gerandisvørum so sum breyð, mjólk, frukt og grønmeti. Tað vil Fólkaflokkurin ikki. Men Fólkaflokkurin skilur ikki, at okkara vælferðarsamfelag er bygt upp við umfordeilingspolitikki. Um vit ikki býttu [...] býttu virðini, vit øll eiga, millum okkum, so var eingin fólkaskúli. Eingin dagstovnur. Einki heilsuverk. Ja, so var eingin sterk vinna, tí tær bestu fyritøkurnar virka best við vælferðarsamfelagnum í rygginum [...] og til eitt familjuískoyti til barnafamiljur, sum livdu í fátækraváða. Um pástandurin hjá formanninum í Fólkaflokkinum passar, so skuldi henda umfordeilingin havt við sær, at øll hesi gjørdust fátækari
meta-analysunum, um samband millum fótbóltsvenjing og fólkaheilsu í grein í altjóða vísindaligum tíðarriti. Meta-analysur samantvinna og greina dátur hagfrøðiliga úr fleiri kanningum fyri at vísa, um verulig [...] fólkaheilsuni. Í EU eina eru tað 22 milliónir kvinnur og 6 milliónir menn, sum hava so vánaligan beinvevna, at talan er um beinbroyskni. Hetta viðførir umleið 4 milliónir av árligum beinbrotum, har fimta [...] 2040 eru 14% av heimsins borgarum eldri enn 65 ár, og tí er talan um ein fólkasjúku, sum kemur at vaksa ómetaliga nógv í komandi tíðum, um ikki átøk verða sett í verk. Tí er umráðandi at fyribyrgja beinbroyskni
at ekskludera fólk.”. Spurdur um hetta eisini var galdandi hóast, fólkini vóru í kríggi, var svarið hetta: “Ja, sjálvt um tey eru í kríggi”. Eftir tær mongu útmeldingarnar um hetta frá Jacob Vestergaard [...] fíggindar, sum hann brutalt hevur bart niður ella dripið. Ítøkiliga hevur tað snúð seg um tjetjenar. Um politisk mótstøðufólk. Um fólk í Georgia. Í Hvítarusslandi. Í Sýria. Í Ukraina. Men brutaliteturin viðkemur [...] Í Degi & Viku í gjár var kjak um okkara støðu til Russland. Árni Skaale legði Fólkafloksins ideologisku sjónarmið fram soleiðis: “Eg haldi, at Føroyar ikki skulu velja sær vinir og fíggindar. Eg haldi
skipanini. Skal hetta tilboðið halda fram, verður neyðugt at Løgtingið játtar 4,6 milliónir afturat til endamálið í ár og nú hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta teir pengarnar. Løgtingið [...] fyri hvørja viðtalu er 950 krónur fyri hvørja ferð. Men fyri summarferiuna varð greitt, at tað var so stórur tørvur á hesum tilboðnum, at pengarnir vóru uppi, og tískil máttu tey gevast við hesi viðgerini [...] Løgtingið fer at viðgera uppskotið ein av fyrstu døgunum, soleiðis at haldast kann fram við hesi ókeypis viðgerðini.
miseydnaðist. Úrslitið varð 2-1 heimasigur til HB, og tað ber við sær, at fjarstøðan hjá Víkingi og fram til KÍ nú er níggju stig. Undan 16. umfari var hon seks stig. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking. [...] ið Dan í Soylu úr høgru smekkaði bóltin í stólpan, og Pætur J. Petersen var fleiri ferðir tætt við. So var tað, at tað síðsta korterið av álvara glapp hjá HB og serliga Pæturi J. Petersen, sum skoraði tvey [...] var Pætur J. Petersen leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum setti bóltin í málið. So var setingurin hjá HB at skora sigursmálið, og fyritreytirnar fyri tí styrknaðu, tá ið Géza Dávid Túri
mótstøðan væl sterkari. Talan er um Viborg úr donsku Superliguni. Nú er talan meira um eitt spennandi lið, tí tað er úr Danmark. At talan er um sterka mótstøðu sást um vikuskiftið, tá Viborg vann 4-2 á [...] verið til “Play-off” umfarið í Europa Conference League. Fyri B36 er talan um enn eitt spennandi lutakast. Vinnur B36 á Viborg, so skal B36 møta West Ham úr ensku Premier League. B36 hevur higartil havt eitt [...] á FCK. Skuldi ævintýrið hjá B36 hildið fram, so verður tað also West Ham, ið kemur á vitjan.
uppskotum skal gjald takast frá útlendingum at ferðast í haganum. Spurningurin er so, um Løgtingið hesaferð klárar at semjast, so hetta trupla mál verður loyst einaferð med alla. [...] Sambært løglistanum í ólavsøkurøðu løgmans, so ætlar landsstýrið sær í heyst at leggja uppskot fyri Løgtingið um loysn og trupulleikanum við gongd í haga. Tað sama hevur Javnaðarflokkurin fyrr í summar [...] møguleika at njóta føroysku náttúruna. – Talan verður um rættindi, sum eiga at verða útint undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis at talan gerst um javnvág millum áhugamálini hjá jarðareigarum, ferðavinnu
Vágsfjørð og eisini kannað, um sjúkur vóru umborð o.a. Hesin politimyndugleiki sat á Øgrum frá um.l. 1826/27 til 1911 - eini góð 80 ár, til hann bleiv fluttur til Vágs, og haðani nokk so skjótt fluttur til Tvøroyrar [...] bøkjaranum er Kári 5. lið í beinari linju. Aftaná bøkjaran kemur Niels Petur Midjord, so Jákup abbi mín, so mamma og so Kári. Kona Kára, Esmi er fødd og uppvaksin í Vági, barnaheim hennara lá við Gjógvará [...] undan. Tey fyrstu orð á føroyskum eru skrivaði har, júst har tosið um at byggja Royndina hevur verið, tosið um undirvíng, sum fór um allar Føroyar, skaldskap, kvøðing, yrking hevur gingið fyri seg í millum
at fara kring um á gørðunum við. Tarvarnir, sum millum ælini høvdu valfartað um hagan, og bulmiklir skapt ótta hjá so mongum, mistu nú sína nøringartign, og vit okkara visuellu frálæru um, hvussu lívið [...] serliga um heimbygdina og økið her í námind. Onkur helt kanska, at hann var í meira lagi patriotiskur, men bara søgurnar eru góðar, so fer ongin illa av hesum. Ájú, Rasmus var patriotur bæði so og so. Á landsplani [...] ” Rasmus fer um Hæddina og hvørvur so við og við handan eggina, soleiðis tekur gitni rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen til í einum brævi til vinmannin William Heinesen, har ið hann um fleiri blaðsíður
aftur til seinni í røðuni. Eg minnist ikki so nógv av tí, sum hann annars segði, tí eg var so spentur eftir at hoyra boðskapin, hann fór at koma við. Og langt um leingi fingu vit hann. Boðskapin. Hann var [...] milliardir ár aftur í tíðina, men síggja ikki út um okkara egna dunnuhyl, tá ið tað ræður um etiskar spurningar. Morallógina. Eg havi leingi verið sannførdur um, at grundin til hetta er tann, sum eg longu havi [...] áðrenn kvinnur kunnu sleppa fram at valdinum: stættarmunur, óavmarkað vinnufrælsi, samferðsluútbyggingar, tjóðarfrælsi, grønt orkuskifti og so framvegis. Seinnu árini hava vit so harafturat fingið valdsmiklar