Næstan øll upprunaliga manningin er farin úr landinum eftir at hava verið útvíst. Nýggjur skipari er komin til Íslands, men trupulleikin við maskinmeistaranum ger tað torførari at fáa Bandero avstað. Skipið [...] tí maskinmeistarin ikki skuldi arbeiða í Íslandi, men bert manna skipið, meðan tað varð siglt úr landinum. Avgerðin er kærd til íslendsku kærunevndina í útlendingamálum. Bandero liggur framvegis afturhildið
løgregluatsókn í Fuglafirði Tað sum vit vita er, at »ein hending«, sum løgreglan málbar seg í gjár, fór fram í Fuglafirði. Løgreglan stongdi eitt øki á Bøvegi í Fuglafirði, og tað var stongt í fleiri tímar [...] gjørdar í og við eini húsi á Bøvegi í Fuglafirði. Hvat er hent og ikki fáa vit ikki at vita frá løgregluni, sum tó staðfestir í morgun, at ein persónur er deyður í sambandi við »hendingina« í Fuglafirði.
Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum [...] greitt frá, at tað nú kennist vandamikið at ganga ella súkkla eftir landsvegnum. Tá bilar skulu út frá Meginskúlanum, skulu fleiri nærumóhapp eisini hava verið, tí ferðin á landsvegnum er so høg. Nærumóhappini [...] ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin. Uppáhaldið um økta ferðslu byggir fyrst og fremst
áhugafelagið CP Føroyar, ið er fyrrverandi Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa. – Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt.Summi sita í koyristóli [...] tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár. – Um fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit [...] um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum og monnum. Kyndil er umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin
U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð. Tað sigur Sigtór [...] serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur [...] Petersen, Skála Lív Pálsdóttir, Víkingur Nita á Lakjuni, Víkingur Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar
ð og gera tað til tað, sum bygdin hevur tørv á við slíkum húsi og hentleikum, sigur Bergur Robert Dam Jensen í einum uppslag á Facebook. Hann vísir á, at miðstaðarøkið í Kollafirði longu er trongt, og [...] hugburð. Felagið hevur tó lagt dent á, at húsið framhaldandi skal varðveitast sum bygdarhús. – So tað er at fara beint til samráðingarborðið. Soleiðis kunnu vit fáa eitt veruligt bygdarhús, har vit samstundis [...] ni fyri Kollafjørð verður eitt nýtt borgarahús nevnt, men býráðslimurin heldur, at ein betri loysn er at varðveita og menna verandi Bygdarhús. – Tórshavnar kommuna eigur at sleppa ætlanini um eitt borgarahús
námsvinnu her. Í norska uttanríkisráðnum siga tey, at Noreg fer at gera tað, sum landið megnar, fyri at tyggja russiskar borgarar á Svalbard. Tað var mikukvøldið, at norskir myndugleikar løgdu hald á russiska skipið [...] Moltsjanov, sum liggur við bryggju í Barentsburg. Hetta var eftir áheitan frá norsku rættarskipanini. Tað er almenna olju-og gassfelagið í Ukraina, Naftogaz, sum hevur biðið norsku rættarskipanina um at leggja [...] eina ringa støðu - og fyri at hava sett í verk eina blokadu móti russiskum borgarum í Barentsburg, sum er russisk búseting á Svalbard. Skuldsetingarnar koma eftir, at sýslumaðurin á Svalbard eftir áheitan
nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning í bygdini. Fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar [...] num 24. februar og 28. apríl 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina. Eiðis kommuna skrivar, at tað eru lokalu fyritøkurnar Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri verkætlanirnar. Báðar ætlanirnar [...] Tørvurin á fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja
har B36 í góðveðrinum seinnapartin hevði vitjan av B68. B68 er botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan fráferðini [...] greitt omaná í fyrra hálvleki, tá ið tað vóru fleiri góðar støður í B68 brotsteiginum, og onkra ferðina stórbjargaði veteranurin Tórður Thomsen í B68 málinum. Í dag var tað Martin Jarnskor, sum hevði ábyrgdina [...] úr starvi. Martin Jarnskor er venjari hjá næstbesta B68 liðnum, sum spælir í 2. deild. Hann hevur ikki pappírini at halda fram sum venjari hjá besta liðnum, men í dag sá tað út til, at hann av álvara megnaði
ella harðar brestir. – Eg helt í fyrstani ikki, at tað var ein byrsa. Tað komu nógv skot: bang, bang, bang. So varð friðarligt, og síðani byrjaði tað aftur, sigur hann. Skúlin hevði í skúlaárinum 2025 [...] norðan fyri thailendska høvuðsstaðin Bangkok. Tað upplýsir løgreglan sambært Reuters. Harumframt eru minst 15 fólk særd. Sambært thailendsku myndugleikunum er tann mistonkti gerningsmaðurin ein næmingur [...] 2025 umleið 3.100 næmingar og 147 lærarar. Hetta er annar skottilburðurin á einum skúla í Thailand í ár. Í februar varð ein lærari dripin og ein næmingur særdur í einum skottilburði í Hat Yai í sunnara parti