upplýsingar um fólkatingið tøkar um allan ríkisfelagsskapin. – Í arbeiðnum við at menna heimasíðurnar hava viðkomandi myndugleikar í Grønlandi og Føroyum verið uppií fyri at tryggja góðsku [...] hevur boðað frá, at hann vil hava amerikanskt ræði á og ognarrættin til Grønland. Hann hevur eisini sagt, at hann fer at seta revsitoll á danskar vørur. Donald Trump hevur eisini ført fram, at grønlendingar [...] fólkatingið enn eitt stig í arbeiðinum at styrkja atkomuligheitina tvørtur um tey trý málini í danska ríkisfelagsskapinum, stendur í fráboðanini. Fólkatingið skrivar, at málbólkurin er ríkisborgarar í Grønlandi
nu skjótt tilreiðar at fara undir at skjóta upp rakettir við fylgsiveinum. Tað verða tvey feløg sum byrja at skjota upp ORBEX og so SAXAVORD. Rakettirnar fara at framvið eystan fyri Føroyar ávegis til póløkini [...] velur Copernicus eina mynd sum Sentinel fylgisveinarnir taka kring knøttin. Tað var stuttligt at síggja at hetta vikuskifti valdu teir eina mynd av Sørvágsvatni tikin av Sentinel 2 fylgisveini í 786 km [...] ESA (European Space Agency). Í Copernicus eru 5 hópar av SENTINEL fylgisveinum. Teir mest áhugaverdu fyri okkum eru Sentinel-1A sum eru radar fylgisveinar og eru ikki tarnaðir av myrki og skýggjum og so
boðaði frá, at onkur hevði rent á bilin hjá henni, og hon helt, at viðkomandi var fullur. Løgreglan kom á staðið, og tað vísti seg, at bilførarin var so mikið drukkin, at hann ikki var førur fyri at rýma av [...] Hóast seinasta samdøgrið hevur verið av teimum friðarligu hjá løgregluni, so er altíð okkurt smávegis at fáast við. Um nátturðatíð í gjár fekk løgreglan fráboðan um nøkur ung, sum hildu ov nógvan gang. Løgreglan [...] av staðnum. Hann var handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
ungum at lesa um seksuel evni innan føroysk viðurskifti og á føroyskum. Vit vita frá føroyskari gransking, at føroysk ung fáa meginpartin av teirra kunning um seksuel evni frá sínum vinum, og at tað eru [...] føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu seta spurningar. Við heimasíðuni ynskir Kyn, at tað skal vera lætt [...] verður í Suðuroy, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn. Umframt seksualundirvísing, fer Kyn at hava básar á miðnámsskúlunum, har næmingarnir kunnu síggja ymiskar fyribyrgingarhættir og m.a. fáa
skrivað, at tey vænta ikki, at smærri kommunur fara at brúka hesa lóg, tí tað hevur við sær, at færri fara at byggja. Tað er ein binding og váði fyri borgaran, og bankar fara at aftra seg við at geva lán [...] tinum. Tí er eyðsæð, at tað gerst ómetaliga tíðarkrevjandi og ilt at fáa greiðu á, hvør ella hvørji eiga ognina. Og í øðrum lagi at fáa til vega teirra sambandsupplýsingar fyri at kunna senda regluligar [...] metir, at tørvur er at seta eitt ¼-½ ársverk til at umsita bústaðarskyldu. Hvussu nógv ársverk skulu kommunurnar seta? Hví er tað so trupult at krevja inn gjald? Tá kommunan skal senda rokning fyri tómt
skjótur at flyta til grannabygdirnar, um tørvur er á hesum. Átaksleiðarin Anfinn Hammerfoss Leo upplýsir, at hann er sera væl nøgdur við bátin, ið er væl røktur og sýnist sum nýggjur. Anfinn sigur, at ynskið [...] og lættur at flyta eftir tørvi. Nýggi báturin verður navngivin ein av fyrst komandi døgum, og ynskir felagstilbúgvingin hjá Fámjin, Hvalbiar og Tvøroyrar kommuna at takka Eysturkommunu fyri gott samstarv [...] Februar 2025. Tann 1. februar 2025 handaði tilbúgvingarleiðarin fyri Eysturkommunu, Gunnar Olsen bjargingarbátin, ið felagstilbúgvingini fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu hava keypt frá SEK E
Jacob Thomsen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin. - Fleiri í andstøðuni hava róð fram undir, at fólk við lágum inntøkum ikki hava fingið lut í skattalættunum hjá samgonguni. Fyri at fáa greiði á hesum setti [...] hjá Ruth Vang vísir, at politikkurin hevur gjørt góðan mun. Men príshækkingar og inflatión hava tyngt húsarhaldini, so vit ætla okkum at gera enn meira. Eitt nú fara vit seinni í ár at taka MVG-ið av útvaldum [...] landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum nakrar spurningar um skattin hjá ymsum lønarinntøkum. Svarið vísir at skattalættin vendir sosialt rætt og lág- og miðalløn hava fingið eina rímiliga skattaminking, sigur
meira freistandi enn at gerast enn eitt lítið ES-land, sum bert má fylgja lógum og reglum frá Brússel. Møguleikar fyri Skandinaviskum ella Norðuratlantiskari samveldi Ístaðin fyri bara at velja millum ES og [...] spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri ein framtíð, vit ynskja? Um ríkisfelagsskapurin viknar ella upploysist, og um Trump megnar at leggja Grønland undir seg, sum ber við sær, at landamørkini ímillum USA og [...] duga at ímynda okkum. Norðurlond liggja strategiskt millum tveir stórveldisrivalar. Tað er tí neyðugt, at norðurlondini standa saman sum ein geopolitiskur blokkur, heldur enn hvør í sínum lagi at vera
Danska manslandsliðið í hondbólti hevur skrivað søgu við at vinna HM-gull fýra ferðir á rað. Í kvøld vann Danmark 32-26 (16-12) á Kroatia í finaluni í Unity Arena. Kroatia-Danmark 26-32 (12-16) - HM finala [...] Landin 1. Bjargingar: Emil Nielsen 13, 38% - Jannick Green 1/1, 20%. HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá HM-finaluni: ##med2##
Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, Domagoj Duvnjak spældi sín seinasta landsdyst fyri Kroatia, og hann fekk æruna at skjóta seinasta málið í HM-finaluni, tá danska liðið gav honum fría atgongd til málið