EM: Taptu - men fingu higartil frægasta úrslitið móti Danmark

Vandin fyri einum lemjandi tapi lúrdi, men føroysku hondbóltskvinnurnar stríddu seg til eitt heiðurligt avrik og úrslit

Tað endaði 33-24 til Danmark í bólki D í Basel. Føroyar taptu seinna hálvleik við bert einum máli. Í steðginum var Danmark á odda 15-7, og eitt skiftið var Danmark á odda 24-12 í seinna hálvleiki, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men føroysku kvinnurnar stríddust av øllum alvi seinastu løtuna av dystinum, fingu gongd á málskjótingina, og Rakul S. Wardum hevði eisini nakrar góðar bjargingar í málinum, og so endaði tað við tí higartil frægasta úrslitinum móti Danmark, ið er eitt topp-3 lið í heimselitini.

 

Danmark vísti eisini í løtum álopsspæl, verjuspæl og málverjuspæl í heimsklassa í dag, og tær vera aftur drúgvar í hesari kappingini.

 

Í næstseinastu EM-undankappingini vann Danmark 39-19 og 26-15 á Føroyum. 

 

Føroyar skoraðu bert upp á átta av 26 málmøguleikum í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraðu Føroyar upp á 16 av 24 málmøguleikar, ið var munandi betri. Pernille Brandenborg var eisini ein sannur brandur, og rundaði dystin av við at skjóta níggju mál. Brynhild Pálsdóttir fekk eisini nøkur góð mál seinastu løtuna av dystinum. 

 

Tað er ikki tapið fyri Danmark føroysku kvinnurnar skulu iðra seg um, men heldur dystirnir móti Sveis og Kroatia, har okkara við eitt sindur av neyvleika kundu vunnið báðar dystirnar.

 

Føroysku áskoðararnir vóru aftur í dag framúr góðir, og teir fingu nógvar rósir frá frásøgumonnunum hjá danska TV2.

 

Føroyska hondbóltskvinnurnar hava staðið fyri einum hetjuavriki, og hava gjørt tjóðina stolta. Hetta er púra víst ikki seinastu ferð okkara eru við til eitt endaspæl. Unga liðið fer mennast, og næstu ferð fer tann fyrsti endaspælssigurin at koma. 

 

Málskjúttar: Pernille Brandenborg 9/11, Brynhild Pálsdóttir 5/7, Turið Arge Samuelsen 2/2, Súna Krossteig Hansen 2/3, Maria P. Nólsoy 2/5, Lív S. Poulsen 2/5, Jana Mittún 2/11. 

 

Bjargingar: Rakul S. Wardum 7/25 (28 %), Annika Fríðheim Petersen 2/13 (15,38 %).