Her er samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn:
»Heimurin stendur við stórum avbjóðingum. Føroyar eru einki undantak. Kríggj valdar í Evropa og tekur lív og framtíð frá fólki. Fólkaræði, frælsi og samhaldsfesti eru undir trýsti í stórum pørtum av heiminum. Veðurlagsbroytingar og náttúruoyðing krevja grøna orku og náttúruverju. Stóra náttúruríkidømið savnast á alsamt færri hondum. Bústaðartrot og ógvusligar príshækkingar leggja stórt trýst á gerandisdagin hjá fólki. Vantandi búskaparstýring og broytt aldurssamanseting hava við sær, at vit ikki hava ein haldføran búskap.
Men vit hava góðar møguleikar at gera nakað við hesar avbjóðingar.
Vit teljast millum heimsins ríkastu lond. Vit liggja í einum av heimsins størstu matkovum. Vit eru ríkað við dugnaligum vinnulívs- og verkafólki. Vit hava fjølbroyttar privatar fyritøkur og sterkar almennar stovnar. Vit eiga grønar og varandi orkukeldur. Vit verða kveikt av djørvum og nýskapandi mentafólkum og listafólkum. Vit hava stóran fólkavøkstur og lítlan kriminalitet. Vit eiga ein sterkan samleika við grundfestum virðum og nógvum skipaðum frítíðarvirksemi. Og ikki minst eru vit signað við blómandi ungdómi og nærleika millum fólk.
Hetta gevur okkum allar møguleikar at taka við avbjóðingunum. Tað gevur okkum fyrimunir, sum vit eiga at sameina, so at vit í felag skapa eitt enn ríkari, enn javnari, enn tryggari og enn meira sjálvbjargið samfelag. Tí saman eru vit sterk.
Tí eru høvuðsmálini greið:
- - Vit vilja tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini og hvørt ár røkka nærri málunum fyri langtíðarhaldførinum í búskapinum.
- - Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.
- - Vit vilja lætta um gerandisdagin hjá løntakarum og familjum við skatta- og avgjaldslættum, styttri arbeiðsviku og ítøkiligari hjálp til sperdar familjur.
- - Vit vilja tryggja møguleikarnar at seta búgv fyri ein rímiligan penga í øllum landinum.
- - Vit vilja tryggja grøna orkuskiftið, náttúruvernd og burðardygd í øllum samfelagnum, har tað verður fíggjarliga gjørligt hjá øllum at vera við uttan mun til inntøku. Og vit leggja dent á at virðisøkja og virða okkara egna tilfeingi við heilsugóðum dygdarvørum og burðardyggari framleiðslu.
- - Vit vilja styrkja kappingarførið hjá øllum vinnum. Hetta verður m.a. gjørt við fleiri fríhandilsavtalum og tileggjan til kapping. Vit vilja styrkja kappingarførið hjá vinnuni um arbeiðsmegina við at minka um skatta- og avgjaldstrýstið og økja um arbeiðsútboðið, samstundis sum serliga virðið á atgongdini til okkara náttúrutilfeingi kemur øllum samfelagnum til góða við eini javnari fígging og uppsparing í Búskapargrunni Føroya.
- - Vit vilja taka størri ábyrgd í heiminum og hava okkara egnu rødd og avgerð í altjóða samstarvi.
- - Vit vilja skapa betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking og lyfta mentan, list og mál á øllum økjum.
- - Vit vilja skapa eitt samfelag við frælsi, javnrætti, rættartrygd og javnsettum møguleikum.
Búskapur
Ábyrgdarfullur búskapar- og fíggjarpolitikkur skal tryggja vælferðina og at okkara eftirkomarar arva eitt samfelag, ið er minst líka gott sum okkara, og sum byggir á haldføran og sjálvberandi búskap.
Skil skal fáast á fíggjarstýringina, og búskaparpolitikkurin skal taka støði í nýggjari greining av búskaparliga haldføri Føroya. Samgongan skal á hvørjum ári taka miðvís stig, sum tryggja, at vit røkka langtíðarjavnvágini í búskapinum. Í breiðum politiskum semjum skulu vit tryggja búskaparliga haldførið og gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi verður gjørt eitt fíggjarpolitiskt regluverk.
Ríkidømi landsins skal koma øllum betur til góða enn í dag. Vinnulívið skal vera meiri fjøltáttað, kappingin javnari, og smáar og miðalstórar fyritøkur skulu fáa betri møguleikar.
