Pelagic, at sleppa undan formligum mannagongdum og krøvum, so farast kundi undir bygging beinanvegin. Ein løgtingsmeiriluti samtykti lógina ímóti allari løgfrøðiligari ráðgeving og ímóti øllum teimum lógum [...] á Tvøroyri. Onki at missa Áhugafelagið Livilig kor, ið umboðar nærmastu grannar og onnur, ið eru góð við Tvøroyri, hava áður mint á, bæði alment og fyri myndugleikunum, at upprunaliga byggiloyvið hvílir [...] ivasomum lógargrundarlagi og at eitt víðkað byggiloyvi á sama grundarlagi tí als ikki sømir seg. Hetta rínur tó ikki við, hvørki hjá býráði ella virkisleiðslu. Møguliga royna býráð og virki bara at tiga
Suðuroyarkabarettin 2024 er avbera góð. Líka góð, ella betri, enn tær undanfarnu. Og staðfestast kann, at dygd er í bæði skriving, framleiðslu og leiki, og ein hugsar, at hevði ein verið fluga á vegginum, tá tilfarið [...] eitt bragd, tí tað var ikki soleiðis, at fyrsta Suðuroyarkabarettin byrjaði niðast í brekkuni. Heldur var frá fyrsta degi lagt fyri ovarliga í brekkuni, so nær hægstu tindum, at ein ikki helt, at komast [...] leikarunum. Ein freistast at siga, at tað at spæla kabarett er “lett”, so sum ein suðuroyingur hevði úttalað lætt. Alt fer fram á einum palli, sum at byrja við kann tykjast einfaldur; ein inn-og útgongd
at hava latið unnustan doyggja, meðan hann var fangaður í einum kufferti. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP. Málið fer fram í statinum Florida, har ein samd dómsnevnd mikukvøldið amerikanska tíð [...] morð. Hon varð handtikin fyri fýra árum síðani í sambandi við deyða Jorge Torres, sum var unnusti hennara. Tá var forkláringin hjá Boone, at 23. februar 2020 spældu hon og Jorge Torres krógva og blunda [...] tá hon ikki slepti honum úr kuffertinum. - Hetta er tað, sum hendir, tá tú kvalir meg, sigur Boone í eini av upptøkunum. - Soleiðis føli eg meg, tá tú ert mær ótrúgvur, sigur hon eisini. Í líkskoðanarf
eisini duga uttanat: “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu [...] sum smádrong var kenslan av at vera í býnum óloysiliga knýtt at hjáveruni av Frelsunarherinum. Seinni gjørdist mær greitt, at Frelsunarherurin var annað og meira enn bara hetta, og at talan var um eitt nógv [...] sungið sera beinrakið: “Sig mær, hvat ein ólavsøka er uttan bumm-bummi-lumm frá Frelsens Hær.” Hetta er eisini nakað av tí fyrsta, eg sjálvur minnist til Frelsunarherin, tí tað var rættur høgtíðsdámur yvir
orð. Tað er mær ein heiður. Um hesa tíðina í fjør, hoyrdi eg eina frálíka útvarpssamrøðu. Samrøðan var við Bernhard Petersen, sum er ein av mongu eldsálunum í Frelsunarherinum. Bernhard var gestur í Mo [...] hendan morgunin. Hetta var í samband við, at hann hevði fingið sálarheilsuvirðisløn fyri stóra arbeiðið við heimleysum í Føroyum. Bernhard segði millum annað soleiðis um tey heimleysu: »Hetta eru okkara m [...] orku í tað, sum ein trýr uppá. Og hetta sama speglast í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Føroyum. Tit eru sanniliga fyrimyndir og hava fult uppiborið eitt satt fagnaðarhald, sum hetta í kvøld. Eg havi
hevur trambolinir, skipaða klatring til børn osv. Bacalao hevur verið en góð loysn hjá klatring, skating osv., men er ikki ein nøktandi ella varandi loysn hjá hesum ítróttargreinum frameftir. Vónandi kunnu [...] stóru ítróttargreinarnar, sum hava fingið størsta partin av árligu játtanini. Ongin ivi er í, at hetta hevur verið við til at skapa stóran trivnað hjá okkara børnum og ungu í Tórshavnar kommunu, sum íðka [...] Sum dømi kann eg nevna ynskini hjá nøkrum teirra, sum eg persónliga havi verið í sambandi við: - Ein innandura rennihøll eigur at verða gjørd til frælsan ítrótt, so okkara íðkarar kunnu venja og hava
Ísrael umskipað sínar herdeildir og tvær vikur seinni var støðan vend á høvdið. M.a. var ein stór egyptisk herdeild fangað í einum lumma í Sinai, eins og heildeildir Hitlers í Stalingrad á sinni. Tá fór [...] politiskt umvendur av at lesa hesi føroysku “krígsbløðini” frá 70unum - tvørturímóti. Men tað var mær ein gáta, at væl útborin fólk kundu vera so heilavaskað. Somu kensluna havi eg av mongum kulturradikalum [...] at kosta Danmark eitt fullkomið arabiskt oljuboykott. ##med2## Ísrael – ein sosialdemokratisk fyrimynd Eitt ár seinni var løgtingsval í Føroyum. Á politiskum fundi í KÍ høllini í Klaksvík á heysti
Tíðindaskriv: Fyri 50 árum síðani vóru tað góð fólk í Norðstreymi, sum tóku seg saman um at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag. Hetta verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Bygdarfelagshúsinum [...] Norðstreymoyar Javnaðarfelag tann 18. okt. 1974. Hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin, har skráin verður heilsan frá løgmanni, formanni Javnaðarfloksins, ein stutt framløga um Norðstreymoyar Javnaðarfelag [...] inum í Kollafirði nú fríggjadagin tann 25. okt. kl. 16. Frammanundan var Javnaðarfelag í Vestmanna, men kolfirðingurin Jóannes á Kjalnesi helt at felag skuldi vera fyri alt Norðstreym og kallaði inn til
Donald Trump, heldur hon. – Hetta var ein ótrúlig løta. Hetta var ordiliga serligt, tí tú ímyndar tær ikki, at tú fært møguleikan at heilsa upp á amerikanska forsetan. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, [...] Berlin, men tað var rættiliga óvæntað, at eg fekk høvi at heilsa upp á hann. Tað sigur Katrina Thomsen úr Havn, sum býr í Berlin, og sum starvast á amerikonsku sendistovuni har. – Tað var ikki fyrr enn beint [...] greiðir Katrina Thomsen frá, at tá vit hitta hana í telefonini úr Berlin. – Tað var fakstiskt mamma mín, sum vísti mær á lýsingina. Eg gekk og leitaði eftir øðrum arbeiði, og so søkti eg. Eg eri jú ikki
korter var eftir, og so átti hann avgerandi leiklut, tí tað var Virgar Jónsson, sum legði EB/Streym á odda 3-1 og eisini 4-1. Fyrr í ár hevur Virgar skorað tvey mál. Tað var á summarmála, at hann var tvífaldur [...] Nú er B68 í heilt tungum sjógvi. Í kvøld var ársins síðsti heimadystur og síðsti heimadysturin við Jákupi á Borg við róðrið. Hann var ímóti EB/Streymi, og gestirnir eru á veg norður aftur í Sundalagið [...] á Svangaskarði. Tí varð dysturin útsettur til klokkan 18, og tá vóru fótbóltslíkindini góð. Eitt lítið korter var farið, tá ið fyrrverandi B68 spælarin Boubacar Dabo legði EB/Streym á odda, og fýra minuttir