og ”vit skulu hava brúkaragjøld innan heilsuverkið,” er boðskapurin. Júst við somu grundgeving lata vit vindeygu út í heim aftur við at niðurleggja sendistovuna í London. Karmarnir hava fingið ein løgnan [...] og um vit brúka hana rætt? Kreppan fyrst í 90´unum Eftir mong ár við naggatódn, har ongar bygnaðarbroytingar hendu, vísti tað seg skjótt, at tá óløguni fyrst í 90´unum fóru at skola inn yvir samfelagið [...] fólkafloksprojektum. Tað verður ikki tíð til annað, og tí koma lívsneyðugar nýskipanir at bíða. Fólkafloks-”hypnosan” virkar. Álitið er andstøðan Neyvan nakrantíð áður hava vit havt so nógv brúk fyri einari dugnaligari
geva sær stundir og harvið hava betri møguleika at finna olju, enn at skunda boringina ígjøgnum. Í Oljumálastýrinum hava tey arbeitt við umsóknini frá Agip í eina tíð og hava lagt úrslitið fyri landsst [...] útseta boringina til í næsta ár. Grundgevingin hjá Agip fyri at biðja um útseting eru heldur óvantaðu úrslitini av teimum trimum fyrstu boringunum á landgrunninum í fjør, sum góvu heilt annað úrslit enn feløgini [...] Oljuleiting Eingin boring verður á landgrunninum í ár. Italska oljufelagið Agip, sum skuldi bora í august, hevur søkt Oljumálastýrið um loyvi til at útseta boringina og mánadagin undirskirvaði Eyðun Elttør
13 danska tíð segði danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen í fólkatinginum endiliga orðini, sum so nógv í spenningi hava bíða eftir: ?Jeg indstiller til Hendes Majestæt Dronning Margrethe, at der [...] eygleiddu tey. Uttan fyri í regninum stóðu friðarvaktirnar, sum hava hildið til uttan fyri Christiansborg síðan 19. oktober í 2001 fyri at mótmæla, at Danmark valdi at fara við USA í hernað móti yvirgangi [...] best í sjónvarpinum. Hetta er nattúrligt og kemur av, at Fogh hevur tann fyrimunin, at hann er forsætisráðharri. Haraftrat hevur hann verið í fokus seinastu mánaðirnir, meðan fjølmiðlarnir hava bíða eftir
Petersen seg fram aftur. Toftir hava mest sum hvørja ferð í hálvt hundrað ár átt sambandsmann. Soleiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani, tá ið Alfred Olsen varð fyrstvaldur í valdøminum. Hintingmaðurin [...] tingmannin. Soleiðis hevur tað verið í Eysturoyar valdømi, síðani vallógin varð broytt undan løgtingsvalinum í 1978, tá ið tingmannatalið hjá Eysturoy fór úr fýra og upp í fimm. Eittans undantakið hevur verið [...] gerast um broytingar í styrkini. Sambandsflokkurin er størstur. Tað hevur hann verið mest sum hvørja ferð tey hundrað árini síðani floksbýtið. Undantøkini hava verið tvey. Tað fyrra var í 1945, tá ið tað var
nar í nýggja umhvørvinum á sumri næsta ár. Nærmasti býurin til føroyska leguøkið í Suðurgrønlandi er Juliannehåb, sum liggur einar 12-15 sjómíl haðani. Tað eru umleið 35 ár, síðan brøðrasamkoman í Føroyum [...] tað, sum eftir var av atløgubryggju í Føroyingahavnini. Miðvingurin Kaj Hjalgrímsson eigur í dag fleiri av bygningunum í Føroyingahavnini. Hann er ein eldri maður í dag, sum neyvan hevur teir stóru mø [...] fara at koma øðrum til góðar – í hesum førinum børnum í Grønlandi. Kaj Hjalgrímsson læt í fjør tríggjar av hesum bygningum til ein grunn, sum umboð fyri brøðrasamkomuna í Føroyum standa aftanfyri. Hetta
