umfatandi álop á Kharg. Sambært Trump vórðu øll hernaðarlig mál á oynni løgd í oyði. Trump segði tá, at USA hevði spart oljuídnaðin á oynni. Álopini á Larak í nátt vóru tey fyrstu amerikansku álopini á Iran síðan [...] einum íspunnum bumbuálopi á iransku oynna Kharg. Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters. – Forsetanum dámar væl at royna okkurt nýtt á sosialu miðlunum. Hann hevði [...] sagt, at hann ikki boðar frá hernaðarligum atgerðum á sosialu miðlunum, men eg haldi, at hann sendir iranum eini boð, sigur Vance. Sjónbandið varð lagt út á sosiala miðilin Truth Social saman við einum teksti
fæst nærri at vita um úrslitið. - Tí verða fólk vinarliga biðini um at fylgja við á okkara heimasíðu. Í Sunda kommunu nýta tey eisini høvi at takka fyri stórt tolsemi, nú trupulleikar hava verið við drekkivatninum [...] aðrastaðni í kommununi. Nú sigur kommunan, at nærri boð um støðuna fara at koma týsdagin hin 8. september. Tey góðu tíðindini eru, at arbeiðið við vatnbrunninum nú er liðugt, og at arbeitt hevur verið støðugt við
Brandur og Elias vóru tey mest umtóktu dreingjanøvnini hjá børnum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2025. Sjey dreingir fingu hvørt av nøvnunum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya. Næst á listanum kemur Gilli [...] umtóktu dreingjanøvnini í fleiri ár. Sambært Hagstovuni hava bæði nøvnini tvær ferðir áður ligið ovast á listanum, millum annað í 2023. Síðani 1985 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 navnið Elias [...] nýggj nøvn hava vunnið fram, eru eisini fleiri klassisk føroysk nøvn framvegis væl umtókt. Millum tey mest brúktu í 2025 vóru Jákup, Jónas, Lukas, Mattias, Rókur og Heri. Hvørt av hesum nøvnunum varð givið
meira enn at velta grønmeti á einum jarðarstykki á Sandi. Royndirnar úr moldini hava verið grundarlag undir undirvísing, vitanardeiling, samstarvi og politiskari ávirkan. Veltan á einum vegamóti Hóast Veltan [...] annað hitt eldsálir í Vágoynni, á Strondum og á Velbastað, sum arbeiða við felagsveltum og vakstrarhúsverkætlanum. Veltan ynskir í framtíðini at leggja enn størri dent á at deila royndir og vitan og at [...] mótsetningar. Tey eru ymiskir partar av sama máli. Skulu Føroyar gerast meira matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv á felagsskapum,
Klaksvík. Í Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 og endar kl. 20:00, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin [...] Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey, ið ikki hava sjálvi. Á tiltakinum verður eisini greitt frá, hví sólarmyrkingar eru, eins og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum. Sí annars
vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar flytur seg norðureftir, og vindurin stendur úr útsynningi. Samrøðan við Jógvan Heinesen er tøk á heimasíðuni [...] drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri gera, at ættir úr norði og eystri ofta geva nógvan vind, meðan tær
skipan kann vera viðkomandi í Føroyum. – Eg fari at heita á Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á einari líknandi skipan í Føroyum, og um tað er skynsamt [...] spurdi millum annað, hvørji krøv verða sett feløgunum, sum umsita kravdu eftirlønaruppsparingina, hvar tey kunnu gera íløgur, og um løntakarar fáa nóg gott innlit í, hvussu nógv teir fáa burtur úr uppsparingini [...] Íløgurnar skulu gagna kundanum Sambært tryggingarlógini skulu eftirlønarpeningarnir verða settir í íløgur á ein hóskandi hátt, sum gagnar kundanum. Leiðslan skal virka fyri, at kundarnir fáa størst møguligt avkast
vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu tey kunna fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk, og hvør kann veita hana. Ein annar spurningur er, hvat [...] hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini. Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar hava fleiri góðar sosialar skipanir. Kortini hoyrist ofta um fólk, sum detta niðurímillum
greiðar bæði fyri kommunulæknarnar og tey, sum venda sær til læknavaktina. Ymiskar reglur kunnu galda Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at læknavaktin í 1870 er ætlað teimum [...] Útlendingar, sum hava tørv á hjálp, eiga somuleiðis at fáa greið boð um síni rættindi og um møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar [...] teimum, sum brádliga gerast sjúk ella hava tørv á læknahjálp uttan fyri vanligu viðtalutíðirnar hjá kommunulæknunum. Hetta fevnir eisini um útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, eitt nú ferðafólk. Rætturin
serliga á ásetingarnar um ávaringarskipanir og peilingarskipanir í tvingsilslógini. Sambært henni ger grein 8 í lógini tað óneyðuga trupult at umsita vælferðartøkni á ellis- og røktarheimum. Hon vísir á, at [...] trygdarskapandi vælferðartøkni. Eisini spyr hon, hvørja ávirkan slík tøkni kann fáa á trivnaðin og tryggleikan hjá búfólkum á ellisheimum og avvarðandi teirra. Harumframt vil hon hava landsstýriskvinnuna at [...] nýtsla kann merkja fyri starvsfólkatørvin og eindarkostnaðin á eldraøkinum. Kunnu sleppa undan at verða innilæst Fía Selma Nielsen vísir á, at nýggj tøkni kann skapa fyrimunir fyri bæði búfólk og starvsfólk