plássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini. Tað kann væl vera, at uppflytingin verður staðfest [...] Í dag vunnu sandoyingar 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika [...] eftir steðgin økti Nicholas Sejr um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Eric Oteng, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter undan leikloki var tað Eric Oteng, sum við brotssparki staðfesti 3-0 B71 sigurin. 25
Hægsta standmyndin av Mariu moy í Evropa varð leygardagin vígd í Póllandi. Tað skrivar týska tíðindastovan dpa. Standmyndin stendur í býnum Konotopie, umleið 190 kilometrar í útnyrðing úr Warszawa. Sjálv [...] høg, meðan krúnulagaði sokkulin er 15 metrar høgur. Sostatt røkkur alt minnismerkið 55,6 metrar upp. Tað er 75 ára gamli vinnulívsmaðurin Roman Karkosik, sum telist millum ríkastu fólk í Póllandi, ið hevur
næstbesta liðið hjá B36. Men TB svaraði aftur og reisti seg og vann 4-3. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Aron Arnholdsson, sum var málskjútti eftir upplegg frá Torkili Jespersen Holm, og fimm minuttir eftir [...] øllum 19 dystunum hjá B36 í 1. deild í ár, og í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti. Og so var tað, at TB svaraði aftur og bæði javnaði til 3-3 og skoraði 4-3 sigursmálið. Málskjútti til 3-3 var Samudeen
dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Tað eydnaðist Strømsgodset at vinna dystin 3-1 og fáa trý stig við sær til Drammen. Í steðginum var St [...] Strømsgodset á odda 1-0. Herman Stengel syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Strømsgodset. Tað fyrra var við einum brotssparki. Heimaliðið fekk spenning í uppgerðina aftur í 70. minutti. Men fáar
aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking. Í dag hittust [...] endaði 2-2 í Leirvík. Annar dysturin endaði við 4-3 sigri til víkingarnar í Fuglafirði, og so var tað í dag, at Víkingur aftur tryggjaði sær øll stigini. Tey trý málini hjá Víkingi í fyrra hálvleiki vóru [...] var farin, tá ið Rani Hansen fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann
NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað heimaliðnum til fyrimunar. NSÍ økti um munin til 3-1, tá ið eitt stórt korter var [...] Tað endaði við 4-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Úrslitið ber við sær, at NSÍ – í fyrstu atløgu í hvussu so er – er leyst av hóttanini av [...] í Skála. Hetta var triðja málið hjá Silasi Joensen í 1. deild í ár. NSÍ svaraði beinanvegin aftur. Tað var Ragnar Steinhólm, sum javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 21 ára gamla Ragnari Steinhólm
hetta eftir felagssangin ella so. Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at [...] Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið. ##med2## ##med3##
har fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga. Hvør byggjir tunnilin? Tað er ikki avgerðandi, hvør byggir tunnilin. Tað týdningarmesta er, at farið verður til verka. Ein møguleiki er, at tunnilin [...] Tunnil. Norðoyatunnilin tekur 300 mió í láni, sum resta í til 600 mió. Lættari at reka Kalsoyartunnilin Tað verður lættari at reka Kalsoyartunnilin saman við Norðoyatunlinum. Tørvurin á árligum stuðli á Fíg [...] Stropað ella lívsørt Fíggjarlógararbeiðið í heyst fer at vísa, um eggið verður stropað ella lívsørt, tá tað er vorpið. Bjørn Kalsø
Ferðamannaskip skulu ikki kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum [...] sigur við DR, at ferðamannaskip summastaðni órógva bæði hvalaveiðu og reinsdýraveiðu. Eisini kann tað vera eitt stórt trýst fyri smá búpláss, tá fleiri ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara hava
spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu, sum hevur [...] Í juli vórðu tríggjar russiskar dronur skotnar niður, eftir at tær høvdu brotið rumenskt loftrúm. Tað var fyrstu ferð síðan russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur