skuldi ígjøgnum og kjansir skuldu skapast. 7. Fróði Benjaminsen, B68 Uttan iva var leygardagurin svartasta landsliðsminnið, sum Fróði hevur. Fyri tað allar mesta vildi einki eydnast hjá honum, og vanligi viljin [...] hann ikki typan, sum kann liggja einsamallur á toppinum, og tá stuðulin frá miðvøllinum var somikið lítil, fekk hann millum lítið og einki gjørt, og útskiftingin av honum tóktist náttúrlig. 13. Jóhannis Joensen [...] við eitt-talinum aftur, og hóast talan gjørdist um tap, so kann tað á ongan hátt lastast málverjanum. Var fullkomuliga uttan møguleika við teimum báðum litavisku málunum, og tá Føroyar royndu at trýsta
vakurt snøgt og reint. Hjólbørurnar á Stóru brúgv Hjólbørurnar, sum nýttar vórðu á Stóru Brúgv, har skipini, sum komu undan Íslandi og Grønlandi, landaðu , vóru reyðar og grønar- snøggar og nossligar. Tær [...] mong góð skald, listafólk, sangarar og tónleikarar hava latið seg í skapandi evni frá barnsbeini av, hóast brattlendi og skarðlendi seta síni spor í hugan tíðliga og seint. Tað er kanska hetta, sum nørir [...] landi. Hetta er skaldskapur fyri eygað og oyrað: Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt ,rørir ikki hjartað. Ja, hetta er sanniliga undranarvert og nemur við innasta kervið í okkara huga
uttanríkispolitikk at gera, og sum stórt sæð bert snýr seg um ein verjupolitiskan spurning, nevniliga hvat danir hava fingið fíggjarliga burtur úr NATO í Føroyum og Grønlandi. Og hesin útgreinaði arbeiðssetningur [...] hevur villleitt føroyingar! 7.Samstundis verður váttað av Lars Emil Johansen, at Stoltenberg hevur tikið seg aftur, og hetta hevur hann eisini kunnað um í grønlendskum fjølmiðlum. Og at tað skal vera eitt "mistak" [...] vores landes udenrigs- og sikkerhedspolitiske forhold.." Tað er óneyðugt at siga, at hetta er eitt øki, sum kann umfata ein hóp av evnum. Ikki minst hjá einum fyrrverandi uttanríkis- og verjumálaráðráðharra
søgdust vera bæði liberalir og radikalir í mønu og mergi. Lat meg sláa fast við sjeytummaseymi, einaferð enn, at “Edna” og “Rankin” fingu eitt royndarloyvi galdandi frá 5. juni til og við 31. desember 2008, [...] um orsøkum er settur politiskt, at umsita og handhevja høvuðsvinnuna í landinum, hevði verið og breitt seg út um nýggju vinnugreinina, hann hevur lanserað og sett í verk, partroling við lemmatrolarum á [...] samanhangandi, og tað er skilligt, at maðurin sum tosar, er púrasta konfus, og at hann nú er so sperdur, at hann enn einaferð roynir at rógva framundir, at onkur annar skal hava sett hol á og slóða fyri hesum
einum øki og royna at fáa miðspjaðingina at virka. Børnini fyrst avstað Fyrsta dagin fara børnini, Lív og Gyða, avstað til Danmarkar at ganga í skúla. Komandi viku halda Tommy og Maja avstað og skulu m.a [...] útsýni yvir Nólsoyarfjørð og inn ímóti Havnini. Og Júst í hesum døgum er útsýnið serstakliga gott, tí eingir urtapottar eru í vindeygunum at forða útsýninum. Tommy Petersen og familjan hava nevniliga pakkað [...] seta okkum uttanfyri. Veðrið er av tí besta henda seinnapart síðst í apríl, og sólin skínur. Innan umsiting og miðspjaðing Tommy og konan Maja vóru fyrst í nítiárunum á skeiði hjá danska felagsskapinum DANIDA
