tekna og skapa av fyrstan tíð? – Pápi mín og abbi mín sótu nógv og teknaðu við mær, tá eg var lítil. Abbi var málari, og babba dugir væl at tekna. Eg sá upp til teir, fortelur Mia. – Eg elskaði eisini [...] henni. Tað er stuttligt at hoyra, tí hon er eitt slag av sjálvsmynd, og eg havi onkuntíð følt, at eg ikki passi so væl inn í sosialum samanhangum, tí eg havi følt meg løgna ella awkward . Tí er tað skeg [...] longu avrikað nógv ymiskt, og hava vit nokk allarflest sæð hennara grafiska arbeiði uttan at vitað, at tað er hennara. Mia hevur millum annað teknað kúnna á Nýmjólk-fløskuni í Miklagarði, búmerkini hjá URT
sigur Elias Magnussen. Í fjør var eingin ólavsøkukabarett, og tað var saknur í henni. - Tá eg fortelji, at eg fáist við ólavskøkukaparettina, so nevna fólk, at eingin var í fjør. Kaparettin manglar, tá [...] leikararnir flenna fyrstuferð tey hoyra tað, tí tað merkir at tað er stuttligt. Síðani verður arbeitt við at gera tilfari til eina sketsj, sang ella filmsklipp. - Eg síggi tað sum at skemti hevur eina kvotu. Tá [...] spælir ólavsøkukabarett á fyrsta sinni, Ragnar Marr Erlandsson og Dávur Birgisson hava roynt tað einaferð áður; tað var í 2018, og teir hava ikki verið við síðani, men hugurin at royna seg aftur hevur verið
1896, var havsvimjing á skránni, og síðan er svimjingin vorðin ein stór ítróttargrein í heimshøpi, har ið føroyingar eisini hava gjørt vart við seg. Tað var leingi eitt rák í tíðini at svimja longri teinar [...] hylur var og er ongin, hóast konturarnir nú síggjast av einum frambroti á tí mótinum. Táið teir stóru framhaldsskúlarnir vórðu bygdir kring um landið, serliga í fimmti- og sekstiárunum, var tað ikki so [...] Hetta hendi ikki á Glyvrum. Nakað eftir at skúlin var liðugur, tóku menn seg saman – tað vóru bara 17 menn á fundinum hin 27. februar í 1964 - har semja var um at stovna eitt svimjifelag og at útvega felagnum
Síðani var KÍ ikki í Evropa í 10 ár. Tað var ikki fyrr enn Mikkjal K. Thomassen vendi skútuni við frá 2016 kappingarárinum, har KÍ vann steypakappingina og bleiv nummar tvey í landskappingini. Tá var tað [...] tað aftur svensk mótstøða. Tað var eitt felag, sum eitur AIK Stockholm og nú hevur ein venjara, sum eitur Mikkjal K. Thomassen. Í 2017 vistu partarnir ikki av hvørjum øðrum, men á Ovara vølli lærdi AIK, at [...] og Mikkjal K. Thomassen ikki bara eru at spæla við. Tað endaði málleyst. Á Friends Arena í svenska høvðusstaðnum vann heimaliði tó heili 5-0. Í fjør var aftur svensk mótstøða í BK Häcken. Hesa ferð í 2.
í ár. Marjun er uppvaksin í Klaksvík. Hon er ættleid úr Korea. – Eg var kanska millum tey fyrstu ættleiddu, ið komu til Føroya. Eg var í øllum førum fyrsta genta úr Korea, ið kom til Klaksvíkar, sigur Marjun [...] úla, í kirkju og til skótar, verið virkin í tónleiki við kóri og klaveri, og annars verið til tað, sum var í Klaksvík, sigur Marjun, ið sum 19 ára gomul fór til Danmarkar, Århus, at lesa Guðfrøði. – Eg [...] Einaræðisharrar hava vald. Hóast vit í Føroyum hava tað gott, so eru álvarsligir spenningar ymsastaðni í heiminum, sigur Marjun. – Hetta gevur eitt suð í búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein
bandaumhvørvið? – Tað er skiljandi nokk, at fólk hugsa soleiðis. Eg eri vanur við at fólk spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur um mítt lív, bæði tað ringa og góða, har [...] øðrum, sigur hann. – Hann hevur sitið og hevur bøtt fyri tað, sum hann hevur gjørt. Nú ynskir hann at ávara onnur um tað. Fantastiskt, at hann ger tað. Hann kundi eisini bara sett seg afturá. Hann sær vandan [...] Brot úr longri grein í Sosialinum... »Mítt lív í ónáði« Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august. Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal
kendu seg hinvegin hildnir fyri tað turra spott. - Eg eri ikki so sartur, at eg leggi nakað serligt í tað, men tað var bestemt ikki nakað behagiligt upplivilsi at sita har inni. Vit vóru har, tí reiðaríið [...] til, at stjórin í Reiðarafelagnum var til staðar í Runavík, var, at tey eisini vildu tryggja sær, at mann ikki kom í karambolasju við prinsippini í sáttmálanum. Men so var ikki, sigur Annfinnur Garðalíð, [...] Hanstholm kundu vit staðfesta, at fiskurin var seldur langt undir marknaðarprís – tað er miðalprísin á uppboðssølumarknaðinum har, Hanstholm Fiskeauktion. Og tað galt allar landingarnar har og hvørt eitt
rættuliga musikalskum heimi. Pápin var organistur í Sandavágs kirkju. Í heiminum høvdu tey eitt stovuorgul í aðrari stovuni og eitt klaver í hinari. Sum um tað ikki var nóg mikið, so átti Erla sjálv eitt [...] varð mær greitt, at Erla var stolt av kórinum og leingi hevði gingið við tankanum um at fara út at ferðast við kórinum. Hon ætlaði ikki bara at ferðast í Føroyum, nei, longri enn tað. Hon segði: hvat við Finnlandi [...] kamarinum á loftinum. Erla var ágrýtin sum ung. Tá ið hon á ungum árum fór til Havnar, fór hon beinanvegin í læru hjá teirri kendu Miu Waagstein og gekk har í eitt ár. Eftir tað fór hon at ganga til undirvísing
karakter í kvøld. Shamrock Rovers var á odda 2-0 longu tá 20 minuttir vóru farnir, men Nikolaj Hansen tendraði eina vón, tá hann minkaði um munin til 2-1. Men tíverri var sami Nikolaj Hansen ikki nóg kaldur [...] Átta minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat kundi liðfelagin hjá Gunnari Vatnhamar, danski Nikolaj Hansen tryggja Víkingi longda leiktíð móti Shamrock Rovers, ið fekk mann riknan av vøllinum [...] leiktíð við 11 móti 10 monnum høvdu teir havt ein góðan møguleika at vunnið dystin, men soleiðis bleiv tað tíverri ikki. Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin fyri Víking í kvøld. Víkingur dettur nú niður í
Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivið. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Vága kommunu í sambandi við eina umbøn um innlit í egið mál. Vága kommuna svaraði ikki innlitsumbønini [...] innlitsumbønum hjá Vága kommunu stóð, at innlitsumbønir skuldu avgreiðast innan 10 yrkadagar. Hetta var ikki í samsvar við § 16, stk. 2 í innlitslógini og fyrisitingarlógini. Teir 10 dagarnir eru ikki at [...] innlitsumbønir eiga at verða viðgjørdar við einum serligum skjótleika og ikki uttan serliga orsøk taka longri tíð, enn neyðugt er. Í kanning hjá umboðsmanninum frá november 2023 um viðgerð av málum um alment