U17: Christian Høgni avloysir Fróða

U17: Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum

Mynd: (FSF) Christian Høgni Jacobsen (í miðjuni) er nýggjur U17-landsliðsvenjari

Holland, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17-landsliðið við dreingjum í næsta mánaå fer til EM-undankapping í Albania, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Christian Høgni avlosir Fróða Benjaminsen, ið hevur røkt starvið seinastu tvey árini, men sum fyribils er fluttur av landinum.

 

– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, og eg lá ikki leingi á boðunum, tá eg bleiv spurdur. Men hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. So tað ræður um at taka uppgávuna í fullum álvara, og vit herja á beinanvegin, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Og longu í komandi mánað sleppa Christian Høgni og U17 dreingirnir veruliga at royna seg, tá EM-undankapping er á skránni í Albania. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Holland og Kroatia eisini í bólkinum.

 

Saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur Christian Høgni Jacobsen sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til stóru og spennandi avbjóðingarnar, ið standa fyri framman.

 

Hópurin:

 

Markus Johansen, 07 Vestur

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Poul Eliasen, HB

 

Benadiktus Olsen, NSÍ

 

Jónas Brynhildarson Gaard, HB

 

Silas Bjarnason Joensen, HB

 

Jógvan í Lon, HB

 

Jógvan í Skála, HB

 

Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

 

Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)

 

Jeffrey Dulavík Berg, Skála

 

Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB

 

Djóni Sivertsen, B36

 

Rasmus Emil Poulsen, B36

 

Dávid Høgnason, B36

 

Heini Sólheim Guttesen, B36

 

Páll Muller, KÍ

 

Jónas Samuelsen, B68

 

Dystaskráin:

 

9. okt. Holland – Føroyar á Niko Dovana Stadion (kl. 10:00)

 

12. okt. Kroatia – Føroyar á House of Football (kl. 10:00)

 

15. okt. Føroyar – Albania á Egnatia Stadion (kl. 14:00)

 

Mynd: (FSF) Christian Høgni Jacobsen (í miðjuni) er nýggjur U17-landsliðsvenjari