tunnlarnar millum Fjarða og ígjøgnum Leirvíksfjall, sum knýta oynna saman bæði norður og suður og eystur og vestur, brúnna um Streymin, sum knýtir Eysturoynna saman við Streymoy, og ikki minst allar kilometrarnar [...] í Sundalagnum og eystanfyri á oynni, og tað haldi eg vera gott og til frama fyri vinnuna og harvið oynna, segði Olaf Olsen. Klára avbjóðingarnar Tað eru stórar rembingar í nútíðini, og tað verða sett [...] siga, at talið á parafeløgum og smápartafeløgum í oynni liggur um 270, og at virkini eru innanfyri allar vinnugreinar. Tá eru virki, sum ikki eru skrásett sum partafeløg og smápartafeløg, ikki tald við
um Jógvani Andreasi og konu hansara Jokhild, ið varð kallað Kittan. Hjá teimum búðu eisini omman Petra og abbin Jóan Pauli. Arthur og pápi skuldu búgva á Støðini, har Anna omma og Jenny fastur búðu. N [...] mammuna, tí umsorgan og kærleika hon gav mær, konu míni og børnum okkara var í ríkiligt mát - hon gjørdi ikki mun á sínum børnum og fosturbarninum. Hon var góð í ráðum. So skjótt eg mentist og gjørdist spurin [...] fostursystkini Atla og Katrinu, og ver eins góður við biologiska pápa tín, sum við fosturpápan. Hesi ráðini legði eg mær í geyma, og biologiska familjan, ið eg átti aftrat, vístu mær altíð ans og vístu týðuliga
Fredrik Reinfeldt og Sosialdemokratarnir hjá Monu Sahlin takka sær sjálvum fyri. Ófaklærd og arbeiðsleys Tað halda ið hvussu er føroysku samfelagsfrøðingarnir, Jóanes N. Dalsgaard og Sámal Matras Kristiansen [...] veljarum. Serliga tey lágútbúnu og arbeiðsleysu velja Svøríkisdemokratarnar, og tað kemst av, at hesi kenna á sín kropp, at innflytarar leggja trýst á arbeiðsmarknaðin og vælferðartænasturnar. Svøríki [...] ting, at teir nú mótmæla einum lógliga valdum flokki. Svøríkisdemokratarnir fingu heili 5,7 prosent av atkvøðunum og settu gomlu flokkarnar í júst ta støðu, teir mest av øllum vildu sleppa undan at enda
Poulsen og Jón Krosslá Poulsen. Og so eru tað blaðungir dreingir sum 16 ára gomlu Henning Joensen, sum hevur verið liðformaður á u-landsliði, og Marner Gudmundsen, og teir 17 ára gomlu Bárður Poulsen og Julian [...] spælt væl og leingi, og eisini ungu menninar, sum hava valt at umboða onnur feløg. Men eg eri nýggjur her, og hjá mær er tað einki annað at gera enn at arbeiða við teimum, sum eru til venjingar, og eg knarri [...] málmøguleikar og at gera nyttu burturúr teimum, so verður tað hugaligt at spæla og at standa uttanfyri og hyggja at. VB/Sumba hevur spælt fýra venjingardystir í Suðuroy. Móti TB vóru úrslitini 0-0 og 4-0. Móti
fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar. Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hvørjir fyrimunirnir eru við at siga Henning Jacobsen, og at seta ein fíggjarfrøðing [...] eru so ymiskir, sum Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin eru. ? Annar stovnurin er ein tænastustovnur burturav, og hin stovnurin er ein tekniskur stovnur burturav, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tey [...] ting, og at annað stigið verður at útgreinað og kanna virksemið at vita, hvar tað ber til at spara? ? Ja, men haldi, at hetta er at arbeiða eftir reyv. Fyrst verður tann stóra avgerðin tikin. Og so verður