avgerð tikin um at lata garasjuhurðina upp fyri so at koyra bilarnar út. Tað skuldu teir ikki havt gjørt. Tí tað at hurðin fer upp ger, at ilt kemur til, soleiðis at eldurin sleppur at breiða seg enn meira [...] mann tað út, og tað hjálpir at viðgera tað. Í dag hevði eg ivaleyst fingið hjálp frá sálarfrøðingi til at tosa um tað, men tað havi eg ongantíð fingið. Tíbetur havi eg havt gott fólk rundan um meg, sum [...] Bilfríðkan hevur lært okkum nógv, og í dag fyribyrgir mann, at slíkar vanlukkur skulu henda. Tað ger mann eitt nú við at hava skúm í brandslanguni, og tað er ikki longur loyvt at hava so breiðar rennur, sum
í kvøld. Tað sást týðiliga, at Sarah var tann mest dominerandi av henni og Brenda Carabajal í ringinum í kvøld. – Eg føldi ikki ordiliga, at hon kom inn og tók dystin við mær og tímdi at vera har. So eg [...] hevur verið so merkiligur, og nú kann eg bara standa her og vera rólig, so eg havi tað ordiliga gott. Soleiðis sigur Sarah Mahfoud, sum nú kann kalla seg heimsmeistara í boksing og kann erpa sær við fína [...] stigini frá dómarunum vórðu rópt upp. Mikudagin fer hon til Føroya, har hon ætlar sær at taka sær av løttum. – Eg taki beltið við mær og fari at vísa tað fyri ommu míni, sigur Sarah, sum er fegin fyri góða
landsstýrismanninum. Høgni Hoydal er ósamdur og heldur, at mann eigur at verja rættin hjá pedagogunum at streyka, og í staðin fyri at viðgera hetta uppskotið, eigur mann at fara til samráðingarborðið. – Tak hetta [...] sum gíslar. – Tað er brúk fyri pedagogunum, men vit mugu hugsa um, at tað eru nøkur, sum ikki klára seg sjálvi. Mann kann ikki bara biðja tey passa seg sjálvi, sigur hann og vísir á, at tey mugu fáa hjálp [...] heldur ikki, at hetta verkfallið er rætta loysnin. – Fakfeløgini kalla verkfallið teirra sterkasta vápn. Tað er rætt, og tí skal tað lyftast við ábyrgd. Tann ábyrgdin liggur á fakfeløgunum við at geva undantøk
felt. – Tað vóru ymiskar meiningar, og tað bleiv væl og virðiliga viðgjørt. Niðurstøðan var, at tað vóru bæði fyrimunir og vansar fyri viðkomandi landsstýrisfólk, sigur Bárður á Steig Nielsen og vísir á ein [...] landsstýrismanni ella løgmanni, og tað verða líka reglur fyri øll. – Aðrastaðni er tað púra vanligt, at man hevur ráðharrabil. Hetta er eitt jú starv við einari ávísari tign, og tað skal avspeglast í bilinum [...] upp fyrr, og mann mælir nú til at gera tað eftir teimum reglum, sum vórðu skotnar upp í 2013. Løgmaður var sjálvur við til at viðgera upprunauppskotið í 2014, og vit hava spurt hann, hví tað bleiv felt
Tjóðveldi, og at Annika Olsen ikki fór at stilla uppaftur. Hóast vælvitandi keldur vildu vera við, at Bogi Andreasen fór at stilla upp fyri Tjóðveldi hesaferð, so verður tað kortini ikki so. Tað váttar Bogi [...] Andreasen. Tað stuttliga er tó, sigur Bogi Andreasen, at hann hevur fingið áheitanir frá fýra flokkum um at stilla upp til valið hesaferð. – Men er tað rætt, at tú aftur ert tjóðveldismaður? – Tað havi eg [...] num og hevur boðað frá, at hon umboðar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Hon varð eisini vald á ting fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum í 2022. Tað gingu leysasøgur um, at Bogi Andreasen hesaferð fór at stilla
tíð til at svara, so tey ikki noyddust at arbeiða við hesum um jólini. Tí hevði hann helst ætlað sær at svara, og hevur nú umbestemmað seg, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at hann ikki fer at sleppa málinum [...] frá tingfólkum og sláa tað upp gleins og speireka tingfólkini, sum seta fram spurningar. Tað gjørdi Jørgen Niclasen í sínum svari, sambært Høgna Hoydal, og hann er als ikki nøgdur við, at løgmaður heldur [...] Møguliga fer hann at seta spurningin sum ein skrivligan fyrispurning,ella kanska hann fer at seta spurningarnar fram í bitum sum grein 52 spurningar, sigur hann. Tað sum Høgni Hoydal heldur vera heilt burturvið
Hann vísir á, at vit í Føroyum nú eru komin so væl ávegis við koppsetingini, at útisetarnir og sjómenninir skjótt sleppa fram at óansæð. – Tað fer at ganga so mikið skjótt at koppseta, at tað verður ikki [...] so hevði eg hildið tað verið rímiligt, at útisiglararnir komu fram at skjótari, tí teir ferðast so nógv. Vit hava tosað um tað fleiri ferðir, og eg ætli mær í øllum førum at taka tað upp einaferð aftrat [...] ikki nakran meiriluta til at taka ávísar bólkar fram um. Vit hava lagt tað út til ein koppsetingarbólk at velja raðfylgjuna. Tað er ringt at velja summar bólkar burturúr, tað er øgiliga viðbreki, sigur
ávikavist Tórshavn og Nuuk. Og samstundis hava bæði londini møguleika at yvirtaka ábyrgdina av fleiri økjum, um tey ynskja tað. Soleiðis skal tað vera. Danmark ynskir einans, at Føroyar og Grønland hava størst [...] vit eru til reiðar at samstarva um at skapa áhuga fyri at finna fígging til góð og sunn vinnuátøk. Sum dømi hava vit gjørt tað møguligt hjá Vækstfonden í Danmark at vera við til at veita fígging til virksemi [...] virða avgerðina. Men vit fara eisini at harmast hana. Tí vit ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin. Og vit fara at gera tað, ið vit kunnu, fyri at styrkja samstarvið og stuðla upp undir eina góða menning
sedering og palliatión. Tað, at møguleiki ikki er fyri at fáa deyðshjálp, kann eisini vera frígerandi, heldur Katrin. – Tá kanst tú vera púra avkláraður við støðuna, og brúka alla orkuna uppá at troyta teir [...] eisini, at nógv vandamál eru, sum gera tað trupult at vera fyri deyðshjálp. – Hóast tað onkuntíð kann tykjast sum eitt slag av undanførslu, tá ið víst verður á palliatión, so er tað ongin ivi um, at vælvirkandi [...] teimum førum skilir hon væl, at bæði sjúklingur og tey avvarðandi vildu ynskt, at tað var gjørligt at fáa ein skjótan enda á teirri meingsleysu líðingini. Tað er tó trupult at gera almennar reglur við støði
álit í apríl, og tá fara tilmæli eisini at vera um, hvussu bygnaður og eigaraviðurskifti hjá SEV eiga at vera í framtíðini. Landsstýrismaðurin sigur seg vilja arbeiða fyri, at kapping skal vera, eisini á eløkinum [...] in vera ein góður spurningur, sum hann tó ikki dugir at svara uppá. Tá fjarskiftisøkið bleiv opið fyri kapping, og aðrir, smærri veitarar sluppu framat, bleiv lógarverkið tillagað soleiðis, at tað vardi [...] uppgávuna at síggja til, at smáu veitararnir ikki vórðu tiknir av fótum av lægri prísum og herferðum við góðum tilboðum til brúkaran frá Føroya Tele. Men ongin líknandi skipan hevur verið á orkuøkinum, og tey