málið við at hava lisið og skrivað nógv, og eg haldi tað er lætt og flótandi mál. Kanska skal ein hava tað í beinagrindini. Ikki so nógv lesa yrkingar, og skal ein skriva tungt og ófatiligt, sum onkur yrkjari [...] leggja dent á vakurleikan. Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur, og formur og innihald skulu samsvara. Innihaldsliga kann ein yrking bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini [...] ikki kæra mína neyð. Eri lærari og yrki í frítíðini, og tað passar mær fínt. At yrkja burtur av, hevði eg ikki kunnað. Rithøvundar og skøld, tey, sum føla tað sum eitt kall og leggja alla sína orku í skrivingina
fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at [...] eru eisini ófatilig og koma so at siga dagliga. Fyribrigdi sum svørt hol, svart evni og svørt orka og onnur “eksotisk” orð bera um somu tíð boð um eina flóðaldu av nýggjari vitan og hvussu nógvar ósvaraðar [...] úr bókini, hann tá var í ferð við at skriva, og harafturat vísti hann filmar og annað tilfar á stórskýggja. Sjáldan “sluppu” vit avstað til ásettu tíðina, og tímarnir gjørdust sjáldan minni enn hálvan til
bara fyri at venda, og so at koyra fullfermdir til eina smábygd og skapa trunka og tronga eina løtu til alt er yvirstaðið og einki liggur eftir til nakran, eftir hvat eg havi uppspurt. Og so eru tað tær ivasomu [...] alt landið, og gjørdi tørvin sjónligan í júst hesum vakstrarøki í eini skjótari vend og uttan at tað neyðturviliga skuldi skeinkjast afturvið, tí eingin býr her og øll eru í bili. ##med2## Og so eru tað [...] kosta 550 krónur og vínskráin, sum fæst afturvið kostar 325 krónur. Veljast kann millum fleiri forrættir, høvuðsrættir og dessert, og hvat tú vilt hava at drekka afturvið. Afturvið kaffi og síðan einum glasi
teir svørtu rátt yvir Russlandi og Europa, men blivu síðani koyrdir frá og jagstraðir og plágaðir av hvíta manninum og ákærdi meg fyri at hava fari illa vit teimum svørtu, og hevði langan fyrilestur fyri [...] at eg var svartur innan, og at tað var ok. Og soleiðis skiltust eg og teir halgu – nú var talumaðurin blíðari, og eg haldi, vit skiltu hvønn annan. Katrin, kona mín, Aslaug og Herdis, sum eru mínir fe [...] teim áhugaverdu og kendu skýskravarunum, og man situr á 2. hædd í dupultdekkaranum (sum í London) og hyggur upp á teir fjallahøgu skýskravararnar – Empire State er 381 metrar høgur og sostatt hægri enn
dag eins og fyrsta hvítusunnudag. Guðs kirkja á jørð Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu [...] tína aftur og verða fyltur við Heilagum Anda.« Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur. Og hann fekk sær mat og styrknaði. [...] saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu
buksum og hettu og hvítum kitli, fettir sær á, lyftir smáu brillurnar longri upp á nasaryggin og hugsar við fullari ferð. Hann veit, at Propofolið hevur eina helvtartíð, sum bara er átta minuttir, og at [...] at mala fyri tær, eru boðini hann fær. Og ein gamal vestmenningur, sum var áhaldsin og hevur brákað høgra herðablað, fær fatl og ávísing um 1 gramm av panodili og 600 milligramm av Brufeni sum pínulinna [...] sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fyri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar
fyri Jesus út í fremmand og ókend lond. Hann finst tí bæði á afrikansku stammumálunum santali og gassiskum, og mín sann eisini á kinesiskum. Alt hetta, og søgan um yrkjaran og tíðindamannin Johan Halmrast [...] í Noregi – bókmáli, nýnorskum og samiskum – fór haðani til grannalandið Svøríki og víðari til Norðurlond, ikki minst gjøgnum sangin og tónleikin hjá Frelsunarherinum, og kom soleiðis eisini til Føroyar [...] virðing og gleði minnast aftur á, nú sangurin enn einaferð verður sungin hesar páskirnar í føroyskum kirkjum og samkomuhúsum. Avskeplaður og gløggur Ikki kom hann til nøkur skorin klæði, hesin lítli og vesæli
við konu og tveimum børnum um eitt kreppurakt Amerika leitandi eftir arbeiði og mati. Hann finnur ein manntóman bóndagarð, og tey búsetast har. Men tá ið hann fer út at sláa, fær líggin so við og við vald [...] kum samruna, har átrúni og vísindir hava áralag og hvørt fær annað at bera frukt. Men landnámsmenninir hava onki annað í síni skjáttu enn ómentan, smásinni, hugmóð og dráp, og tað eydnast teimum eftir [...] Montag og feløgum hansara er ikki at sløkkja eld, men at brenna bøkur og ofta eisini tey fólk, sum eiga og lesa hesar bøkur. Montag ger sítt arbeiði, lýðin móti sínum teknokratiska samfelag og sørur fyri
sjúkrahúsið, og hvørjaferð læknarnir komu framvið, spurdi eg, hvussu tað gekk. Teir lótu væl at, og eg kendi meg tryggari við støðuna. - Familja og vinir vóru komin á Ríkissjúkrahúsi, og eg fekk eisini [...] familju, vinfólki og dugnaligum fólki í heilsuverkinum endaði væl. Helt tað var stress Tað eru farnir slakir tríggir mánaðir síðani dagin, tá ið lívið hjá Andrew og Margareth varð vent upp og niður. - Vit høvdu [...] úr Klaksvík, og børnini spældu uttanfyri. Knappliga kendist tað, sum um eg fekk ein neva í bringuna. Eg hevði ilt við at anda, hevði pínu og fór at sveitta. Eg legði meg á sofuna eina løtu og vildi ikki
árum síðani og Lynne og sonur hennara Don, hava jarðað urnuna við øskuni av pápa og abba í heimbygdini. Lynne og Don fóru úr Føroyum aftur sunnudagin, eftir at hava vitjað familju í Føroyum og eftir at hava [...] nú, var til staðar, og hon er nevnd eftir ommu Lynne og nevnist Jacobina. - Hon segði, at mamma hennara skrivaði til mamma mína og mammu beiggja mín. Síðani misti mamman sjónina og síðani skrivaði Jacobina [...] pápa vitjaðu og eg sá myndir, og eg varnaðist, hvussu nógv fólk omma má hava havt kring seg, men sum hon ikki hevði samband við. Lynne heldur vera heldur løgið, so lítið, sum foreldur og omma og abbi hava