væl fyr at flyta upp í 1. deild, har teir ikki hava verið síðani fyrru hálvu í nítiárunum. Dysturin á Mølini var ikki sørt málríkur, og tá avtornaði vórðu ikki minni enn 11 mál skotin í dystinum. Endaliga [...] at teir heilt avgjørt hava neyðugu styrkina í hópinum at tryggja sær pláss í 1. deild komandi ár. Við sigrinum kom EB/Streymur sum sagt uppá fyrsta pláss í aðru deild, og eru teir nú trý stig frammanfyri [...] til hálvleiksstøðuna 3-2 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki økti Vinjard Dam til 4-2, men Birgir Jørgensen minkaði um munin til 4-3. Nú var spenningurin veruliga í luftini, men tað var eftir hetta málið
væl í 2. deild í ár, og hóast teir eru á fimta plássi, eru teir bert seks stig aftanfyri oddaliðið EB/Streym. Í vikuskiftinum tóku teir ímóti LÍF, sum hevur havt ringt við at fóta sær í 2. deild í ár. [...] við í kappingini um heiðursmerkini. Harafturímóti má LÍF ansa sær, um teir ikki skulu flyta niður í 3. deild. LÍF liggur á níggjunda plássi, tvey stig framman fyri KÍ, sum liggur á aftasta plássi í 2. deild [...] á, tí hálvleiksstøðan var nevniliga 0-0. Men í seinna hálvleiki megnaðu runavíkingar at seta ferðina upp, og LÍF misti takið teir so nøkunlunda høvdu havt í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist Johnny Skibenæs
á TB og harvið kom upp á 23 stig, var tað av alstórum týdningi, at ÍF fekk øll trý stigini í dystinum móti KÍ í Fuglafirði leygardagin. Fyri dystin hevði ÍF 17 stig, meðan trý stig vóru upp til TB og EB/Streym [...] Sostatt var hálvleiksstøðan 1-1 millum ÍF og KÍ. KÍ legði sera væl út í seinna hálvleiki, og seinni hálvleikur var ikki meir enn farin í gongd, tá KÍ hevði lagt seg á odda, og var tað innskifti Erling Fles [...] sum stó aftanfyri málið. Tað lá líkasum í luftini, at ÍF fór at fáa fleiri mál, og tað fingu teir eisini. Bárður á Lakjuni skoraði til 4-3, og frøin var stór í Fuglafirði, tá Rúni Petersen setti punktum
Kappingarárið í ár hevur higartil verið eitt hitt lakasta hjá Royn yirhøvur, og í øllum førum síðani teir í 1996 aftur fluttu upp í næstbestu deildina. Serliga var byrjanin út av lagi vánalig, og síðani [...] ber beinleiðis niðurflyting við sær. Vindurin merkti spælið Nakaða av vindi var eftir grasinum í Hvalba, og í fyrra hálvleiki vóru tað teir á heimaliðnum, sum hendan við sær. Sum vera man, so merkti hetta [...] Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri
skal spæla seinni í heyst. Í skrivinum verður annars sagt, at orsakað av ofríðarligu støðuni í Jugoslavia, verður eingin flogferð gjørd tann vegin, tá føroyingar skulu royna seg har. Í góðari tíð At enda [...] tað stundar til enn ein landsdyst hjá A-landsliði okkara í fótbólti. Sita saman Í skrivi til limir sínar boðar 12. maður frá, at teir hava fingið í lag avtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, soleiðis at [...] viðhaldsfólkum savnast, og í 12. manni vóna tey, at tey eisini komandi dystirnar hava møguleikan at savnast á einum stað, soleiðis at tey í felag kunnu díkja á okkara menn. Fara til Sveits Í skrivinum verður eisini
men í seinna hálvleiki tóktist B36 at hava fótað sær betri. Nakrir málmøguleikar spurdust eisini burtur úr, men í flestum førum var neyvleikin ikki til staðar, tá skjótast skuldi, soleiðis at Remi í vágamálinum [...] Komandi vikurnar skulu teir fyrst á vitjan í Havn, áðrenn teir um tvær vikur fáa vitjan av sumbingum. Einki er at ivast í, at serliga í heimadystinum móti Sumba verður roknað við, at teir kunnu fáa trý stig [...] beinini á Trónda Vatnhamar í B36-málinum. Tá sæð verður burtur frá skjóta leiðslumálinum hjá vágamonnum, var talan ikki um teir stóru málmøguleikarnir. Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi, men sum heild
eisini væl í so máta, og tað var um reppið, at Jákup Lamhauge fekk lagt teir á odda, tá hann gjørdist leysur í málteiginum. Hann heilkiksaði tó møguleikan, og løtu seinni lá bólturin ístaðin í sandoyarmálinum [...] bóltin í kassan. GÍ er á veg Ósigurin merkti fyri sandoyingar, at teir framhaldandi eru í júst somu støðu á stigatalvuni, tó at teir saman við vágamonnum og sumbingum nú eru enn meira isoleraðir í dystinum [...] og á, og ein av hesum, Poul Ennigarð, setti eisini hol á tíðliga í dystinum. Hetta hendi eftir hornaspark, har Poul at kalla rann seg inn í bóltin. Støðan helt sær til hálvleikurin var um at vera liðugt
var nøgdur um, og sum aftur gav honum stig í besta danska bólkinum. Komandi vikuskiftið skal Rógvi luttaka í tveimum kappingum. Leygardagin verður kappast í Skive, og sunndagin verður stóra kappingin, [...] Annars harmast Rógvi um, at tað ikki er gjørligt hjá honum at luttaka í FM kappingini í ár. Hann vísir á, at tá kappingarnar liggja í august og september, hevur hann ikki møguleika at koma heim, og sum verandi [...] sostatt á mál í einum tíggju mans bólki. Sjálvur spurturin hevur ongantíð verið sterka síðan hjá Rógva, men tað eydnaðist honum so at halda nakra av súkklarunum aftan fyri seg, soleiðis at hann kom í mál sum
tíðliga í dystinum. Tað vóru ikki spældir meira enn fimm minuttir, tá Pætur Dahl hevði sett bóltin í NSÍ meskarnar. Hetta hendi eftir at Jón Rói Jacobsen sera hegnisliga slapp oman at baklinjuni í høgru [...] um verjugarðin og niður í handara málhorn. Trektu seg aftur HB liðið varð nakað broytt miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Allan Mørkøre kom á vøllin fyri Gigi, sum varð skaddur. Í hálvleikinum broytti venjarin [...] tóktist ivandi í fleiri førum, á miðvøllinum var Abraham so at siga einsamallur um at gera ein roynd at skapa nakað, og álopsleikararnir fingu so at siga ongan stuðul. Næsta HB málið lá líka sum í luftini alla
3. august fingu Trine og Janus Trúgvason, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 9. august fingu Anja Hovgaard og Andrass Petersen, Argir, ein son. Hann var 55 cm. langur og [...] Øssur Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. 12. august fingu Ansa P. í Eyðansstovu og Fróði B. Skúvadal, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 12.