Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB. KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í [...] legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði [...] spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Og so var tað fimm minuttir undan
hvørja ávirkan landsstýrismaðurin metir tað fer at hava, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini, og hvat verður betri ella bíligari við at flyta fakligu førleikarnar úr Landsverki [...] hon á, at tað mangan hevur verið ført fram, at almennar byggiverkætlanir hava gingið illa, men at eingi samlað tøl hava verið løgd fram. Hon vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at bygg [...] spyr hon, hví byggimálini í síni tíð vórðu savnað hjá Landsverki, og nær tað varð gjørt. Hon biður eisini um eitt yvirlit yvir allar byggi- og anleggsverkætlanir omanfyri fimm milliónir krónur, sum Landsverk
sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er [...] Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Eiler var talsmaður í [...] Tórgarð og Sámal Blak. Í filmaðu søguni eru vit í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir
topplið við 56 stigum, og HB er á níggjunda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi. Leygardagin fær HB vitjan av TB, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti [...] Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini. Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir [...] á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin var tað Eric Oteng, sum økti um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var 10. málið í ár hjá 24
aftan fyri falskt navn og falska vangamynd og lokkar m.a. við peningi og gávum ella trýstir barnið at senda kynsligar myndir. Kann løgreglan fáa upplýst, hvør IP-adressa varð nýtt, og nær sambandið fór fram [...] ítøkiligum máli. At eitt spor verður varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella nakar annar hevur fingið loyvi at kanna tað. Men verður sporið ikki varðveitt, hevur ein dómari heldur einki at geva løgregluni [...] Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndugleikarnir
náttarsvøvnin. Løgreglan sigur, at ymisk átøk verða sett í verk í sambandi við prutlkoyringina. Samstundis heitir løgreglan á foreldur um at tosa við børnini um at vísa fyrilit og ikki órógva onnur við óneyðugum [...] á Velbastaðvegnum og órógvaði bilar, sum koyrdu framvið. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum hevði tørv á hjálp. Maðurin var rættiliga ávirkaður, og løgreglan koyrdi [...] Talan skal vera um ungar dreingir, sum koyra nógv á prutli bæði um dagin og um náttina. Teir koyra eisini millum Kvívík, Vestmanna og Skæling. Fólk í bygdini eru vorðin troytt av larminum, sum millum annað
bryggju í Klaksvík, og í dag fáa føroyingar seinasta høvið at vitja skipið, áðrenn tað fer av landinum. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er nú eitt altjóða trúboðaraskip og hevur heimsins [...] klokkan 14 lata bókasølan og kaféin upp. Í bókasøluni eru túsundatals bøkur til bæði børn og vaksin. Úrvalið fevnir millum annað um barnabøkur, skaldskap, vísindi, søgu, mál, matgerð og kristnar bøkur. Frá klokkan [...] Manningarfólk av Logos Hope fara eisini í land at vitja kirkjur og samkomur kring landið. Í Betesda í Klaksvík vitja tey sunnudagsskúlan klokkan 12.30 og evangeliska møtið klokkan 18. Vitjanin endar klokkan
um. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast [...] Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond [...] eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella
an var 4-1. Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB eisini í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá NSÍ er meiri ivasamt. [...] Tað var ársins størsti sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvl [...] NSÍ er á sjeynda plássi við 22 stigum, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni. Um eina viku fær TB vitjan av Víkingi, sum er næstovast, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er botnlið
brádliga íkomnar neyðstøður. Tað er úr hesum grunninum, at peningurin er latin neyðhjálpararbeiðinum í Venesuela og Kolombia. Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári [...] hevur yvirlit yvir, hvar og hvussu peningurin á bestan hátt kann brúkast. Tað eru hjúnini Rani Andrassarson Skaalum og Aleksandra Melo Skaalum, ið hava samskipað flytingina og staðið fyri samskiftinum [...] við bæði Fundación International Maranata og OM, sum tey eisini eru partur av. Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði