okkara skipan virkar. Í miðlunum fáa ósemjurnar ofta nógva rúmd. Væl meiri enn tær í grundini fylla handan leiktjøldini. Har savna vit okkum um tað, sum vit eru samd um. Ósemjurnar stinga seg tó upp av og [...] møguleikarnar til skúla og arbeiði, umframt sterku sosialu sambondini, sum nøkur av okkara bestu virðum. Men tá ið partur av fólkinum ikki kann velja arbeiði ella útbúgving, og tá ið tey kenna seg uttanfyri [...] læra meiri um tey. Vit mugu øll bjóða teimum við, skulu tey gerast partur av okkum. *** Góðu føroyingar Í heyst kom úrslitið av eini altjóða kanning, har fólk úr 41 londum svaraðu um ymisk viðurskifti í
at SEV leggur hendan partin av varandi framleiðsluni í eitt dóttirfelag við egnari skipan og manning. Staðfest verður í semjuni, at orkumyndugleikin og SEV semjast um útboð av verkum við varandi orku soleiðis [...] eiga, reka og hava kervisábyrgdina fyri føroysku elskipanini. Kervisábyrgdin fatar um elnetið, rakstur av skipanarberandi eindum og systemábyrgd. Skipanarberandi eindir eru t.d. størru diesel- og vatnorkuverkini [...] soleiðis, at útboð og útbygging av elskipanini í framtíðini ganga hond í hond. Ongin endalig niðurstøða er um sølupartin, men partarnir eru kortini samdir um, at seta niður ein bólk við tveimum umboðum fyri
Spekulasjón við privatum keypi og sølu av fiskirættindum verður steðgað, og øll fyrisitingin av lógini um vinnuligum fiskiskap eftirmett. Ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni verður millum høvuðsmálini [...] hondum. · Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum. · Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan. · Veiddur fiskur skal vera atkomiligur hjá [...] tilgongd av serlæknum og øðrum heilsustarvsfólki. Ferð á grøna orku Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum
í skattinum er fallandi orsakað av, at parturin hjá kommununum av almenna búskapinum og tænastunum økist, samstundis sum avgjaldsparturin økist í mun til skattapartin av landsins inntøkum. Tí skal skat [...] nøktandi hagtalsgrundarlag er ein partur av hesi ætlan. Tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur samskipaðar. Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til. Samgongan [...] limaskap í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum, at gerast partur av UNESCO, UNCHR, WTO, og at knýta samstarv við OECD Førleikamenning av starvsfólki Til tess at førleikamenna starvsfólk til sendimannavirksemi
farsóttarlóggáva verða yvirtikin, og yvirtøka av landslæknaembætinum verður fyrireikað. Føroyar taka árliga ábyrgdina av 25 milliónum av fíggingini av serforsorgarøkinum. Ríkisveitingin verður lækkað [...] Privat søla av loyvum og rættindum kann bert fara fram á gjøgnumskygdum marknaði. Saman við pørtunum í fiskivinnuni skal ein eftirmeting gerast av minstulønini og fiskavirkisskipanini við útboði av arbeiðsmegi [...] ferðast í náttúruni – av fjalli í fjøru – skal tryggjast. Hetta við atliti at náttúruvernd, trygd og við virðing fyri brúksrættinum og virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini. Til tess at flyta
Heildarkvota: Tann partur av mest loyvdu veiðuni av livandi sjófeingi, í tonsum, sum persónur ella felag, ella eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi hevur rættindi at veiða av. Heildarkvotan er tað, [...] umroknað til toskajavnvirði, 20 % av: 1) Heildarkvotunum av botnfiski í føroyskum sjógvi. 2) Heildarkvotunum av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi. 3) Heildarkvotunum av botnfiski og øðrum djórasløgum uttan [...] at veiða ta nøgd, sum fer upp um: 1) 15.000 tons av toski á landgrunninum í føroyskum sjógvi. 2) 7.500 tons av hýsu í føroyskum sjógvi. 3) 40.000 tons av upsa í føroyskum sjógvi. Stk. 2. Fer heildarkvota
trýstur. Tí hava vit umskipað skattin, so lág- og miðallønt rinda minni av síðst vunnu krónu. Vit hava latið helvtina av skattalættanum – restin kemur komandi ár. Tey flestu fara tá at rinda millum [...] Vit síggja jú avleiðingarnar av miseydnaðari integratión nógvastaðni í Evropa. Tey, sum koma higar at arbeiða, nøkta ein stóran tørv. Vit skulu taka okkum væl av teimum og tryggja teimum góðar [...] sangurin so at siga verður samfeldur, hóast røddirnar eru ymiskar. Tíðin krevur tað av okkum. Og framtíðin krevur tað av okkum. Góða ólavsøku. Gud signi Føroyar.
Klokkan tikkar, meðan tú skalt meta um støðuna, samstundis sum tú vigar útfallið av leikunum longur frammi. Av øllum møguleikum skalt tú velja tann besta. Alt meðan tíðin rennur frá tær. Klokkan [...] telvar, er vanligt at greina talv hjá øðrum fyri at læra av teimum. Tað, sum gekk væl, men eisini tað, sum gekk illa. Á sama hátt kunnu vit læra av okkara grannum, tá ið um tilflyting ræður. Tilflytingin [...] hava familjuna við til Føroya. Hetta hevur tálmað tilflytingini av samfylgjandi familjulimum munandi. Men vit skulu taka okkum væl av teimum, sum eru komin. Tí er fyrsta føroyska integratiónslógin
fíggjarætlanin heldur í øllum pørtum av kommunalu umsitingini og stovnum. Vit vilja virka fyri so lágum skattatrýsti sum gjørligt, og at kommunan fíggjar sum mest av íløgunum sjálv. Gjøgnumskygd kommun [...] heimsins miðlar og eitt meingi av bókum til allar aldursbólkar. Vit fara at skapa tiltøk í rúsfríum umhvørvi fyri ung í allari kommununi. Kvøldskúlin er ein sannur dýrgripur av tilboðum til borgarar í øllum [...] merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gagns fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum
uppsøgn. Hesin kann tó ikki verða størri enn prosentparturin av 1 ára uppboðssølukvotuni í 2019. Lækking av heildarkvotuni fer beinleiðis av hesum kvotum, til heildarkvoturnar eru ájavnt við hámarkið [...] dent á menning av føroyskum landbúnaðarúrdráttum og tekur atlit til burðardygga nýtslu av bø og haga. Hesin politikkur skal verða grundarlagið undir framhaldandi vinnuligari menning av landbúnaðinum [...] henda møguleikan. Málið er at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk við serligum tørvi. Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v