verjuavtalu. Reuters veit at siga, at avtalan er undirskrivað í Mekka í Saudi Arabia í dag. Sambært verjuavtaluni er eitt hernaðarligt álop á eitt av londunum at rokna sum eitt álop á øll trý londini. - Málið [...] Málið við avtaluni er at tryggja frið, trygd og stabilitet í regiónini, siga londini sambært Reuters í einari frásøgn.
tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist. Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum. Í Noregi hevur fiskivinnuumsitingin [...] fiskivinnuumsitingin sigur, at í ár verða fiskileiðirnar millum Runde og Kirkenes ruddaðar fyri mistan reiðskap. Sagt verður, at fyrsti partur av uppruddingararbeiðnum í hesum árinum er liðugur. - Higartil [...] n syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum. Her hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. Kystmagasinet vísir á, at
tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi við, at kommunan fylti 100 [...] Aina var alt 1934 her og inni í 1935, har hon undirvísti í veving, áðrenn hon í 1935 fór heimaftur. Bertil Nordstöm, sum var systkinabarn Ainu, kom við henni úr Svøríki í 1934 at hjálpa henni. Hann var [...] vóru: Annika í Garði, Ása Hansen, Birgit Mohr, Dagmar í Heiðunum, Guðrun Olsen, Guðrun Mohr, Jacobina Heinesen, Malan Holm, Marin Katrina Frýdal og Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og
Havnin í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa, er høvuðsæðrin fyri útflutningi av ukrainskum landbúnaðarvørum, og Ukraina er ein av heimsins størstu útflytarum av korni. Í fjør vóru landbúnaðarvørur meira [...] helmingurin av ukrainsku útflutningsinntøkunum, og sambært Bloomberg fara umleið 90 prosent av ukrainsku landbúnaðarvørunum úr Odessa. Ukraina stendur fyri næstan seks prosentum av heimsins útflutningi av hveiti [...] umleið 11 prosentum av kornútflutninginum. Tíðindastovan NTB skrivar, at langdrignað russiska krígsførslan og ótryggleikin í Svartahavinum er ein stórur vandi fyri matvørutrygdina í Afrika og Asia, sum
møguligum keyparum. Í Sosialinum greiðir hann frá avgerðini, framtíðarmøguleikunum hjá handlinum og tí, sum krevst av einum nýggjum eigara. Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum. Haldarar [...] Musikkhús hevur verið partur av føroyska tónleikaumhvørvinum síðan 1959. Men nú kann handilin lata aftur, um eingin nýggjur eigari verður funnin. Terje B. Vestergaard keypti handilin í 2024. Hann hevði stórar
evni frá Danmark 1. januar 2027. Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður ásett, hvørjir føroyskir myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum [...] føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska Sundhedsstyrelsen verður skift út við Heilsustýrið. Men Heilsustýrið hevur gjørt vart við, at nýggjar uppgávur eisini krevja pengar. Í hoyringarsvarinum vísir [...] uppgávurnar, sum eru nevndar í lógaruppskotinum, eigur fígging at fylgja við. Serliga verður víst á arbeiðið við at váðameta nýggj rúsandi evni. Danmark brúkar pengar og starvsfólkaorku Í lógaruppskotinum verður
týðandi partur av føðini hjá nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert [...] føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er um at
næsta MSC-eftirlitið í desember, kunnu Føroyar missa góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu. 10 prosent av toskinum Bátarnir í bólki 5 B avreiddu í fjør 1.066 tons av toski av Landgrunninum. Tað [...] Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur í dag á skránni uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Orsøkin er, at bátarnir [...] svaraði til góð 10 prosent av samlaðu toskaavreiðingunum. Harumframt vísa skrásetingar sambært uppskotinum, at bátar í bólki 5 avreiða lutfalsliga meira av smáum fiski enn aðrir bólkar í fiskidagaskipanini.
Aftaná eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum í Seriu B gekk í dag framúr væl hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Hellas Verona. Andrias var aftur liðskipari, tá Hellas Verona á Stadio Marc'Antonio [...] Arezzo. Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt undan steðginum fekk ein mann vístan av vøllinum. Salvatore Cerbone við tveimum [...] tríggjar dystir. Andrias fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,3 frá Soccerstand og karakterin: 7,0 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Fríggjakvøldið klokkan 20 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti Benevento
spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin. Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur [...] skulu hava hendurnar í ullini Í summar hevur Spinnaríið havt opið fyri vitjandi tvær ferðir um vikuna. Spinnaríið hevur verið væl vitjað, av bæði føroyingum og útlendingum. Fleiri av útlendingunum hava sjálvi [...] Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin