Miðflokkinum atkvøddu fyri. Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti. Undan atkvøðugreiðsluni varð skotið upp at beina málið aftur í Vinnunevndina, men tað uppskotið fall við sjey atkvøðum fyri og 22 ímóti. Næstan [...] hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Stórur meiriluti í Vinnunevndini Seks av sjey limum í Vinnunevndini mæltu Løgtinginum til at samtykkja uppskotið [...] uppi fyrst í august, og bátarnir noyddust tí at gevast við fiskiskapinum. Løgtingið samtykti uppskotið við aðru viðgerð mikudagin. Tá atkvøddu 22 tingfólk fyri og sjey ímóti. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin
eisini, at nýggi kongurin kunnger, hvørji loysanarorð hann velur. Eini loysanarorð eru ein stutt orðing, sum lýsir virðini og hugsjónirnar hjá konginum. Haraldur kongur hevði loysanarorðini »Alt fyri Noreg« [...] stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB. Haraldur kongur varð innlagdur á Rikshospitalinum 17. august. Hann varð undir innleggingini viðgjørdur fyri blóðsjúkuna
- Fyri góðum ári síðan var ein størri vatnskaði í Vágshøll. Vatnið gjørdi millum annað skaða á gólvið í høllini, og neyðugt varð tí at skifta gólvið. Arbeiðið varð fyriskipað í vetur, og farið varð undir [...] Vágs kommunu. - Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ovasta lagið skjótt verður lagt á, og síðan verður gólvið strikað upp. Víst verður á, at nýggja gólvið er blátt á liti, og strikað verður upp til [...] agi. - Nú seinasta hond verður løgd á arbeiðið, er ætlanin, at Vágshøll letur upp aftur mánadagin 7. september. Í Vágs kommunu siga tey, at við nýggja gólvinum verður Vágshøll aftur klár til eitt nýtt
Jonas Gahr Støre var millum tey fyrstu uttan fyri kongshúsið, sum fingu boðini um, at Haraldur kongur var deyður. Hann sigur seg hava tikið ímóti boðunum við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur [...] Gharahkhani sigur, at saknurin eftir Harald kong verður stórur. – Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann [...] kongi stóð og stendur kongsveldið klettafast í Noregi, sigur hon. Erna Solberg sigur, at Haraldur legði stóran dent á at vera kongur hjá øllum. Sum forsætisráðharri upplivdi hon nærveruhitan, áhugan og fatanina
verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd. Við at savna hesar uppgávurnar hjá Vørn fáa vit eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum, sigur [...] brunaeftirlitið umskipað og fer frameftir at eita Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsumhvørvi verður høvuðsvirksemið hjá stovninum. Endamálið við broytingini er sambært landsstýrinum at savna tilbúgvingarøkið hjá Vørn og [...] lum. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sigur, at umskipanin skal geva Arbeiðseftirlitinum møguleika at savna orkuna um arbeiðstrygd. – Arbeiðstrygd skal raðfestast hægri, hugburðurin
djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan 17. august. Hann varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna [...] arrin, Jonas Gahr Støre, sigur, at hann hevur tikið ímóti deyðsboðunum við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis aftur saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað [...] hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta familjan savnaðist um kongin á sjúkrahúsinum, meðan
Hoydal kendust frá kórsangi, men funnu skjótt út av, at teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó [...] lóggávuni og ætlanina um at gera føroyska náttúru og veðurlag til ein kappingarfyrimun. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky
reglur liggja aftan fyri býtið av pengum millum kirkjurnar. Hann heldur, at staðbundnu kirkjurnar eiga at fáa størri fíggjarligt og umsitingarligt ræði. Tað hevði gjørt tað lættari at laga virksemið eftir [...] eftir tørvinum í einstøku kirkjusóknini og at skipa fyri sosialum tiltøkum. Nú fólkakirkjan nærkast 20 ára degnum, heitir hann á landsstýrismannin í mentamálum um at seta ein arbeiðsbólk. Bólkurin skal gera [...] vísir millum annað á, at sjálvt smá mál kunnu fara ígjøgnum eina drúgva og stirvna viðgerð hjá fleiri myndugleikum. Sum dømi nevnir hann eina ætlan hjá kirkjuráðnum í Leirvík um at seta ein bonk í kórið
kongshúsið frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig. Seinni sama dag kom ein nýggj fráboðan um, at støðan var óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera [...] tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira. Hin 89 ára gamli kongurin hevur undir innleggingini fingið viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi. Sjúkan hevur við sær, at reyðu blóðlikamini verða [...] skjótari, enn kroppurin megnar at framleiða nýggj. Haraldur kongur hevur eisini fingið antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Kongshúsið upplýsti fyrr í vikuni, at hann hevði responderað upp
ein sigur fyri okkum, sum tóku orðið, settu spurnartekin, funnu fakta fram og tordu at standa á odda fyri at verja eitt stað, vit elska. Og tað er júst tað, sum er styrkin í einum fólkaræði: At vit ikki [...] staðið saman og torað at verja Vesturvarða: Túsund takk – og takk fyri, at vit stóðu saman, tá harðast leikaði á. Og kanska er hetta eisini ein góður møguleiki at læra av. Mín vón er at Tórshavnar Kommuna [...] . So takk til býráðið fyri at steðga á og broyta kós. Tað er gott, tá politikkarnir eisini megna at lurta og rætta kósina - tad krevur dýrvið og mót. Og til tykkum, sum siga, at tónin á sosialu miðlunum