Vit skulu seta námsfrøðina á breddan

Maud Wang Hansen
------------------

Navn: Maud Wang Hansen, eri 44 ár, búsitandi í Tórhavn og eigi trý børn.
Útbúgving: Frítíðarpedagogur frá Grådyb seminarium í Esbjerg í 1989. Leiðsluútbúgving á Føroya Læraraskúla í 2000. Pædagogisk diplom í Århus í 2003. Næstan liðugt útbúgvin marte meo terapeutur.
Starvsroyndir: Dagstovnar frá 1989 – 1997, m.a. sum stuðul á frítíðarskúlaøkinum og børn og ung í Esbjerg. Barnagarðurin við Velbastaðvegin 1997. Sambýlið á Bóndaheygi 2007-08. Verkstaðið Vón 1998 til nú.
Førleikar annars: 2007-2010: Undirvíst á Heilsuskúlanum á Tvøroyri, umframt á øðrum stovnum og í nevndum. Taki virknan lut í samfelagskjakinum og havi drúgvar royndir frá ymiskum nevndararbeiði. Havi verið virkin í politikki og havi stillað upp til bæði býráðsval og løgtingsval.
Fakfelagsarbeiði: Eg havi drúgvar royndir sum virkin lesandi í Danmark, og nógv ár í nevndini í Føroya Pedagogfelag hava alsamt økt hendan áhugan, og eri eg nú til reiðar at taka við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag. Havi luttikið í fleiri samráðingum og havi nomið fleiri viðkomandi skeið á hesum øki.
Álitisváttan: Eg taki tað sum eina stóra álitisváttan, at so nógvir limir valdu meg seinast, tá formansval var, og eg eri als ikki sinnað at trekkja meg aftur. Heldur er dirvið enn størri hesa ferð, og eg meti meg hava eina góða barlast til at røkja hetta týdningarmikla starv.

Míni mál
Sáttmálasamráðingar
Felagið skal til samráðingar aftur í ár, og avbjóðingin er størri enn nakrantíð. Eg havi royndir av at hava tikið lut í fleiri samráðingum. Samskifti er mín sterka síða, og eg kenni mótpartin. Samfelagviðurskiftini bjóða okkum vaksandi arbeiðsloysi og eitt kostnaðarmiklari húsarhald. Í hesum sambandi var nýliga varpað ljós á viðurskiftini hjá børnum, sum vaksa upp í relativum fátækradømi. Tí er tað serliga neyðugt, at vit leggja dent á týdningin av námsfrøðiliga arbeiðinum fyri at vinna okkum ta virðing, vit hava uppiborið og harvið eina góða løn. Uttan virðing fyri okkara faki vinna vit onga hóskandi løn. Hóast tíðirnar ikki tala fyri stórum lønarhækkingum, so er tað neyðugt fyri at fáa lønina upp á eitt hóskandi støði. Hetta er av stórun týdningi, júst fyri ikki at vera í tí vandastøðu, at okkara limir framhaldandi skulu vera ein láglønarbólkur. Eisini er neyðugt at rudda allar skeivleikar í lønartalvunum, so sama løn fæst fyri somu útbúgving. Tað er ein sjálvfylgja, at munur er á lønini, um limir hava nomið sær útbúgving ella ikki, eins og tað er ein sjálvfylgja, at viðbót verður latin, tá ófaklærd taka á seg uppgávur hjá faklærdum. Førleikaviðbót eigur at verða latin øllum, sum víðariútbúgva seg, so tað ikki longur er upp til hvønn einstakan arbeiðsgevara at lata hesa viðbót. Eitt av lyklamálunum í samráðingarhøpi er eisini at vinna okkum rættin til veruliga fyrireikingartíð. Hetta er av alstórum týdningi nú
• námsætlanir og virkisætlanir skulu gerast á hvørjum ári,
• børn við serligum tørvi eru integrerað á dagstovnunum og
• námsfrøðiligt arbeiði sum heild krevur nágreiniliga skjalprógvan.

Seta námsfrøðina á breddan
Felagið verður sterkt við einum formanni, sum torir at ganga á odda og einari støðutakandi nevnd, sum vil taka lut í námsfrøðiliga og samfelagsliga kjakinum. Nevndin skal saman við formanninum seta dagsskránna og gera alt fyri at røkka ynskjum limanna og tala teirra søk. Vit skulu seta fokus á námsfrøðina, so eingin longur ivast í, hvat vit veruliga gera, og hvat vit standa fyri. Í einum livandi og virknum námsfrøðiligum umhvørvi eru vit før fyri at stuðla menningini hjá børnum, ungum og gomlum, eins og vit eru før fyri at menna tey við skerdum førleika, so eisini tey kunnu kenna seg sum týdningarmiklan part í samfelagnum. Felagið skal ganga á odda í námsfrøðiliga kjakinum, og vit skulu skapa karmar fyri førleikamenning og víðarilesnaði fyri allar okkara limir. Nýggja pedagogútbúgvingin er ein hornasteinur fyri framtíðar námsfrøðingin, og eingin ivi er longur um, at vit ikki búgva okkum út til ansing, men til veruliga menning, líkamikið hvar vit arbeiða. Sum formaður vil eg virka fyri, at allir limir fáa møguleika at førleikamenna seg, og at lesandi á pedagogútbúgvingini kunnu gerast virknir limir í Føroya Pedagogfelag.

