tennisvøllinum, tá hon í apríl mánaði í 2017 sigraði á Robertu Vinci í Stuttgart Open. Sharapova hevur allatíð tvíhildið um, at hon var ikki greið yvir, at hon nýtti ólóglig evni, men hon ásannar, at tað [...] Maria Sharapova hevur nú boðað frá, at hon gevst sum professionellur tennisleikari. Síðan Sharapova kom aftur á tennisvøllin í 2017, hevur hon stríðst við einum skaða í økslini, sum nú hevur havt við sær [...] spæla tennis á høgsta støði. 32 ára gamla Sharapova vann sína fyrstu Grand Slam kapping í 2004, tá hon sigraði á verjandi meistaranum, Serena Williams í Wimbledon finaluni. Næstu átta árini megnaði Sharapova
um hann kundi avsanna, at Fólkaflokkurin hevði fingið fíggjarligan stuðul frá privatfólki ella fyritøkum í sambandi við valstríðið til løgtingsvalið í fjør. Hon sigur, at tað hevur verið ført fram, at reiðarar [...] fyritøkur hava rindað fyri valstríðið hjá Fólkaflokkinum, og henni vitandi er hetta ongantíð avsanna. Og hon heldur, at tað hevur týdning at vita um nakar politikari á Løgtingi er keyptur til at stuðla ávísum [...] listaverkunum, Tjóðveldi hevur selt upp undir nøkur av teimum seinastu løgtingsvalunum. Og annars hevði Javnaðarflokkurin selt Sosialin og fingið 10 milliónir frá Miðlahúsinum fyri tað – og afturfyri hevur
staðfestir Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn. Og nú spyr hon Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvat hann ætlar at gera við tað. Tí spyr hon nú landsstýrismannin um hann ætlar at gera nakað við [...] neyðugt við fíggjarligari áttan til 1,5 starv afturat. Eitt úrslit av tí hevði verið, at Dagur og Vika kundi verðið tekstað, tá ið hon varð endursend seinni um kvøldið, sigur tingkvinnan fyri Framsókn. [...] tunghoyrdum og deyvum, atgongd til allar sendingar hjá Kringvarpinum, sigur Ruth Vang. Samstundis vísir hon á, at umleið sætti hvør føroyingur hevur eitt hoyribrek, sum ger tað trupult, ella ómøguligt, at fylgja
gjørdar í donsku lógini, meðan einans sjey broytingar eru gjørdar í føroysku rættargangslógini síðan hon kom í gildi í 2004. Føroyska rættargangslógin er tí, eins og tikið verður til í viðmerkingunum til [...] um. Ein arbeiðsbólkur varð niðursettur í 2017, eftir at táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði vent sær til danska løgmálaráðharran viðvíkjandi rættargangslógini. Hetta arbeiðið er so vorðið til
Í ár eru liðin 125 ár síðan flogbóltur var uppfunnin sum ítróttargrein. Hon kom til Føroya miðskeiðis í 50-unum, tá Martin Holm, lærari á Føroya Læraraskúla, lærdi sínar næmingar spælið. Í dag avdúkar [...] nar her á landi. Ítróttargreinin fekk egið sersamband í 1980, umleið 25 ár eftir, at Martin Holm hevði lagt lunnarnar undir hana, og sersambandið fekk altjóða viðurkenning beinanvegin. Tí luttekur føroyskur
neyðtøku, har hann sambært ákæranum hevði gjørt seg inn á eina gentu, meðan hon ikki var før fyri at seta seg ímóti, bæði tí hon var ávirkað av rúsdrekka, men eisini tí hon svav. Maðurin er ákærdur fyri í [...] í 17 førum at hava framt blygdanarskemd umvegis Snapchat, har hann hevði sent ónærisligar myndir og video av sær sjálvum til ymsar blaðungar gentur. Tvær av teimum vóru undir 15 ára aldur, tá ið hetta er
Hughes, sum var kendur millum teirra, ið halda, at jørðin er fløt, hevði sett sær fyri at prógva, at jørðin ikki var in kúla. Tí hevði hann bygd sær eina rakett í garasjuni, ið skuldi fáa hann upp í hálvan [...] fráferð, og at rakettin síðani flýgur skeivt upp í loft, áðrenn hon dettur til jarðar um 200 metrar frá rakettpallinum. Mike Hughes hevði bygt fleiri rakettir fyrr, millum annað fyri fíggjarligan stuðul
Tora Berger hevði gamla metið við seks HM-heiðursmerkjum í 2013. Tað var annars norska Tiril Eckhoff, ið var favorittur at vinna kappingina í dag, men eftir fleiri miseydnaði skot, endaði hon á einum sjeynda [...] Betri lá fyri hjá Marte Olsbu Røiseland, sum skeyt lýtaleyst á báðum sínum seinastu skotumførunm. Hon kom út í seinasta umfar 14 sekund aftanfyri italsku Dorotheu Wierer, ið lá á fyrsta plássið. Brátt [...] nú var møguleikin har at yvirhála hana. Marta Olsbu Røiseland so gjørdi, og í einum megnartaki vann hon fyrst tey 14 sek og legið seg á síðuna av Wierer. Tær fylgdust ein stuttan tein og so legið Røiseland
orðabókina. Tað var Jonhard Mikkelsen, sum hevði nevnt á einum skeiði, at nú manglaði bara ein grønlendskt-føroysk orðabók. Hetta hevði ein vinkona hjá mær hoyrt, og hon hevði so nevnt fyri honum, at spyrja meg [...] eg hevði gjørt. Um tað fóru at vera nakrir arbeiðsmøguleikar. Men tað kom so spakuliga, og nú brúki eg tað mesta av tíðini til ymiskar uppgávur, sum hava við tað grønlendska málið at gera. Eg hevði aldri [...] ka orðabók. Umleið 20.000 orð eru í orðabókini, og frá september í 2018 til november í 2019 hevur hon týtt øll orðini. Síðani er rættlisið, og í dag verður orðabókin almenn á Sprotanum. Framløga er í
sjúkrahúsið. Fimm ár frammanundan - í 2013 - hevði Jørn eina tíð hjá læknanum. Kirsten hevði lagt til merkis, at eitt móðurmerki á bringuni á manni sínum hevði broytt seg. Tað var blivið størri. - Sjálvglaður [...] galið? spyr kona hansara, Kirsten, sum er á veg út at lufta hundin ein kaldan dag í mars í 2018. Tá hon kemur aftur, situr Jørn og hongur við høvdinum heilt niðri millum akslarnar. - Jamen, lyft tó høvdinum [...] Sjálvglaður - ja, kanska eri eg tað, men slíkt hevði eg ikki lagt til merkis. Men, tað ger kona mín. So, eg fór til læknan og fekk tey at taka móðurmerkið - og so gloymdi eg alt um tað, minnist hann. Jørn hevur