Skattur og mvg
Skattastigin skal endurskoðast til tess at lætta um hjá láglønarbólkum og økja um útboðið av arbeiðsmegi. Lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, sum verður fult fíggjaður.
Við tí endamáli at gera ávísar gerandisvørur og føroyska framleiðslu bíligari, verða undantøkini í mvg-lógini endurskoðað, eins og onnur almenn avgjøld. Slík umlegging skal vera fult fíggjað.
Hjálparpakki í sambandi við inflatión
Um ógvusligu príshækkingarnar halda fram, leggur samgongan fram uppskot um at veita bráðfeingis hjálp til ringast sperdu borgararnar. Kappingareftirlitið verður styrkt.
Tilfeingisinntøkur
Ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum – tilfeingisrentuni – sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið.
Hetta skal vera við til at tryggja búskapin, lækka lønarskattin og javnseta kappingartreytirnar hjá allari vinnuni. Búskapargrunnurin verður amboðið til at javna sveiggini í inntøkum frá tilfeingisvinnum og búskapinum sum heild.
Tilfeingisgjøldini hjá uppsjóvarvinnuni og flotanum í Barentshavinum verða endurskoðað.
Sama verður tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri brúksrættin til firðirnar, og kommunurnar fáa lut í hesum gjaldi.
Tilfeingisgjøldini verða sett við atliti at inntøku og framleiðslukostnaði hjá vinnuni.
Bústaðir
Lógin um Bústaðir verður broytt. Heimildin at byggja saman við privatum heldur fram, tó so at stovnurin sjálvur kann byggja bústaðir og stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommunum. Lærlingaíbúðir, lestraríbúðir og næmingaheim verða raðfest.
Møguleiki verður latin upp fyri at lata lagaliga fígging til sethúsabygging uttan fyri høvuðsstaðin.
Kannað verður, um føroyskir pensiónsgrunnar kunnu vera við til at loysa bústaðaravbjóðingina.
Heimild verður latin kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, og at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir.
Skattur fyri útleiging skal falla til kommununa, har útleigað verður.
Rentustuðulin skal endurskoðast á ein hátt, sum ikki rakar verandi sethúsaeigarar.
Í sambandi við keyp av fastogn í Føroyum verða reglur gjørdar fyri útlendingar og útlendskar fyritøkur, sum ikki hava tilknýti til landið.
Orka og umhvørvi
Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, seta bindandi veðurlagsmál og at tryggja náttúru- og umhvørvisvernd.
Samgongan hevur sum mál, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum, og at útlátið av veðurlagsgassum minkar samsvarandi altjóða sáttmálum, sum vit hava bundið okkum til.
Átøkini í veðurlagssamtyktini og í álitinum um veðurlagspolitikk frá 2019 verða framd.
Skipanir skulu eggja til, at sølan av bensinbilum, dieselbilum og oljufýringum verður niðurlagað, og at grønar loysnir verða valdar í staðin.
Øll skulu kunna vera við í grøna orkuskiftinum, og stuðuls- og avgjaldspolitikkur skal stuðla undir grønar orkuloysnir.
Óheft brúkararáðgeving í orkuspurningum verður skipað sum skjótast.
Almennir bygningar skulu bjálvast og leggja um til grønar hitaskipanir. Allir nýggir almennir bygningar skulu hitast við grønari orku.
Ætlan verður saman við vinnuni løgd fyri, hvussu skipaflotin og sjóvinnan kunnu minka um útlát sítt og leggja um til umhvørvisvinarligt brennievni.
Saman við kommunum og SEV verður loysn funnin á, hvussu skipum verður útvegaður landstreymur.
SEV skal kunna bjóða upp á vindorkuútbyggingar á jøvnum føti við privat feløg.
Náttúra
Lóg um náttúruvernd verður samtykt og sett í verk. Náttúrufyrisitingin verður styrkt við m.a. staðbundnum umsjónarfólkum, sum skulu halda eyga við viðbreknari náttúru kring landið.
Lendisætlan skal gerast.
Gransking, ráðgeving, kortlegging, eftirlit og fyrisiting av náttúruni verða raðfest.
Ítøkilig átøk verða sett í verk til tess at verja lívfrøðiliga margfeldið, herundir plantur, fuglar, serføroysk húsdjór og lív í sjónum.
Rætturin hjá føroyingum til ókeypis at ferðast í náttúruni – av fjalli í fjøru – skal tryggjast. Hetta við atliti at náttúruvernd, trygd og við virðing fyri brúksrættinum og virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini.
Til tess at flyta okkum yvir í ein ringbúskap skal við tíðini alt burturkast skiljast við atliti at endurnýtslu, nýnýtslu og endurvinning.
Arbeiðsmarknaður
Framskrivingar vísa, at tørvur verður á væl meiri fólki á umsorganarøkjunum komandi árini. Samstundis eru lønirnar á júst hesum økjum so lágar, at tað er trupult at fáa nóg nógv fólk. Tí vil samgongan tryggja teimum lægst løntu bólkunum á hesum økjum eitt lønarlyft, eins og skattastigin verður broyttur fyri at økja arbeiðsútboðið.
Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.
Almenni arbeiðsmarknaðurin skal skipast soleiðis, at møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast.
Arbeiðast skal støðugt við at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har fólk við skerdum arbeiðsførleika hava møguleikar og umstøður at virka.
Arbeiðsloysisskipanin verður endurskoðað og kann styrkjast sum ein arbeiðsmarknaðardepil fyri skipað trípartasamstarv og skal m.a. fremja smidligari og meira tíðarhóskandi arbeiðsmarknaðarskipanir.
Skipan við vaksnamannalæru verður sett í verk. Ferð verður sett á arbeiðið við førleikamenning og førleikameting.
Barsilsskipanin verður broytt til eina smidligari skipan, har til ber hjá foreldrum at leggja barsilstíðina til rættis eftir egnum ynski og tørvi.
Rættindi hjá til dømis einstaklingsvirkjum og smærri fyritøkum til sosialar skipanir, sjúkradagpengar, barsils- og arbeiðsloysisgjald verða endurmett.
Sjúkradagpeningaskipanin hjá tímaløntum verður endurskoðað, og lógin um starvsmenn verður dagførd.
Føroyingar skulu hava somu sømdir viðvíkjandi arbeiðstímum og øðrum sum útlendingar, ið fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Útlendingar skulu kunnast gjølla um rættindi og skyldur, hava smidliga atgongd til at læra føroyskt sum annaðmál og vera betur tryggjaðir á arbeiðsmarknaðinum.
Samferðsla
Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.
Farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast. Í tann mun, tað ber til, verða skipini smíðað í Føroyum og rikin við varandi orku.
Prísskipanin hjá Strandfaraskipum Landsins verður endurskoðað fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum. Prísir fyri útlendsk ferðafólk verða somuleiðis endurskoðaðir.
Ferðaætlanin hjá ferjum og bussum verður lagað til tørvin hjá borgarunum og einari vaksandi ferðavinnu.
Útbyggingin av vegakervinum heldur fram sambært langtíðarætlan, og viðlíkahaldið av landsvegunum verður uppraðfest.
Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.
Útoyggjar
Samgongan vil styrkja møguleikarnar hjá útoyggjunum at mennast.
Samferðslan skal lyftast og nútímansgerast og møguleikin at seta búgv gerast betri.
Eitt nýtt útoyggjaálit skal orðast við eini menningarætlan og greiðum málum fyri at virka og trívast á smáplássum.
Vinnupolitikkur
Samgongan vil arbeiða fyri einari burðardyggari, nýmennandi og fjøltáttaðari vinnu, sum skapar vælferð, arbeiðspláss og vøkstur kring landið. Skapanarhugur, førleikar, javnar kappingartreytir og virðing fyri umhvørvi og trivnaði skulu vera kjølfestið undir vinnuni.
Fiskivinna
Ríkidømið í havinum skal umsitast skynsamt og burðardygt. Tilfeingið er ogn Føroya fólks og skal tí umsitast soleiðis, at tað skapar virði, menning og framburð kring landið, og at virðini koma fólkinum til góða.
Umsitingarætlanin má endurskoðast við atliti at álvarsomu støðuni hjá botnfiskastovnunum.
Heimaflotanum skulu vinnast nýggj rættindi á fjarleiðum til tess at lætta um veiðitrýstið á heimaleiðum, og útróðrarflotin skal hava betri sømdir á heimaleiðum.