Felagið er limirnir
Formaðurin skal ikki vera bundin av fyrisitingarligum uppgávum, men hava stundir til at røkja uppgávuna sum formaður og kunna taka virknan lut í samfelagskjakinum og røkja áhugamálini hjá limunum. Um formaðurin skal hava møguleika fyri at vera andlitið og kenda røddin hjá felagnum, eigur ein professionell fyrisiting at taka sær av limamálum og røkja áhugamálini hjá formanni og nevnd. Framyvir skal eingin limur ivast í, at felagið er fyri teg; veruleikin er, at felagið er limirnir. Skal formaðurin saman við nevndini røkja uppgávuna til fulnar, er neyðugt við tykkara hjálp. Tað eru tit, limirnir, sum hava fingurin á pulsinum og vita, hvat rørir seg á júst tykkara øki. Í framtíðini fara vit at brúka orku upp á at hyggja at arbeiðsumstøðunum hjá okkara limum og virka fyri, at hesar umstøður eru soleiðis, at starvsfólk ikki kenna seg noydd at fara niður í tíð ella kenna seg slitin longu í virknum aldri. Vit skulu virka fyri, at arbeiðstíðarreglur verða gjørdar fyri dagstovnaøkið, og at arbeiðið á serstovnaøkinum verður mett út frá teirri starvsfólkaorku, sum er neyðug.
Forskúlar og læring
Kjakið um forskúlar er nógv frammi í løtuni, og tað, sum undrar meg í hesum kjaki, eru útsøgnirnar um, at børn nú skulu sleppa at læra nakað, tá tey eru 6 ára gomul og ikki skulu bíða, til tey verða 7 ár. Børn læra, so leingi tey eru í einum mennandi umhvørvi við ábyrgdarfullum vaksnum rundan um seg. Tey læra heima, tey læra í vøggustovu og barnagarði, og tey læra, um tey hava skerdan førleika ella sosialar trupulleikar ella menningrórógv av ymiskum slag. Fremsta uppgávan hjá námsfrøðingum er at geva børnum umstøður at læra og mennast í. Tí er tað mín hugsan, at um børn skulu í forskúla sum 6 ára gomul, eiga námsfrøðingar at starvast har. Ein forskúli eigur ikki at vera ein framskundan av skúlagongdini, men ein fyrireiking til at fara inn í eina nýtt læriumhvørvi.

Eitt sterkt felag fyri allar limir
Føroya Pedagogfelagið er myndað av fleiri limabólkum; leiðarar, námsfrøðingar og hjálparfólk. Álitisfólkini eru skipað í bólkar, og tað er mín fatan, at hesir bólkar eru góðir og gevandi fyri limirnar. Í fjør bleiv leiðararáðið stovnað, og sum virkin limur í hesum bólki kann eg ásanna, at tað er bæði gevandi og mennandi at taka lut í hesum arbeiði, serliga við uppgávum, sum limir heita á okkum um. Eg ímyndi mær, at vit á sama hátt kunnu skipað felagið í áhugabólkar við umboðsfólkum fyri hvønn limabólkin sær, sum síðani skipa seg, eins og leiðararáðið hevur gjørt. Spurningurin, um tað er best fyri okkara felag og limirnar, at vit øll eru í sama felag, er javnan frammi. Tað havi eg einki einfalt svar uppá, hóast eg skilji væl argumentini fyri og ímóti. Tó ivist eg ikki í, at tað er ikki nú, vit skulu taka støðu til at fara í smærri bólkar. Heldur skulu vit standa saman og skipa okkum soleiðis, at hvør limur kennir seg bæði hoyrdan og sæddan. Arbeiðsgevarin blívur ein alsamt størri eind at samráðast við, og tað hongur treytaleyst saman, at jú størri eindirnar eru, jú størri vald hevur ein. Tað hevur týdning fyri meg, at felagið er eitt sterkt felag fyri alt tað námsfrøðiliga økið, og at vit sleppa vanahugsanini um dagstovnaøkið og serstovnaøkið sum hvør sítt øki. Størstu fyrimunirnir eru í at síggja alt sum eitt samlað starvsøki og síggja okkum sum samstarvspartar heldur enn mótstøðupartar. Tað eri eg til reiðar at virka fyri, m.a. við at fáa í lag eina felags grundløn. Serliga er tað umráandi, at vit fáa somu eftirløn til allar limir; og hetta samsvarar eisini við ynskini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Samstarv
Fakfelagssamstarv er nú ein staðfestur táttur í felagsarbeiðinum, og tað styrkir okkara støðu á arbeiðsmarknaðinum. Tað er mín fatan, at vit skulu hugsa enn størri og eisini leggja upp til samstarv við aðrar smærri fakbókar, sum hava líknandi arbeiðsumstøður sum nakrir av okkara limum.
Norðurlendskt samstarv er neyðugt, gagnligt og styrkir okkum fakliga. Vit hava drúgva siðvenju á hesum øki, og vit skulu framhaldandi røkja tað.
Gott samstarv við arbeiðsgevaran er ein neyðugur partur í framtíðini, og tað er mín fatan, at vit røkka longst við jøvnum og virðiligum samskifti partanna millum. Tað er mín vón, at vit sum fakfelag kunnu ganga á odda við fáum starvsfólkamálum og nógvum áhugamálum.