nærri. Tey halda, at tað kann ikki útilokast, at samband var millum jarðskjálvtan og slitið. - Tá jarðskjálvti og tveir feilir í streymnetinum hendu innan fáar minuttir, er tað náttúrligt, at kannað verður [...] verður, um samanhangur er. Tað sigur samskiftisfólkið hjá streymveitaranum, Linea, Frode Dorp, við NRK. Lesið eisini: Jarðskjálvti rakti Norðurnoreg https://in.fo/news-detail/jardskjalvti-hevur-rakt-n [...] Í nátt mistu 8000 húsarhald í Noregi streymin. Norska kringvarpið - NRK - heldur tað ikki vera óhugsandi, at jarðskjálvtarnir, sum í gjárkvøldið raktu Norðurnoreg, vóru orsøkin. Ein feilur í netinum hjá
Tilhaldsstaðnum upp á pláss. Málbólkurin hevur ofta tørv á hjálp frá fleiri skipanum samstundis, og tí er tað avgerandi, at vit ikki arbeiða hvør sær, men fáa hjálpina at hanga saman um tann einstaka, sigur [...] almanna- og bústaðamálum. - Sálarligar avbjóðingar og rúsevnisnýtsla kunnu hanga tætt saman, og tí er tað avgerandi, at hjálpin eisini hongur saman. Við hesum samstarvinum fáa vit psykiatri, rúsviðgerð og [...] Tilhaldsstaðið er samstundis ein liður í einari størri heild. Álitið um endurskoðan av RÓWT leggur dent á, at ymisku tilboðini til málbólkin skulu spæla saman og byggja á hvørt annað. Næsta stigið er eftir ætlan
at menna sítt virksemi. Endamálið er bæði at tryggja góðskuna, sum er, og støðugt at menna hana. ##med2## Góðska er eisini álit Fyri tey lesandi merkir hetta, at tað skal vera greitt, hvat tey kunnu vænta [...] Tíðindaskriv, Fróðskaparsetur Føroya: Hvat merkir tað í veruleikanum, at ein universitetsútbúgving hevur góða góðsku? Tað snýr seg sjálvandi um góða undirvísing og fakliga sterkt umhvørvi. Men góðska snýr [...] lesandi og samfelagnum. Hetta arbeiðið er ein týðandi partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetri Føroya. - Eitt væl skipað góðskuarbeiði og gjøgnumskygd góðskuskipan er fortreyt fyri, at Setrið kann vera við
klokkan 20, men atgongumerkini fara til sølu í morgin, fríggjadagin 21. august klokkan 12.00 á mh.fo Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til rættis og Kjartan Hansen hevur leikstjórnað. Á palli [...] Høgni Lisberg, Benjamin Petersen, Guðrið Hansdóttir, Bárður Reinert og Marius D.C. Sjónleikakonsertin er samstundis partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin [...] miðdepilin upp á fleiri ymiskar mátar. Meira at frætta um ymiskt í næstum. Áhugin fyri Mentanardøgunum í ár er longu stórur – konsertin við Clickhaze, sum verður seinni sama kvøld, var útseld innan eitt samdøgur
Innflutningurin úr Íslandi er vaksin 278 milliónir krónur eftir einum ári. Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya fyri 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2025 til juni 2026. Ísland er sostatt landið uttan fyri [...] fyri ES, haðani føroyski innflutningurin er vaksin mest. Tilsamans innfluttu Føroyar vørur fyri knappar 11,8 milliardir krónur í uppgerðarárinum. Tað eru góðar 1,2 milliardir krónur – ella 11,8 prosent – [...] og plantuoljum vaks samstundis knappar 161 milliónir krónur. Sambært Hagstovuni snýr hetta seg fyri tað mesta um rapsolju. Minni brennievni – hægri virði Virðið á innflutta brennievninum og øðrum oljuúrdráttum
teimum báðum nýggju íbúgvunum er Múli ikki longur millum føroysku bygdirnar við ongum fólki. Framvegis er eingin skrásettur at búgva í eitt nú Víkarbyrgi, Koltri og Nesvík. Tað samlaða fólkatalið í Hvannasunds [...] skrásett at búgva í bygdini. Hetta er fyrstu ferð í góð tólv ár, at Landsfólkayvirlitið vísir fastbúgvandi fólk í Múla. Múli liggur norðast á eystursíðuni á Borðoynni og er partur av Hvannasunds kommunu. Bygdin
pylsur, kaffi, te og ymiskt annað. Tað er Regin Jørgensen, sum hevur listaframsýning. Klokkan 13 byrjar eitt rullandi vatnkríggj, sum varar til klokkan 14.30, og tað er Sands Sløkkilið, sum bóðar av. Byrjað
at dóttirin er fødd ov tíðliga, er at henni feilar einki. - Tey meina tað væl, og eg eri glað fyri at tey halda tað, men tey síggja ikki tað stríð hon hevur, eitt nú hvussu útlúgvað hon er tá vit koma [...] Slíkar hendingar sita djúpt, og tað kann vera trupult at finna onkran at tosa við um hetta. Johanna og eg hava tosað um tað, og tað er heppið at vit hava hvørja aðra. Tað var neyðugt at vera serliga varin [...] - Hon er eitt lívstykkið av Guds náði. Hon er sjónlig har sum hon er, tímir ikki at sita í frið, spyr og svarar alt í senn. Katrina er væl fyri á summum økjum, og verri fyri á øðrum, og tí er týdningarmikið
sersambondum er avmarkað, og heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Ein onnur avbjóðing er fráfallið millum [...] Men skulu úrslitini halda fram, krevst ein sterkari skipan rundan um úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut [...] stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professara
tiltakinum. Søgan er at fyri 500 árum síðani forsvann ein skattaoyggj úti á fjørðinum og mátingar og ryktir søgdu at skattaoyggin skuldi koma brestandi upp júst á Varmakeldu 2026. Tað er orsøkin at nógvir [...] nógvir sjórænarar koma inn á á Varmakeldu í ár. Sum tað sæst á videoklippinum, so fær Kaptein Gardar, sum er ein av teimum hægstu sjórænarunum, gjørt eina semju soleiðis at sjórænarnir skuldu býta skattin [...] com/watch?v=81hefVBk72Y Vert er at nevna, at Jákup Veyhe hevði gjørt eitt 6 minuttir langt klipp, har 1 min 30 sek kunnu hoyrast fyrst í videoklippinum. Onki slíkt tiltak er møguligt uttan góðar stuðlar