ari hjá Fólkaflokkinum, av ávísum orsøkun ikki kundi gerast borgarstjóri, so bjóðaði Fólkaflokkurin Karl Johansen borgarstjórasessin. Hetta minnir ikki sørt um støðuna hjá Heðini Mortensen í Havn [...] hvussu nógv tað broytir samansetingina í Klaksvíkar býráð – og um tað fer at eydnast faðir og dóttir at verða vald á sama lista, og um tað fer at eydnast í báðum av landsins størstu kommunum. [...] tá gjørdist Karl Johansen, ið á fyrsta sinni stillaði upp, nummar eitt á listanum við 230 atkvøðum. Hini vóru Elian Eyðunsson Elttør, sum fekk 75 atkvøður og Allan Larsen, ið fekk 9 atkvøður. Sa
so var okkurt rok í býnum, sum løgreglan fer at kanna nærri í dag. Talan var um okkurt rok millum nakrar mans. Hetta var um trý hálvgumfýratíðina. Vakthavandi sigur, at tað er ikki so lætt hjá teimum at [...] klokkan eitt í nátt. Hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hin bilurin varð steðgaður um hálvgum fimtíðina, og tað vísti seg, at tann bilførarin hevði drukkið meira enn loyvt er, og tí er
stendur í stað í longri tíð, eins og tað hevur gjørt í nógv ár. Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum [...] upp í 30.000 krónum. Árini frammanundan hava broytingar í barsilsskipanini fyrst og fremst snúð seg um at hækka vikutalið fyri barnsburðarfarloyvi, og pengarnir eru farnir til tað. Í undanfarna valskeiði [...] stað í nógv ár, hevur havt við sær, at upphæddin ikki hevur fylgt við lønarvøkstrinum í samfelagnum. Hetta hevur elvt til, at fleiri hava ein fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi. Tøl hjá Hagstovuni
síni stóru vitan um fugl í Føroyum. Silas Olofson hevur í fleiri førum víst á týdningin av at verja fuglalívið í sambandi við ætlaði átøk í náttúruni. Hann hevur millum annað ávarað um neiligt árin á fuglalívið [...] í Klivaløkshaga á Sandi og um stóru ávirkanina á lundan av at lata upp aftur gøtuna ígjøgnum lundalandið í Lambanum í Mykinesi. Hesar ávaringar við støði í hollari vitan um fuglalívið í Føroyum eru við [...] við til at gera fólk meira tilvitað um náttúruna og geva myndugleikunum meira upplýst grundarlag at taka støðu á. Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Silas Olofson miðlaheiðurslønina
biðið um at fáa eina frágreiðing um ... Eru avbjóðingar við langtíðarhaldførinum, so skal mann sjálvandi hyggja upp á tað. So skal mann sjálvandi arbeiða við tí. Men eg havi ongar ábendingar um, at tað [...] at siga, at hetta er ósatt? Lat meg endurtaka: Fyribils haldi eg ikki, at landsstýriskvinnan við sínum orðingum um Bústaðir í tinginum tann 2. mai, har eg var hjástødd, hevur brotið lóg um ábyrgd land [...] Fyribils haldi eg ikki, at landsstýriskvinnan við sínum orðingum um Bústaðir í tinginum tann 2. mai, har eg var hjástødd, hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Men eg bíði við míni endaligu støðutakan
: Tiltakið er fyriskipað av Joan Sørensen og samtakinum GAIA FO , sum í løtuni er undir stovnan. Hetta samtak arbeiðir við at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan, sum stuðlar [...] matarskipanin kann stuðla føroyskum framleiðarum og menna eina nýføroyska matmentan. Vit fara at tosa um, hvussu ein fastur eftirspurningur frá umleið 11.000 børnum dagliga kann stimbra framleiðsluna av føroyskum [...] nøkrum av fremstu fakfólkum innan økini at vera við, og gestir kunnu síggja fram til eitt livandi prát um, hvussu vit í Føroyum kunnu menna eina matarskipan, ið stuðlar undir burðardygd, føroyskan landbúnað
Í løgtinginum í síðstu viku í sambandi við svar uppá fyrispurning frá Liljuni Weihe um børn, sum verða send til Danmarkar, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við ábyrgd av barnaverndarøkinum [...] anin eigur at víðkast til styrkt fosturheim, og at vit fegin vilja gera okkara íkast til, hvussu hetta kann gerast. Fyrimunirnir við styrktum fosturheimum eru eyðsýndir. Í einum styrktum fosturheimi hava [...] Fosturforeldur er tí ein av mest týðandi tættinum í arbeiðinum hjá barnaverndartænastunum, tá tað ræður um umsorganarsvikin børn. Tað eru ikki kollveltandi broytingar, sum skulu gerast, og tí skuldi tað heldur
verjumálaráðið upplýsir í dag, at ein russisk drona helst hevur verið í rumenskum loftrúmi í nátt. Hetta var ein russisk álopsdrona, sum var á veg móti Ukraina, veit Reuters at siga í morgun. Verjumálaráðið [...] hendingina vórðu fýra rumensk jagaraflog send avstað at verja rumenskt loftrúm. Tíðindini úr Rumenia um russisku dronuna verða sett í samband við russisku álopini á ukrainska býin, Izmail, í nátt. Sagt verður
hildnir og løntir. Aftrat hesum er trupult at meta um, hvussu føroyska arbeiðsmegin fer at bera seg at, um arbeiðstíðin í sáttmálum verður sett niður. Um fólk fara at arbeiða teir tímarnar minni, sum ar [...] loysa arbeiðsuppgávurnar á summum arbeiðsplássum. Hetta vil so økja um lønarkostnaðin. Hinvegin er møguligt, at ein stytting av arbeiðstíðini vil økja um produktivitetin á hvørjum arbeiddum tíma, soleiðis [...] fyrsta spurningin veldst um fortreytirnar fyri útrokningunum, bæði tá tað kemur til arbeiðsútboð og fíggjarligar avleiðingar. Heldur ikki eru partarnir í trípartasamráðnum samdir um útrokningarnar. Verða
í næstseinasta sekundinum av dystinum. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11. Talan er um fyrsta ósigurin hjá H71 hetta kappingarárið. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Toppskjútti