granskarar fara stutt og greitt at siga eina søgu um tað, sum frammanundan er lýst á eini plakat á granskingarmáli, soleiðis at øll skilja hetta. Hetta fáa teir 150 sekund til. Ein dómsnevnd kjósar vinnaran [...] i verður kosin, verður okkurt undirhald á skránni. Hvat hetta er, verður avdúkað á staðnum. At enda verður ársins miðlaheiðursløn handað. Hetta er eitt herðaklapp, sum verður latið granskara ella øðrum [...] , hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking, kunnu sendast til Granskingarráðið
Esther Djurhuus fara at kanna, um toymisinterventión við sálarfrøðiligum tryggleika kann betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki. Hetta er grundað á vitan um, at sálarliga trýstið í arbeiðinum [...] viknandi kappingarføri, um hall á fíggjarlógini, um fallandi burðartal, skeiklaða fólkasamanseting, vantandi arbeiðsmegi, økta fráflyting og trivnaðartrupulleikar. Eingin ivi er um, at stór tøk mugu takast fyri [...] av BTÚ. Hetta eru turru tølini. Samanborið við málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ, og íløguna hjá hinum londum í Evropa, so er føroyska íløgan munandi minni. Vit hoyra í løtuni økt tos um viknandi
trygga stað og títt heim, og er hetta grundarlagið fyri, at vit kunnu trívast, mennast og virka í okkara gerandisdegi. Tíðin er farin frá at liva í óvissuni um, hvar vit búgva um 3 mánaðir, ella frá sofu til [...] lista av umsøkjarum, sum ynskja at sleppa at hava eitt stað at búgva. Í summum førum er talan einans um eina fyribils íbúð, av tí at mangar eru bert til stutttíðarleigu, og sum oftast er leigukostnaðurin [...] hanga saman. Tórshavnar kommuna hevur eina stóra ábyrgd og skal vera ein leiðandi partur í at fáa hetta broytt. Tískil skal kommunan sum eitt av tí fyrsta fara undir at brúka nýggju heimildina til fulnar
í málinum um Ingilín Didriksen Strøm, sum er kærd fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum um støðuna hjá Bústøðum. Formaðurin í landsstýrismálanevndini upplýsti í gjár, at nevndin var samd um niðurstøðuna [...] hevur funnið fram til, at nevndin er samd um,at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, og klárar landsstýriskvinnan ikki at sannføra nevndina um tað øvugta, so hongur hon í klønum tráð. Verður [...] henni í Løgtinginum, sum so kann fella hana. Tað mest sannlíka er, at hon sjálv leggur frá sær, um so er, at hetta verður endaliga niðurstøðan. Verður tað endin, so fer Ingilín D. Strøm aftur í Løgtingið, og
Hetta er ein áheitan til Føroya Landsstýri, serstakliga landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at fylgja við, hvat ið fyriferst [...] gramdi seg um, at politistarnir vóru sperdir, og at stovnurin ikki megnaði at lyfta tær uppgávur, sum skulu loysast í einum framkomnum samfelag, sum okkara. Vit hoyrdu eisini eina samrøðu um spurningin [...] 2024. Stutt eftir hetta var ein samrøða við Føroya Landfúta, ið segði seg vilja leggja niður tænasturnar í Runavík og á Sandoynni (ella tað, sum er eftir av tænastuni á Sandoynni). Hetta er skelkandi tíðindi
Kongurin í Tailandi góðkendi í dag eina lóg, sum loyvir fólki av sama kyni at giftast í landinum. Hetta skrivar tíðindastovan AFP. Lógin varð samtykt av tailendska senatinum miðskeiðis í juni og manglaði [...] frá tailendska konginum Maha Vajiralongkorn. Í dag skrivaði kongur undir lógina, sum kemur í gildi um 120 dagar. Tailand verður sostatt triðja asiatiska landið, sum viðurkennir samkynd hjúnalag. Hini eru [...] tilnevningarnar verða. Lógin gevur eisini samkyndum pørum somu rættindi sum tvørkyndum pørum, tá talan er um ættleiðing og arv. /Ritzau/
kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot. Talan er um eitt sokallað [...] Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skerpandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av [...] Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja
heim aftur eftir loknan lestur. Hetta krevur, at vit eru eitt samfelag, ið kann taka ímóti og bjóða teimum ungu góðar umstøður at koma heimaftur til. Tað snýr seg eisini um at gera umstøðurnar fyri lestrarlívi [...] politikarum, sum taka mongu avbjóðingarnar á m.a. dagstovna- og eldraøkinum í álvara. Fyri ikki at tala um avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum, har stór tøk skulu takast. Og er tað ikki púrasta burturvið, at [...] karmar fyri trivnaði og lestrarumhvørvi. Fyrst av øllum við at byggja lestraríbúðir, ið eisini lætta um trýstið á bústaðarmarknaðinum sum heild. Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar, grøn uppihaldsøki, reint
árini, men sum fyribils er fluttur av landinum. – Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, og eg lá ikki leingi á boðunum, tá eg bleiv spurdur. Men hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av [...] av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. So tað ræður um at taka uppgávuna í fullum álvara, og vit herja á beinanvegin, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna
við at fáa hetta við í langtíðarætlanirnar hjá Vága Floghavn fyri flogvallarøkið og terminalin. TAKS arbeiðir við málinum um møguligt keyp av bingjuskannara og hevur ikki tikið støðu til hetta málið.« Til [...] fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um marknaeftirlit og »Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum«. Fyrispurningurin var soljóðandi: [...] mett at kosta um 1,6 mió. kr. í 2022. Skannarar og onnur neyðug eftirlitsútgerð eru lutvíst dagførd síðani 2022.« Til spurning 3 sigur løgmaður: – Eg eri samdur við spyrjaranum í, at talan er um eitt sera