Bert fyritøkur og persónar, búgvandi og skattskyldig í Føroyum, fáa atgongd í veiðiliðnum. Verandi útlendskur ognarskapur skal hvørva, og nýggjur útlendskur ognarskapur verður ikki loyvdur.
Veiddur fiskur skal vera atkomuligur fyri fiskavirkini og skal sum mest bjóðast út og virkast í Føroyum. Er eingin kapping, skal betrast um møguleikarnar at landa uttanlands.
Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.
Nýtt og økt tilfeingi verður bjóðað út á ein hátt, so at tað verður atkomuligt hjá fleiri.
Vørn verður styrkt, og sett verður í verk skipan við eftirliti og møguleika fyri eygleiðarum umborð á fiskiskipum.
Reglurnar fyri antitrust verða endurskoðaðar til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum hondum. Aktørarnir í uppsjóvarvinnuni verða javnsettir, um kvotur minka.
Privat søla av loyvum og rættindum kann bert fara fram á gjøgnumskygdum marknaði.
Saman við pørtunum í fiskivinnuni skal ein eftirmeting gerast av minstulønini og fiskavirkisskipanini við útboði av arbeiðsmegi í huga.
Feløg, sum fáa tilfeingi tillutað frá landinum, skulu á hvørjum ári leggja fram sundurgreinaðan roknskap og ognarskrá fyri alt virksemið.
Brúksskylda verður ásett í allari fiskivinnuni í tann mun, henda brúksskylda er burðardygg.
Alivinna
Miðvíst skal arbeiðast fyri at víðka alimøguleikarnar á sjógvi og landi, so rúmd verður fyri aling av øðrum fiska- og djórasløgum, tara, skel o.ø. Alingin skal vera lívfrøðiliga burðardygg.
Nýggj aliøki verða boðin alment út, og rásarúm verður skapt fyri royndarvirksemi innan ymiska aling.
Greið krøv skulu setast um sjúkufyribyrgjandi rakstur. Til tess skulu vit hava eitt fakliga sterkt sjúku- og umhvørviseftirlit. Serligt fokus skal setast á árinini av aling á lívfrøðiliga margfeldið.
Landbúnaður
Orðaður verður ein landbúnaðarpolitikkur við ítøkiligum málum, har dentur verður lagdur á at menna føroyskar landbúnaðarvørur.
Ferð verður sett á føroyska framleiðslu, og vit skulu gerast meira sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum. Ítøkilig mál verða sett fyri størri framleiðslu av grønmeti, kjøti, mjólkarvøru og stráfóðri. Verandi stuðulsskipanir verða knýttar at settu málunum. Í lendisætlanini fyri Føroyar verður tryggjað, at besta landbúnaðarjørðin ikki verður nýtt til onnur endamál.
Ferðavinna og matstovuvinna
Ferðavinnan verður skipað á burðardyggum grundarlagi í samljóði við náttúruna og fólkið í oyggjunum.
Ferðavinnuvirksemið skal skipast í samstarvi við fólk á staðnum, sum eisini skal fáa ágóðan av ferðavinnuvirkseminum í økinum. Tá ið gjald verður tikið fyri vinnuliga ferðavinnu, skal tryggjast, at peningurin liggur eftir í lokaløkinum.
Ásett verður eitt gjald fyri ferðafólk, sum koma við cruise-skipum. Peningurin, sum kemur inn, verður markaður til røkt og verju av náttúru og bygdagøtum.
Matstovuvinnan verður stimbrað við útbúgvingarmøguleikum innan gastronomi, tænarayrki o.a. Nýtslan av føroyskum rávørum verður snúningsás í hesi menning.
Matstovuvinnan fær loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis. Bryggjarí og brennarí fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum.
Vinnuferðavinnan skal stimbrast, so at ferðavinnan verður heilársvinna.
Kreativar vinnur
Skipanir skulu stimbra kreativar vinnur, so at tær kunnu mennast kring landið. Talan er um film, tónleik, sniðgeving, toyvirking, klædnavirking, mat, telduspøl, forrit, appir og mangt annað.
Filmsjáttanin verður umskipað til filmsgrunn, sum tryggjar menning og armslongdarmeginreglu í sambandi við filmsgerð. Stuðulin verður so líðandi øktur, so at dygdargott føroyskt tilfar kann gerast.
Afturberingarskipanin í sambandi við filmsgerð verður styrkt, so at hon kann draga framleiðslur til Føroya.
Tónleikaútflutningsstovan, FMX, verður styrkt saman við útflutningsskipanum fyri aðrar kreativar vinnur.
KT og talgilding
Haldast skal fram við at talgilda Føroyar. Talgildar tænastur skulu sniðgevast við denti á trygd og brúkaravinsemi.
Raðfestast skulu skilagóðar KT-loysnir, ið frígeva orku til heilsu- og umsorganaruppgávur og loysa orku- og umhvørvisavbjóðingar.
Land og kommunur skulu bjóða út fleiri ítøkiligar verkætlanir til at menna eina sterka KT- vinnu, og stuðlast skal upp undir útflutning av dyggum føroyskum KT-loysnum.
Við betri gjøgnumskygni og góðsku í skrásetingum og málsviðgerð skal trygdin hjá borgarum og vinnufyritøkum vaksa munandi.
Virkast skal fyri, at vit við góðari KT-trygd og førleikamenning verja land og borgarar ímóti KT-kriminaliteti og netálopum.
Stimbrast skulu vinnur, ið krevja góðan KT-førleika, eitt nú rúmdartengd vinna og gransking.
Sjóvinna, ráevnisvinna og grønorkuvinna
Føroyar skulu marknaðarførast sum altjóða maritimur útbúgvingardepil og skeiðsdepil. Vit vilja bjóða fram útbúgvingar, útgerð, tøkni, ráðgeving og fjølbroyttar tænastur til vaksandi skipaferðsluna á okkara leiðum.
Virkast skal fyri at menna orkuvinnu, sum er knýtt at grøna orkuskiftinum.
Vinnan skal eggjast til at leggja um til grøna orku, so at tað loysir seg skattliga og aðramáta at vera fremst í umleggingini.
Mennast skal ein føroysk shippingvinna, sum gongur á odda við burðardygd.
Lógargrundarlagið undir Føroysku altjóða skipaskránni, FAS, skal styrkjast, so at bert dygdarskip, ið lúka fremstu umhvørviskrøv og altjóða reglur, kunnu verða skrásett. Fult innlit skal vera í eigaraskrá.
Setast skulu strangastu krøv um umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi og trygd á sjónum.
Sjótilbúgvingin og millumlandasamstarvið um hana skulu styrkjast.
Byggivinna og handverksvinna
Byggireglugerð og lóggáva skulu lagast til viðurskiftini í Føroyum, og alment útbjóðingartilfar skal skipast soleiðis, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram á jøvnum føti.
Gerast skal nýggj lóg um talgilding av almennum byggiverkætlanartilfari og byggiverkætlanarútboðum.
Vinnan skal hava atgongd til at skilja og endurvinna brúkt byggitilfar og soleiðis minka munandi um burturkastið.
Ávísur partur av byggikostnaðinum hjá tí almenna skal markast til list.
Alment og privat
Tað privata kann á ávísum økjum bjóða seg fram at loysa tænastur hjá tí almenna, har tað er bíligari og betri. Eigarapolitikkur fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a. skal samtykkjast. Politikkurin skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar.
Tilgongdin við at selja partabrøvini hjá Landsstýrinum í Pf. Smyril Line og Pf. Tjaldri heldur fram. Eingangsinntøkur frá sølum sum hesum skulu í búskapargrunn.
Heilsuøkið
Nýggjur politikkur fyri heilsuverkið verður orðaður. Langtíðarætlanir við ítøkiligum málum og visiónum verða lagdar.
Avgerð verður tikin um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum, og greið mál verða sett fyri, hvussu tørvurin á serlæknum innan sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina verður nøktaður.
Avbjóðingarnar í kommunulæknaskipanini skulu loysast, soleiðis at øll hava egnan kommunulækna.
Nýskipan skal fremjast saman við kommununum fyri at tryggja sama tænastustig um alt landið og fyri allar borgarar. Vit skulu í felag tryggja, at borgarar fáa samanhangandi viðgerðargongd, og samstarvið millum ymisku geirarnar – heilsuverk, almannaverk og eldrarøkt – verður styrkt.
Røktarfólk og fakfólk í heilsuverkinum skulu støðugt kunna eftirútbúgva seg.
Átøkini fyri betri fólkaheilsu verða styrkt.
