Vandin við mistum gørnum er, at tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist. Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum [...] fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum. Her hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt [...] vórðu tikin upp. Norska fiskivinnuumsitingin sigur, at í ár verða fiskileiðirnar millum Runde og Kirkenes ruddaðar fyri mistan reiðskap. Sagt verður, at fyrsti partur av uppruddingararbeiðnum í hesum árinum
Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið [...] verið vitni til, skrivar hann. Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum fyri at ríka seg sjálvan og sínar vinir, ikki hevur nakra framtíð í altjóða fótbólti [...] ð, Uefa, sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið
hann leggur fyri dagin, og so eisini tað, at hann er ein framúr góður persónur. Hann er til stóra gleði, og er góður fyri hópin. Hann er gull av einum manni. Tað verður torførari at siga farvæl við persónin [...] Tað liggur á ljóði, at Gunnar Vatnhamar spælir við Víkingi Reykjavík til endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini [...] endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Kelda hjá in.fo í Eysturkommunu, ið vil vera ónevnd veit at siga, at Gunnar hevur skrivað trý ára sáttmála við Vejle, sum spælir í næstbestu donsku fótból
vert at leggja dent á, at øll kunnu vera við: „Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at skapa, royna teg fram og arbeiða saman við øðrum.“ Filmsfimi heldur [...] til at ganga til film,“ leggur Eir í Ólavsstovu, sum er ein av undirvísarunum, afturat. Skeiðið gevur tíð og rúm til at menna hugflog, samstarv og skapandi førleikar. Barbara Lervig heldur, at tað er vert [...] tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini skulu sleppa at arbeiða við veruligari filmsútgerð heldur enn at taka filmarnar upp við fartelefon. „Vónin er, at Filmsfimi kann halda fram at mennast
Hetta er tað besta árið nakrantíð hjá norskum fótbólti. Í summar gjørdist Noreg nummar fimm í HM-endaspælinum í fótbólti, og nú hava tvey norsk lið megna at vinna seg í deildarspælið í Champions League [...] 2-2 við sær úr Kroatia aftaná fyrra røkk støkk dystinum móti Kroatia Zagreb. Tað eydnaðist Viking at vinna heimadystin 3-1, og harvið ein samlaðan 5-3 sigur. Talan er um søguskriving, tí hetta er fyrstu [...] ferð Viking vinnur seg til deildarspælið í heimsins fremstu kapping fyri felagslið. Viking og Bodø/Glimt vera einastu norðurlendsku umboðini í deildarspælinum í Champions League. Viking FK-Dinamo Zagreb
kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal [...] skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi. Ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Vit ynskja samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá vit lótu dyrnar upp [...] upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend og nýggj andlit í nýggju hølunum, skrivar Nema.
brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu - og hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld. Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur [...] okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum [...] Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Aftur í summar hava felagsskapir, kommunur og einstaklingar lagt nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara
arbeiðir nú við at rokna út endaligu roknskaparligu avleiðingarnar, men væntar ikki, at nakar týðandi fíggjarligur ágóði fer at koma frá Orlando framyvir. Myndatekstur: Atlantic Petroleum væntar at niðurskriva [...] Petroleum boðar frá, at framleiðslan á Orlando-oljuøkinum í bretska partinum av Norðsjónum er endaliga steðgað. Boðini koma, eftir at bretska orkufelagið Serica Energy hevur upplýst, at framleiðslan steðgaði [...] undirvatnspumpa fór fyri skeyti. Sambært felagnum er tað ikki búskaparliga forsvarligt at umvæla skipanina, tí Ninian-pallurin, sum Orlando er knýtt at, verður tikin úr rakstri í 2027. Atlantic Petroleum
framsýningina og Lyon Hansen syngur. Smátt og gott afturvið. Fríggjadagur 4. sept. 10.00 – 18.00 Ribarhús: Piddasahandil er opin við vøkrum heimavirkaðum. Í gallarínum listaframsýning, og Lúkukaffi er opið [...] syngja og spæla fyri. Tvey kend løg hjá Niels Midjord vera við. 00.00 - Etasjan: Signar í Homrum og John Johansen spæla út á náttina Leygardagur 5. sept. 10.00 Sandurin: Felagssvimjing. Hug at svimja á [...] byggja spælipláss. Komið og royni spæliplássið, tá tað er liðugt 10.00 - 16.00 Bókasavnið: Myndatøka har Jóna Astrid tekur familju og stakmyndir 10.00 - 18.00 Fjord 10 ár – kom og fáa tær ein duss – vit
sinni til Havnar, og í tveimum førum varð skipað fyri plattahandan umborð. Hendan gamla siðvenjan er eitt gott høvi hjá okkum, sum havnamynduleiki, at fáa orðið á skiparan, og sleppa at fortelja eitt sindur [...] færri gestir og hava eitt stórt manningartal. Gestirnir umborð á hesum skipunum ynskja ofta øðrvísi og meira forkunnugar upplivingar, og dáma væl at vitja handlar og kaféir í býnum. Í august høvdu vit seks [...] Fokus á samstarv og upplivingar Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Tórshavnar havn er at styrkja samstarvið við reiðaríini, og fáa betri innlit í, hvat tey og teirra gestir ynskja at uppliva. Tá Viking