summar, er áhugin fyri kurvabólti í Føroyum nógv vaksin. Eitt sum hevur verið ein trupulleiki fyri kurvabólt í Føroyum er, at tað bert hevur verið tað eina felagið. Tað er felagið í Havn, sum eitur kurva [...] eru útlit fyri, at kurvabóltsfelagið Hamar kann fáa eitt annað felag at spæla ímóti. Nýggja felagið hevur stað á Toftum, har ein av leikarunum á kurvabóltslandsliðnum, Bjarni Werner Zachariassen eisini býr
dystin fyri besta HB-liðið í 1986. Hann hevur eisini roynt seg í øðrum feløgum, men tað er fyrst og fremst sum ein trúfastur og drúgvur HB’ari, at fólk kenna. Hartil hevur hann spælt 39 A-landsdystir fyri Føroyar [...] leiðslan í HB hevði ynski um, at Jan Christian Dam skuldi verða hjálparvenjari, nú Milan Cimburovic hevur tikið við leiðsluni av Effo-hópinum hjá HB. Í kvøld skrivar HB á heimasíðu sínari, at hetta nú er
seinastu tíðina eru rændar fyri pengar, hevur ført til, at kirkjurnar nú verða stongdar. Vanligt er annars, at kirkjur standa opnar um summarið og stongdar um veturin. Nú hevur dómpróstur, Uni Næs, vent sær til [...] til kirkjuráðsformenn kring landið og hevur mælt teimum til at steingja kirkjurnar og tøma kirkjubússurnar. Bjarki Henriksen, kirkjuráðsformaður á Sandi, sigur, at tey í dag hava tømt kirkjubússuna og hava
Síðsta hálva árið hevur stóra gasstangaskipið Meridian Spirit verið fastur gestur í Nólsoyarfirði, har tað hevur ligið millum túrar. Tað er nú nakrar vikur síðani, at Meridian Spirit seinast var í Føroyum [...] eitt annað stórt gasstangaskip á Nólsoyarfjørð. Hesaferð er talan um gasstangaskipið Arctic Lady, ið hevur heimstað í Norra. Skipið liggur í Nólsoyarfirði, meðan tað bíðar eftir túri. Skipið er bygt í 2006
inum. Bakmansløgreglan hevur kannað málið síðani tað var meldað, men í telduposti til Jógvan Páll Lassen, advokat hjá Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í, skrivar [...] skrivar varastatsadvokaturin, at hann hevur avgjørt at steðga kanningararbeiðinum. Hann væntar ikki, at víðari kanningar fara at fáa nakrar umstøður undan kavi, sum kunnu rættvísgera eina ákæru, skrivar Per
Johansen, Jákup Reinert Hansen og Gudmund Mortensen, sum hevur staðið fyri at samskipa lesnaðin. Rektari á Sjællands kirkemusikskole, Ole Brinth, hevur verið próvdómari í øllum lærugreinum. Vit ynskja nýútbúnu [...] Hammer fingu tað præliminera (PO) og Óli Nicodemussen tað elementera (EO) prógvið. Torkil Jespersen hevur eitt fag eftir at avgreiða. Tey hava fingið útbúgving innan ymiskar lærugreinar, sum eru viðkomandi
uppvaksin í Norðragøtu og hevur spælt gittara, síðani hann var 8 ára gamalur. Eftir Musikkskúla Miðnám í Tórshavn fór hann at lesa víðari á tónleikaháskúlanum í Malmø, har hann nú hevur fingið sítt Master-prógv [...] tudentaskúla í Arvika í Svøríki. Eftir tað gekk leiðin til tónleikaháskúlan í Malmø, har hann nú hevur gjørt sína Bachelor-útbúgving lidna. Til sínar próvskonsertir settu Max og Alvi hvør sína skrá saman
saman við sangarinum og sangskrivarinum Marius fyri fyrstu ferð. Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað orðini og Marius hevur skrivað lagið til "Ongi orð". - Eg eri ordiliga væl nøgd við framførsluna av hesum [...] Døgg Nónsgjógv, sum gevur fløgu út í september hevur júst verið á palli á Voxbotni. Hon spældi á stóra pallinum, og sigur við info at framførslan gekk væl. Nýggja lagið "Ongi orð" var eisini framført saman
eisini gull í triathlon. Men tað er eisini ein onnur ítróttargrein, ið hevur vunnið gull medalju í dag. Føroyar hevur nevniliga vunnið gull í skeet skjóting í kappingini fyri lið. Tað eru teir báðir, Marius [...] Føroyar hevur vunnið tríggjar gull medaljur, hendan fyrsta dagin til oyggjaleikirnar á Jersey. Fyrst vann Torkil Veyhe gull í einkulstarti í súkkling, og fyri lítlari løtu síðani vann Karina Ottosen eisini
Manchester City hevur keypt 24 ára gamla Kevin De Bruyne frá týska Wolfsburg. Hann sær ikki út av so nógvum, men belgiski landsliðsspælarin hevur gjørt um seg í týsku landskappingini. Í 2012 keypti Chelsea [...] fekk Kevin De Bruyne sítt stóra gjøgnumbrot, tá hann skoraði 16 mál og legði upp til 27 mál. Nú hevur Manchester City so keypt fyrrverandi Chelsea spælaran fyri áleið eina hálva milliard krónur. Hann