Fólkaheilsustýrið skal styrkjast við at yvirtaka farsóttarlóggávuna og við at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum.
Universitetssjúkrahús verður skipað við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning. Møguleiki skal vera fyri at taka partar av læknaútbúgvingini í Føroyum.
Átøk verða framd til tess at endurskoða skipanir og mannagongdir, soleiðis at sum mest fæst burtur úr játtanunum.
Heilsuverkið skal lyftast inn í talgilda heimin, soleiðis at til ber at hava talgildar viðtalur og samrøður.
Sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar. Økispsykiatriin verður styrkt og víðkað, og læknavaktin skal styrkjast til at kunna taka sær av fólki, ið brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga.
Átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast, og bíðitíðin til útgreining skal styttast eins og bíðilistarnir í heilsuverkinum yvirhøvur.
Arbeitt verður víðari við ætlanum um lokala dialysuviðgerð.
Fólk, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum, skulu hava viðkomandi tvørfakliga viðgerð og hjálp sum skjótast. Vit skulu hava eitt meira fjøltáttað tilboð við ambulantari viðgerð.
Almannamál
Allar tænastur, sum almannaverkið veitir, skulu hava brúkaran í miðdeplinum. Øll, ið hava tørv á serligari tænastu, skulu hava eitt akkersfólk. Skipanin við teirri góðu tilgongdini skal eftirmetast og víðkast.
Barnaverndarlógin skal dagførast, og arbeiðsviðurskiftini hjá fosturfamiljum skulu betrast.
Ein landsætlan til barnaverndarmál skal gerast, og fyribyrgjandi arbeiði kring familjuna skal styrkjast. Styrkjast skal eisini um samstarvið við Barnaverndarstovuna, og barnabústovnar skulu byggjast.
Mótrokningin í arbeiðsinntøku av fólkapensiónini verður endurskoðað.
Í samráði við kommunurnar verða endaligu markamótini millum land og kommunur ásett fyri fólk, sum eru undir 67 ár og hava serligan tørv og varandi sjúku, og sum í dag detta niður ímillum skipanirnar.
Tilmælini í eftirmetingini av eldraøkinum frá 2021 verða viðgjørd saman við kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Eldralógin verður dagførd við m.a. atliti at røktarbústøðum og gjaldi fyri hesar.
Fyritíðarpensionistum verður tryggjað eftirløn.
Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing verða raðfestar, so at krøvini og endamálsorðingin í lógini um almannatrygd kunnu haldast. Peningur skal fylgja við lógini um almannatrygd og tænastur.
Tørvurin á bústovnum til fólk, ið bera brek, skal nøktast, og bústovnar skulu byggjast kring alt landið, alt eftir tørvi. Langtíðarætlan skal gerast fyri tey komandi tíggju árini.
Loysn skal finnast á trupulleikunum við umlætting og frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek. Miðað verður eftir, at øll fáa viðgerðar- og stovnstilboð í Føroyum.
Eitt brekumboð skal setast skjótast gjørligt, og ein brekpolitisk ætlan skal gerast. Atkoma í samfelagnum – eisini talgild atkoma – skal tryggjast øllum, ið hava skerdan førleika. Fólk, ið hava skerdar samskiftisførleikar, skulu hava tilboð um hjálp.
Landið skal í samráði við kommunurnar loysa avbjóðingina við heimleysum borgarum, herundir ávegishús.
Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast. Verkætlanin “Sig frá” skal halda fram. Umstøðurnar hjá Kvinnuhúsinum skulu betrast, og ráðgevingin og kreppumiðstøðin styrkjast.
Javnstøða
Javnstøða skal tryggjast í samfelagnum. Samgongan skal ganga á odda, tá ið hon velur fólk til Landsstýrið og aðrar álitissessir. Landið skal somuleiðis ganga á odda at tryggja betri javnvág í lønini millum menn og kvinnur. Starvsheiti Løgtingsins verða dagførd.
Javnstøðulógin verður endurskoðað.
Etisk mál
Í etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring.
Uttanríkismál
Dentur verður lagdur á at fáa Føroyum fleiri og betri handilsavtalur, og serliga verður strongt á at tryggja føroyskum vinnulívi betri atgongd til ES-marknaðin.
Virkað verður fyri at vinna Føroyum limaskap í øllum viðkomandi altjóða felagsskapum.