ungfólk í spenningi bíða eftir at fáa at vita, um tey eru upptikin til hægri lestur úti í heimi og harvið fluta av landinum. Umleið 100 møguleikar í Føroyum Í forvitnisliga bóklinginum, Útbugv teg í Føroyum [...] at vera støðugt vaksandi. Mangan hava vit hoyrt um ung úr Føroyum, sum hava leitað sær til eitt nú Skotlands ella Onglands at lesa. Hetta hevur í nógvum førum verið í sambandi við onkra útbúgving, sum [...] sum hava hug til at ilskast á øll tey ungu, sum leita sær av landinum, men vert er at hava í huga, at tey flestu av útisetunum koma aftur til Føroya at búgva. Tá ið tey so koma heim aftur, hava tey ein
fjarar alsamt í samfelagskassunum til almenna húsarhaldið, sum dýrkar ár um ár, og arbeiðsloysið trilkar í hvørjum. Okkara politikarar tykjast ørkymlaðir og minna ikki sørt um trøllini í Húnalondum, har [...] stemplið. So nú minkar innløgan í landinum hættisliga, sjálvt um alivinnan bøtir munandi um støðuna (millum annað orsakað av, at Chile hevur fingið álvarsligar trupulleikar av sjúku í síni laksaframleiðslu), so [...] setir seg saman og í felags álvarsemi innanhýsis viðgerð eitt slíkt stig og blívur samd. Eg veit væl, at flokkar, sum eru fyri at minka ríkispartin, hava torført við at halda aftur í minkingini ella taka
men fyribils hevur tað verið fyri deyvum oyrum. 220 krónur - Vit hava bíðað í alt ár og vit bíða framvegis. Arni Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna, ætlar ikki, at samgongan skal sleppa [...] formaðurin í Landsfelag Pensjónistanna. Blaka ábyrgd frá sær Hann staðfestir, at seinastu nógvu árini er fólkapensjónin útholað við tað, at hon er als ikki hækkað í sama mun, sum prísirnir í samfelagnum [...] hóma í kortunum, at tað eisini verður gongdin frameftir, at fólkapensjónin so við og við fánar burtur, so hvørt sum útgjaldið úr Samhaldsfasta og øðrum pensjónsskipanum, hækkar. - Í veruleikanum hava po
áhugan fyri festivalinum í Klaksvík. - Fólk hava víst stóran áhuga fyri Summar Festivalinum bæði í fjør og í fyrraárið, men áhugin hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er júst í ár, sigur Christian Olsen [...] um tey vilja hava eitt pláss. Vit hava nógv pláss til tjalding, og umstøðurnar eru heilt góðar, sigur Christian Olsen. Umframt gistingina á landi, hava nógv fólk eisini búð í bátum, sum hava ligið við bryggju [...] bryggju í Klaksvík, og í fjør var rættiligur bátastevnulag á Stongunum, har ein ørgrynna av smábátum lá á festivalinum. So hóast koyrandi verður á Summar Festivalin í ár, so fara ivaleyst nógv fólk at sigla
Jarnskor í GÍ er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, og nú hevur hann á ein serligan hátt skrivað sítt navn í føroysku fótbóltssøguna. Hann hevur skrivað undir sáttmála við felagið hjá sær. Tað hava so nógvir [...] fyrr í ár. Á fundi fyri góðum tveimum vikum síðani góðkendi sáttmálanevndin hjá FSF sáttmálan, sum GÍ hevði sent til góðkenningar. Vit hava ikki frætt nakað ítøkiligt um, hvat Henning Jarnskor fær í løn [...] talan er langt í frá um eina upphædd, sum ger gøtumannin til fulltíðar fótbóltsspælara. Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, og vit hava skilt, at samlaða upphæddin er eina staðni millum hálvt hundrað og hundrað