ikki er nog gott, kemur meira enn so fyri, at hesi postkrøv verða goldin. Einstøk av hesum uppkrøvum eru enntá gjørd soleiðis, at skrivar tú undir og sendir hetta inn aftur, bindur tú teg til av vera við [...] í einari telefon- og virkisskrá. Hann dugdi æl at práta og var ringur at sleppa av við, og hetta gevur úrslit: Hópin av føroyskum virkjum og stovnum vóru í telduskrá hansara. Seinasta dømi sum Arbeiðs [...] sigur, at føroysk virki og stovnar ofta fáa áheitanir frá ymiskum útelndskum feløgum um at lýsa í bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar
Seinastu árini hava partar av Landssjúkrahúsinum verið afturlatnir ein part av árinum, bæði um summarið og um jólini, og soleiðis verður aftur gjørt nú um jólini. Tað er tó tann munur, at hesu ferð verður [...] eg ikki sørt ørkymlaður av hesi ætlan, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya. Hann skilir ikki, at tað kann bra til at lata so nógv av Landssjúkrahúsinum aftur [...] undrar meg, hvat tá verður av teimum sjúku, tí mær vitandi eru sjúkurnar ikki horvnar, og ei heldur tørvurin á viðgerðum. Nú er so ætlanir at lata týdningarmiklar partar av sjúkrahúsinum aftur nátt sum
rætt, at tað í árunum 1993 og 94 var ógvuliga nógv táttað í. Avleiðingin var, at 10 pst. av fólkinum fluttu av landinum og 20 pst. fluttu úr sethúsunum, ella sita eftir við stórari skuld. Anfinn Kallsberg [...] parkera skuldina til 1998, og at fáa javnvág á fíggjarlógina. Tað hava vit arbeitt eftir. 300 mió. krónur av skuldini hjá Landskassanum eru goldnar aftur í ár, og tað er væl, mett eftir skriftini á vegginum í [...] eru øktar. Er tað skilagott? - Tað er rætt, at ein lítil øking er í almennu útreiðslunum. Tað kemst av, at krøvini til fíggjarlógina eru so óluksáliga stór. Eingin torir at minka um útreiðslurnar. Allir
útlendsk egg ella ein bíligan útlendskan høsnarunga, tí so gott sum allur innflutningur av útlendskum matvørum er bannaður, í og við at Ísland er so gott sum sjálvforsýnað við matvørum. Sostatt ert tú noydd/noyddur [...] roynd at vinna sær atkvøður. Teir hava annað uppiborið, tí eftirhondini so eru íslendingar teir einastu av okkara grannatjóðum, sum veruliga hava stuðlað okkum, bæði í orði og verki. Frank Davidsen P.S
trúgvur ímóti, ja, hann gongur enn víðari í hugsjónum sínum og heldur, at Føroyar fyrst av øllum eiga at gera seg leysar av øllum útlendskum yvirvaldi. Sum 14 ára gamal fór Poul Johannes í krambúðina á Hvítanesi [...] einki til Poul Johannes, tí tá var hann langt síðan farin norður til Havnar, har hann nú hevur búð í gott 70 ár. Í dag býr hann framvegi einsamallur í sínum egna húsi, og klárar seg við eini heimahjálp. Mamma [...] fara undir Posavirkið. Tá svaraði hann stutt og greitt. Sum krambakallur var eg so »leddur og keddur« av at gera kramarhús, tí var tað! Felagsskapsmaður hevur Poul Johannes altíð verið. Hann var m.a. við
trúgvur ímóti, ja, hann gongur enn víðari í hugsjónum sínum og heldur, at Føroyar fyrst av øllum eiga at gera seg leysar av øllum útlendskum yvirvaldi. Sum 14 ára gamal fór Poul Johannes í krambúðina á Hvítanesi [...] einki til Poul Johannes, tí tá var hann langt síðan farin norður til Havnar, har hann nú hevur búð í gott 70 ár. Í dag býr hann framvegi einsamallur í sínum egna húsi, og klárar seg við eini heimahjálp. Mamma [...] fara undir Posavirkið. Tá svaraði hann stutt og greitt. Sum krambakallur var eg so »leddur og keddur« av at gera kramarhús, tí var tað! Felagsskapsmaður hevur Poul Johannes altíð verið. Hann var m.a. við
eru úrslit av djúphugsni, sameindum við málsligan meistaraskap, við einum ríkidømi av litføgrum og rámandi metaforum. Í fleiri av søgunum - men serliga í teimum báðum fyrstu - er ein kensla av at vera uttanfyri; [...] hevði ligið leingi sjúkur«. Orðini rúka av ófrættum, av fyriboðan um óheimligar hendingar og - feigd. Frásøgumaðurin - drongurin Kaisten - fær tíðum kensluna av, at hann hevur mist sambandið við foreldur [...] góðvarin, so sakleys«. Tey vita ikki av tí sortudíki av skomm og synd og óreinheit, sum er tann heimur, drongurin ferðast í. »Undir tínum veingjabreiði« er ein svíðandi lýsing av tí falsi, sviki og óndskapi, sum
hárfríðkanarstovu, so sum vanlig er. Ístaðin fyri at lata viðskiftafólkini koma til sín, gjørdi hon av at fara til viðskiftafólkini - og tað uttan mun til - hvar tey búgva. Flestu støðini eru atkomilig [...] upp á stás, sigur hon. - Hví valdi tú at gerast sjálvstøðug - við ongari hárfríðkanarstovu? - Tað kom av, at eg bráddliga legði til merkis, at eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men [...] Er talan um at fara í útoyggjarnar, so verður tað ofta gjørt í vikuskiftinum, og tá kann familjan nýta høvi at fara út at ferðast samstundis. Tað dámar teimum væl. Elin í Haraldsstovu var 32 ára gomul
eg minnist, « sigur Oskar Joensen á Fiskamarknaðinum. Hann heldur, at tað er kunngerðin um avreiðing av fiski til innvigingar, sum er farin at virka. Oskar Joensen sigur, at tað mest eru virki, sum keypa [...] sigur, at tað hevur verið nógvur útróðrarfiskur á marknaðinum seinastu tíðina. Veðrið hevur verið gott, og eitt sindur er at fáa. Men nú er streymurin harðnaður, so seinnapartin í vikuni hevur verið heldur [...] sum nú koma hagar. Ivaleyst slíkir, sum fyrr hava landað beinleiðis til teirra, sum flyta heilan fisk av landinum, heldur hann. Og fiskurin kemur at kalla allastaðni frá. Tó ikki úr Sandoynni, sigur Oskar
sindur av bridge, meira barr-bridge, tey rópa. Teir spældu tá eftir tí gomlu skipanini við vienna, men teir brúktu onga veruliga meldiskipan, teir skiftu alla tíðina makkarar, og tað var minni gott, heldur [...] fullkomiliga. Tað var ein stór fjøld av fólki, sum hevði gingið í bridgeskúla, og sum hetta árið vildi í Havnar Bridgefelag at spæla, men ikki kundu tey tað øll, tí fleiri av fólkunum vóru kvinnum. - Vit gjørdu [...] sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár. Nú er ov seint at fara til nakran av teimum átta monnunum, sum 13. november 1937 settu hvørjum øðrum stevnu fyri at stovna bridgefelag.