Farið verður undir samráðingar, sum skulu tryggja Føroyum víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir.
Uttanlandsnevnd Løgtingsins verður umskipað til eina uttanríkis- og verjupolitiska nevnd, har allir flokkar eru umboðaðir, og leiklutur hennara í skipanini verður gjølligari lýstur.
Greið ætlan um menningarhjálp og neyðhjálp verður løgd fyri Løgtingið til samtyktar.
Virksemið á sendistovum Føroya verður lagað til uttanríkispolitisku málini, sum sett verða.
Yvirtøkur
Málsøkini loftrúm, vitaverk, sjórættur og farsóttarlóggáva verða yvirtikin, og yvirtøka av landslæknaembætinum verður fyrireikað.
Føroyar taka árliga ábyrgdina av 25 milliónum av fíggingini av serforsorgarøkinum. Ríkisveitingin verður lækkað samsvarandi. Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað.
Virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya rætti.
Verja og trygd
Allar avgerðir um trygd og verju Føroya skulu takast av føroyskum myndugleikum. Hetta verður tryggjað í samstarvi og avtalum við Danmark og onnur lond.
Allar avgerðir um trygd og verju Føroya skulu takast við støði í tí veruleika, at Føroyar hoyra til vesturheimin og skulu samstarva við verjusamgonguna, NATO. Í øllum avgerðum um trygd og verju Føroya skal felags trygdin í norðurhøvum havast í huga.
Í øllum týðandi málum ráðførir Landsstýrið seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins (uttanríkis- og verjupolitisku nevndina), og yvirskipaðar avgerðir verða lagdar fyri Løgtingið til støðutakan.
Gjørd verður tilbúgvingarætlan fyri, hvussu álvarsamar kreppustøður skulu handfarast.
Dagstovnaøkið
Samgongan vil menna dagstovnaøkið. Meiri tíð skal vera til námsfrøðiligt virksemi, trivnaðarskapan og málsliga menning millum børn. Námsfrøðilig gransking verður styrkt.
Dagstovnalógin skal dagførast saman við kommununum. Sama skulu serøkið við markamótum og normeringar á dagstovnaøkinum.. Samgongan vil skipa eftirútbúgvingar og aðra førleikamenning av leiðslum, námsfrøðingum og starvsfólki annars.
Eykaflokkur av námsfrøðingum verður tikin upp.
Merittútbúgvingar og ískoytisskeið skulu skipast fyri at geva møguleika fyri víðari útbúgving á m.a. námsfrøði- og heilsuútbúgvingum.
Fólkaskúlin
Skúlin skal menna almenna dannilsið og kveikja skapandi og verkliga hugin hjá børnunum. Javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin.
Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan í grunddeild. Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki. Saman við avvarðandi pørtum skulu vit endurskoða karakterstigan, læraraúbúgvingina, førleikamál í námsætlanum, skúlafrítíðina, lands- og pisaroyndir og lærara- og leiðslutíð.
Nám skal uppraðfestast. Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans.
Meira gransking skal skipast á skúlaøkinum.
Eftirskúlar og háskúlar verða stuðlaðir, og háskúlalógin broytt. Allir næmingar, sum brúka almennan flutning til eftirskúlar, háskúlar og 10. flokk, skulu javnstillast.
Serøkið
Øll menniskju hava rætt til og krav upp á menning, læring og skúlagongd. Skúlin á Trøðni verður dagførdur.
Førleikastovurnar í skúlunum og á Sernámi skulu samskipast, og kannast skal, um sálarfrøðingur kann gerast partur av førleikastovunum, umframt at samstarvið við heilsufrøðingar skal mennast.
Leikluturin hjá Sernámi á barnagarðsøkinum og í fólkaskúlanum verður eftirmettur, so at uppgávubýti og fígging fylgjast. Tænasturnar á serøkinum skulu miðspjaðast.
Yrkisútbúgving, miðnám, hægri útbúgving og gransking
Yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, vaksnaútbúgving og m.a. átøkum frá trípartasemjuni í 2019.
Miðnám og yrkismiðnám skulu støðugt eftirmetast, og gjørd tilmæli skulu setast í verk.
Ískoytisútbúgvingar í námsfrøði og heilsurøkt verða skipaðar.
Treytirnar hjá aspirantum verða endurskoðaðar.
Arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving.
Ferð má setast á at framleiða føroyskt undirvísingartilfar.
