Oddagrein: 1.400 fáa ikki endarnar at røkka

– Hvussu ber tað til, at 1.400 fólk í Føroyum í dag hava tørv á hjálp frá Reyða Krossi til tess at fáa endarnar at røkka saman?

Tað skurrar øgiligt, at støðan skal vera so ring. Men tað er hon sambært for­mann­i­num í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, sum á tiltakinum hjá Barnabata í Hoyvíkar kirkju sunnu­kvøld­ið greiddi frá, at talið av fólk­um, sum eru í so stórari neyð, at tey søkja sær klædna­hjálp og mathjálp frá Reyðakrossi er støð­ugt vaksandi: Í 2021 var talið 400. Í 2022 var talið 900. Og í fjør var talið 1.400.

 

Síggja politikarar slett ikki, hvønn veg tað ber? Løgtingið hevur eina fíggjarlóg, sum tey ikki fáa at hanga saman, men kortini verður tos­að um at gera íløgur fyri túsundtals mill­ión­ir í ein tunnil, sum helst skal gerast, men sum uttan iva verður so nógv dýrari, at tað sum pol­i­tik­ar­ar royna at fáa tað til. Sam­stund­is verður ríkisstuðulin sendur aftur til Dan­markar, tí tað fyri sjálvsfatan okkara ikki er rætt, at vit fáa pengar úr Danmark – so sum vit hava fingið í mannaminni.

 

Haldførið í búskapinum sum heild hong­ur ikki saman, men tað verður fiksað við at hækka pensjónsaldurin – altso við at siga, at vit øll – uttan politikararnir sjálvandi – skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum rætt­vísger eitt nú, at vit hava ráð at gera ein suð­ur­oy­ar­tunnil.

 

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum er til viðgerðar í Løgtingsins fíggjarnevnd, so skal skal spinkast og sparast á nógvum økj­um. Tæn­astur verða skerdar, til fólk við serligum tørvi, til skúlaverkið o. a. – ja tann gamla plenuklipparametodan er tikin fram­aft­ur, har skorið verður eitt vist yvir tað heila, tí at eingin kann finna út av, hvørjar tæn­ast­ur skulu sparast burtur í samfelagnum – fyri at ávísar stórar verkætlani kunnu gjøgn­u­m­før­ast. Og eingin hevur eftir øllum at døma fantasi til at finna útav, hvussu vit fáa fleiri inn­tøk­ur í landskassan.

 

Vit erpa okkum av høgum BTÚ, og at vit av frí­um vilja skerja ríkisstuðulin – higartil hava vit sent einar 13 milliardir aftur til Danmark­ar, men vit seta einki í staðin. Vit fáa ikki fleiri inntøkur. Vit eru samd um, at vinnan ikki skal rinda meira, at skattgjaldarin ikki skal rinda meira – men vit niðurlaða grønar skip­anir, sum skulu fáa fólk at leggja um frá olju, og so hækka vit pensjónsaldurin fyri at fáa aka­dem­iska roknistykkið at ganga upp.

 

Men er hetta ikki sama søgan umaftur?  Eina­ferð høvdu vit tiltakið »Meðan vit bíða...« at gera vart við støðuna hjá teimum ringast staddu. Nú sum tá eru tað and­støð­u­pol­it­ik­arar, sum siga frá. Hvar eru sam­gongu­ting­fólk? Síggja tey slett ikki hendan trupulleikan?