sum ein huglag í flokkinum og gerast ein felags mótstøða móti tí, sum lærarin hevur lagt til rættis. Steðgir og rørsla hjálpa Bæði næmingar og lærarar í kanningini vísa á rørslu sum eina mótvekt til møðina [...] venjing. Tað hevur eisini týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur. Ein næmingur í 4. flokki sigur, at ein steðgur ella rørsla fær »heilan í gongd aftur« [...] Danskir granskarar hava í 60 dagar fylgt undirvísing og fríkorterum í einum 2., 4. og 7. flokki og tosað við næmingar, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðing. Úrslitini hava sambært Videnskab.dk gjørt
15 løgregluskrásettu óhappunum. Fleiri vegir kunnu gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal [...] Tvørgøtu, har sýnið er avmarkað. Í Soylu kann somuleiðis gerast einvegis, meðan vegurin Í Koytu annaðhvørt kann gerast blindur ella einvegis. Einvegisloysnirnar verða í flestu førum mettar at kosta millum [...] vegamót, har tey kenna seg ótrygg. Tølini standa í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu fyri árini 2025–2029. Sambært ætlanini eru eingir sokallaðir svartir blettir
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, boðar frá einari nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman [...] og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar. 200 milliónir evrur í íløgum Undir vitjanini undirskrivaðu ES, Grønland og Danmark eina nýggja felagsyvirlýsing um víðkað samstarv. Samstarvið fevnir millum [...] Grønland hevur staðið fast og stendur framvegis fast undir ógvuliga stórum trýsti. Vit fara at standa saman við tykkum. Mette Frederiksen legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði
ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini. Tá hevur HKcare í Saltangará eina øðrvísi loysn. Viðgerðarstovan innan fysioterapi og kosmetikk er nú farin [...] og hevur útgerðin – nokk so hóskandi – fingið navnið ‘Vøddabati’. Kristian Poulsen, stjóri í HKcare, er spentur um, hvussu fólk fara at taka ímóti hesum: – Útgerðin kann brúkast hvar sum helst – í ski [...] Hetta er ein liður í sama arbeiði, sum vit longu gera, og fyri okkum í HKcare er tað serliga áhugavert at síggja, hvussu fysioterapi, sum er ein elligomul professión, gongur hond í hond við nýggjastu tøknina
u og í summum førum løgreglufylgi, tá gestirnir ferðast gjøgnum býin. Danski fyrrverandi løgreglueftirlitsmaðurin Mogens Lauridsen, sum starvaðist í donsku løgregluni í 47 ár, kallar átakið eina ovurstóra [...] stjórnarleiðarar úr minst 30 londum eru í Oslo til jarðarferðina. Yvir 150 flogfør við kongaligum, ríkisleiðarum og øðrum gestum verða væntandi í floghavnini í Oslo. Tað krevur millum annað trygd kring [...] ovurstóra uppgávu. Hann skal heilt aftur til veðurlagstoppfundin COP15 í Keypmannahavn í 2009 fyri at finna eitt líknandi trygdarátak í Norðurlondum. Tá vóru umleið 40 ríkis- og stjórnarleiðarar savnaðir. Stutt
ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at [...] stjórunum í ECB ger, at vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann. Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027. Tað veldst tó í stóran mun [...] Bank metir tó, at enn eru fá tekin um eina slíka gongd. – Sum vit síggja tað, er torført at fáa krøv um hægri prísir og lønir ígjøgnum, tá búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí
uppvaksnir í Sarpugerði, sum vóru meistarar eftir horna úr vinstru. Miðvallarin Arnór Brandsson spældi snilt í brotsteigin, har vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson rann fram og smekkaði bóltin upp í nettakið [...] Í fjør vann KÍ finaluna um løgmanssteypið 2-0 ímóti Víkingi. Tá varð sagt, at talan var um so sera uppibornan finalusigur. Í kvøld hittust Víkingur og KÍ aftur í finaluni um løgmanssteypið. Aftur var úrslitið [...] tað var so sera lítið hugflog í álopsspælinum. Í seinna hálvleiki stórbjargaði Bárður á Reynatrøð einaferð so sera væl, tá ið støðan var 1-0, og tað var tað. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Víkingur
skipanin í fyrisitingini sett til viks, er niðurstøðan hjá fyrisitingini. – Landsstýrismaðurin hevur tískil ikki heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum, stendur í svarinum [...] ógina og býtið av málsøkjum í landsstýrinum. Vinnumálaráðharrin hevur yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og sum útgangsstøði heimild at geva stovninum tænastuboð. Í drúgvu løgfrøðiligu grundgevingini [...] vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. – Tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni, stendur at enda í svarinum.
verða heimasigur í dag og oddasessurin, men soleiðis varð tað ikki. 2-2 ber við sær, at NSÍ hevur 41 stig, og KÍ hevur 38 stig. Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB. KÍ fer mánakvøldið um eina stóra viku at spæla [...] minuttir aftrat, og tá var tað, at NSÍ miðverjin í 98. minutti og við høvdinum eftir innlegg úr høgru frá innskifta Alex Freyr Elisson stýrdi bóltin í málið. Í morgin, 24. august, vera tað 122 ár síðani, at [...] leikgongdin tann sama, og tá var tað, at KÍ legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og í báðum førum átti Árni Frederiksberg uppleggið. Í fyrra førinum var tað, tá ið ein tími var farin og við innleggið úr høgru og
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur í dag sett stóran part av degnum av til at viðgera uppskotið um at hækka orkuískoytið til fíggjarliga sperd húski. Talan er um eina munandi hækking. Orkuískoytið, sum [...] eftir galdandi reglum er 5.000 krónur í 2026, verður sambært uppskotinum hækkað upp í 12.000 krónur. Samstundis verður inntøkumarkið hækkað úr 300.000 krónum upp í 350.000 krónur, so fleiri húski fáa møguleika [...] vaksnum hækkar markið úr 50.000 upp í 70.000 krónur, meðan tað hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri hækkar úr 70.000 upp í 90.000 krónur. 400 til 500 húski Í 2025 vóru tað góð 400 húski, sum fingu