Fróðskaparsetrið skal uppraðfestast, og fleiri viðkomandi útbúgvingar skulu setast á stovn.
Kampusætlanin skal halda fram, og Bolognaavtalan skal fáast upp á pláss.
Lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgving skal hækka líðandi, og møguleikar fyri fjarlestri skulu mennast.
Langtíðarætlan skal leggjast fyri gransking, menning og nýskapan, og gransking skal samskipast betur.
Almenni stuðulin til gransking skal hækkast líðandi, og samstarvið við vinnuna um granskingarverkætlanir og fígging skal útbyggjast.
Vinnurættaðar útbúgvingar
Styrkjast skal um útbúgving og eftirútbúgvingarmøguleikar í aling, tilfeingisbúskapi og burðardyggari matframleiðslu.
Skúlaskipanin og Setrið skulu leggja størri dent á frálæru og útbúgvingar í KT, og føroyska málið skal raðfestast í allari talgilding.
Setast skulu á stovn ymiskar sjóvinnuútbúgvingar á miðnámi og universitetsstigi.
Føroyskt sum annaðmál
Frálærutilfar til lærugreinina føroyskt sum annaðmál skal raðfestast. Sama skulu eftirútbúgving, skeiðsvirksemi og próvtøkutilfar á økinum.
Fleiri tímar skulu játtast til undirvísingina til børn og vaksin, og lógin um lestrarstuðul skal víðkast til at fevna um drúgvu málskeiðini.
Góðkenning av útbúgvingum hjá útlendingum skal fremjast.
Mál, mentan og list
Mál, mentan og list er føroyski samleikin í verki. Tað er avgerandi, at áhaldandi verður bygt upp á henda samleika. Fyri at gera tað, er neyðugt at styrkja umstøðurnar til at skapa frælsa mentan og list, bæði í yrki og frítíð.
Listapolitikkur verður orðaður.
Listin skal stuðlast, ikki stýrast. Stuðulsjáttanir verða umsitnar sambært armslongdarmeginregluni. Játtanirnar til ymsu listagreinirnar verða endurskoðaðar og lagdar í fasta legu.
Játtanirnar til mentan og list verða munandi øktar. Stuðulin til tónlist, myndlist, ritlist, leiklist, film, dans og skapandi list sum heild verður hækkaður.
Yrkislistafólkum verða tryggjað betri starvsviðurskifti, lønarviðurskifti og eftirlønarviðurskifti.
Mvg av útlendskum stroymingartænastum skal síggjast aftur í Føroyum. Upphæddin verður markað til at styrkja mentan og list.
Fleiri børn skulu hava atgongd til Musikkskúlan, og Føroya Symfoniorkestur saman við øðrum orkesturvirksemi skal hava betri umstøður.
Farið verður undir at byggja tjóðleikhús.
Ríkt mentanarlív og frítíðarlív
Siðbundna mentanin innan søvn, bátasmíð, træseglskip, handarbeiði og handverk verður styrkt. Somuleiðis føroyski dansurin, kvæðamentanin og sangskatturin.
Ítróttur og frítíðarfelagsskapir skulu hava góðar karmar. Arbeitt verður í samsvari við langtíðarætlanina hjá ÍSF, har bæði breidd og úrval fáa stóran ans og góðar treytir. Arbeiðast skal fyri at hækka rakstrarstuðulin til ÍSF og fyri at styrkja altjóða luttøku. Landið luttekur við parti av íløguni í ítróttamiðstøðir.
Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC. Møguleikarnir hjá fólkakirkjuni at varðveita og byggja verða betraðir.
Miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.
Styrkja føroyska málið
Føroyska málið skal áhaldandi styrkjast og mennast. Føroyskt skal gerast brúkaramál á talgildum pallum. Útboðið av føroyskum barnatilfari og ungdómstilfari verður fleirfaldað. Stuðulin til at týða tilfar verður øktur.
Arbeiðið at røkja Móðurmálsorðabókina verður raðfest, og arbeiðið við føroyskum sum øðrummáli verður ment og tryggjað.
Atgongdin hjá sjónveikum, lesiveikum og skriviveikum verður styrkt. Umstøðurnar hjá teknmáli, talulæru og øðrum samskiftishættum verða mentar. Føroyska teknmálsorðabókin verður liðugt ment.«










