18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi, gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir.
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í kleystrinum Cloneenagh í Írlandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
29. apríl. Pætur blóðvitnismaður, deyður í 1252. Dagurin hevur navn eftir einum dominikanamunki, sum varð myrdur av fíggindum í Milano.
5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur í Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri Gud og harður.
9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara.
20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. Í dag er skírisdagur.
13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínsluváttur