ÍF kom sterkt aftur

Í einum sera málríkum dysti í Fuglafirði gjørdi ÍF eitt flott "comeback" og fór avstað við øllum trimum stigunum móti KÍ

Eftir at EB/Streymur vann á TB og harvið kom upp á 23 stig, var tað av alstórum týdningi, at ÍF fekk øll trý stigini í dystinum móti KÍ í Fuglafirði leygardagin. Fyri dystin hevði ÍF 17 stig, meðan trý stig vóru upp til TB og EB/Streym, sum eisini møttust á Eiði.

ÍF var favorittur at vinna dystin, av tí at KÍ áðrenn dystin lá á níggjunda plássi, men tað vísti seg at gerast ein sera javnur og spennandi dystur.

Eftir at dysturin var brígslaður í gongd, vóru tað klaksvíkingar, sum fingu fyrsta málið, og var tað Torleif Eyðun Petersen sum skoraði. Men fyri hálvleik eydnaðist tað fuglfirðingum at javna, og var tað tann altíð vandamikli Bárður á Lakjuni, sum fekk tað málið. Sostatt var hálvleiksstøðan 1-1 millum ÍF og KÍ.

KÍ legði sera væl út í seinna hálvleiki, og seinni hálvleikur var ikki meir enn farin í gongd, tá KÍ hevði lagt seg á odda, og var tað innskifti Erling Fles, sum skeyt tað málið. Stutt seinni hildu tey flestu, at nú var avgjørt, tí KÍ fekk nevniliga eitt mál afturat, og hesaferð var tað Karl Marius Poulsen, sum skoraði.

Men síðani framdi ÍF venjarin nakrar útskiftingar, og hetta var orsøkin til brádligu vendina í dystinum. Áðrenn langt um leingi hevði Rúni Petersen minka til 3-2, og tá ÍF helt á at trýsta á KÍ málið, gekk ikki long tíð, áðrenn støðan gjørdist 3-3. Aftur var tað Rúni Petersen, sum stó aftanfyri málið. Tað lá líkasum í luftini, at ÍF fór at fáa fleiri mál, og tað fingu teir eisini. Bárður á Lakjuni skoraði til 4-3, og frøin var stór í Fuglafirði, tá Rúni Petersen setti punktum við at skora til 5-3 til ÍF.

ÍF kom sostatt sera sterkt aftur, og megnaðu teir í síðsta enda at vinna 5-3, hóast teir vóru aftanfyri 3-1.

Trý sera týdningarmikil stig til ÍF, sum eftir øllum at døma kemur at vera harðasti kappingarneyti hjá TB og EB/Streymi um uppflytingarplássið til 1. deild. ÍF hevur í løtuni 20 stig saman við TB, meðan EB/Streym hevur 23 stig.

KÍ liggur harafurímóti á aftasta plássi, eftir at Royn vann á HB, og hóast teir hava gott fólk norði í Klaksvík, tykist tað sum hava teir sera ringt við at fóta sær. Teir hava havt sera óstøðug úrslit, tí hóast teir liggja á aftasta plássi, hava teir vunnið á bæði oddaliðnum EB/Streymi, og á B36, sum liggur á fjórða plássi.

Næsta vikuskiftið tekur KÍ móti NSÍ í Klaksvík, meðan ÍF skal til Gøtu at vitja.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen